Í einum uppslagi á sínum egna miðli - Truth Social - er amerikanski forsetin eftir øllum at døma bjartskygdur um útlitini hjá Ukraina.
Her heldur Donald Trump, at ukrainar eru førir fyri at vinna aftur alt landaøkið, sum landið hevur mist til Russland - og meira enn tað, sum hann tekur til.
Hann vísir á, at eftir at hann er vorðin upplýstur og fult út hevur skilt hernaðarligu og búskaparligu støðuna millum Ukraina og Russland er hann bjartskygdur.
Donald Trump sigur seg eisini hava skilt búskaparligu trupulleikarnar, sum kríggið hevur elvt til í Russlandi.
- Eg haldi, at Ukraina við stuðli úr ES er í einari støðu, sum ger, at tað ber til hjá landinum at stríðast og vinna aftur mist landaøki, sigur amerikanski forsetin.