Lítið gass í ballónini

Tað gjørdist ongantíð tann stóra upplivingin, tá Tjaldur seinnapartin í gjár tók ímóti Stjørnuni, sum vann greiðan stórsigur

Tjaldur - Stjørnan 18-35 (6-21)

Undan dystinum í Runavík var tann stóri spurningurin, hvat hesi bæði liðini vóru før fyri – og serliga, hvat Tjaldur kundi vísa, nú talan var um fyrsta lands­kappingardystin hjá teim­um gulu í vetur. Svarið var í øllum førum, at tað neyvan verður millum hesi bæði lið­ini, at fleiri toppdystir skulu vænt­ast í bræði.
Tjaldur vísti so mikið lítið, at illa ber til at siga, at Stjørnan hevur stórvegis styrki, tí grundarlagið var snøgt sagt ov veikt til at meta um tað. Hinvegin var eingin sum helst ivi um, at Stjørnan á øllum økjum hevði munin og vann bæði stórt og uppiborið.
Serliga í fyrra hálvleiki gjørdi Stjørnan nógv um seg, og vóru Lovisa Andreasen og Simona Petersen sera væl upp­lagdar, tá tað kom til mál­skjót­ingina, tí tær báðar skoraðu ávikavist tíggju og níggju mál í part. Nýggi rumenski spælarin, Korina Iulia Demeterca, sum mestsum bara var inni í fyrra hálvleiki, vísti eitt sindur av sínum dygdum og skjeyt seks mál.
Fyrsta hálva tíman mans­vardu tær í Stjørnuni frægasta spælaran hjá Tjaldri, Adinu Petrea, sum tí ikki fekk so nógv burturúr, men tá Stjørnan at byrja við eftir steðgin royndi ymsar skipanir og læt Adinu sleppa at skjóta, takkaði hon eisini fyri, so Tjaldur ta fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fekk fleiri bóltar í málið enn Stjørnan.
Adina Petrea var saman við Alinu Olaru Anghel størsta styrkin í verjuni hjá Tjaldri, men tað munaði ov lítið til at steðga Stjørnuni, ið hóast vant­andi venjingarstøðu vísti stórt sjálvsálit í spælinum. Í aðrar mátar hevði Tjaldur lítið at bjóða, men var av sonnum ein skuggi av sær sjálvum síðstu árini.