Høvdu fyrireikað okkum

Tað var ein stór uppliving hjá 21-ára gamla runavíkingingum, Johan Troest Davidsen, at spæla móti fronsku heimsstjørnunum

Føroyski stríðsviljin móti franskmonnunum fekk sjálvt teir gumputungu føroysku áskoðararnar upp úr setrunum. Og merktist inni á vøllinum.

- Seinastu tíggju minuttirnar vóru áskoðararnir rættiliga við og byrjaðu at rópa, og tað merktu vit, sigur Johan Troest Davidsen.

Ein slíkur dystur er jú nakað serligt fyri ein ungan leikara.

- Vit møttu jú stórum stjørnum, sum Anelka, Ribery og Evra, so tað er klárt, at tað er stórt, sigur Johan Troest Davidsen.

Hann heldur við Manchester United, og tí var tað eyka stuttligt at møta Evra.

- Hann spældi nú ikki í somu síðu sum eg, men tað var stuttligt kortini, sigur Johan Troest Davidsen.

Um spælið sjálvt sigur hann, at teir høvdu fyrireikað seg upp á franska spælistílin, og tí kom tað ikki óvart á teir í so máta.

- Miðvøllurin hjá okkum kempaði eisini sera væl, og vit føla allir, at liðið er í einari framgongd. Teir komu ikki fram til nakrar veruligar málmøguleikar aðrar enn málið og so opna kjansin móti endanum av dystinum, sum Jákup bjargaði, sigur bakkurin úr NSÍ.

Hann sigur, at Brian Kerr hevur sett sín dám á venjingina og liðið, men at hann hevur so lítið grundarlag at sammeta við, tí hann var so lítið við undir fyrrverandi landsliðsvenjaranum, Jógvan Martin Olsen.

- Men tað merkist, at hann er ein stór persónligheit, sigur Johan Troest Davidsen.

Og nei. Hann fekk ikki troyggjuna hjá Evra.

- Nei, onkur var longu farin avstað við henni. Eg stóð beint við síðuna av Nicolas Anelka, tá dysturin varð bríkslaður av, so eg fekk hansara troyggju í staðin, sigur Johan Troest Davidsen, sum leikti ein sera góðan dyst móti stóru fronsku stjørnunum.