Ein afturat í ?25 felagið?

Magni Jarnskor, sum framvegis er liðformaður, er tólvti maðurin, sum hevur rokkið 25 altjóða skrásettum landsdystum

Magni Jarnskor spældi leygardagin fyri 25. ferð á landsliðnum, og við døgurðaborðið, sum varð fyri spælarunum eftir lokið stríð, fekk hann blómutyssi. GÍ spælarin er hin tólvti, sum røkkur hesum jubilenum. Tann fyrsti var Jóannes Jakobsen, sum spældi sín 25. og seinasta landsdyst í síðsta landsdystinum, áðrenn Allan Simonsen fekk ábyrgdina fyri liðnum. Tað var tá Rumenia vann 4-0 á Svangaskarði fyri snøggum fýra árum síðani, og Florin Raducio skoraði øll málini.

Tað hevur tikið langa tíð hjá Magna Jarnskor at røkka 25 landsdystum. Fyrsta ferðin, hann var við, var 16. apríl í 1989, tá Kanada vann 1-0 í Klaksvík.

Magni Jarnskor átti at havt rokkið teimum 25 fyri langari tíð síðani, men meiri og minni álvarsligir skaðar hava hildið honum burtur frá landsliðsfótbólti í fleiri tíðarskeið. Álvarsligasti løsturin var, tá hann í juni mánað í fjør breyt beinið og ikki fekk spælt fótbólt í meiri enn eitt hálvt ár.

Nógvar av teimum 25 ferðunum hevur Magni Jarnskor ikki spælt við alla tíðina. Hann hevur ellivu ferðirnar verið inni allar 90 minuttirnar, átta ferðir er hann skiftur út, og seks ferðir er hann skiftur inn. Seks ferðir hevur Magni Jarnskor sitið allar 90 minuttirnar á beinkinum.


Framvegis liðformaður

Burtursæð frá fyrsta dystinum hjá Allani Simonsen sum venjara hevur Magni Jarnskor verið liðformaður hvørja ferð, hann hevur verið ímillum teir fyrstu ellivu.

Síðani Magni Jarnskor varð skaddur í fjør hevur Jan Dam verið liðformaður. Magni Jarnskor var liðfor-maður í Kekkia, og tað hildu vit var tí, at Jan Dam var leikbannaður. Leygardagin vóru bæði Jan Dam og Magni Jarnskor ímillum teir fyrstu ellivu, og tá valdi Allan Simonsen Magna sum liðformann. Tað má so merkja, at Jan Dam hevur verið eykaliðformaður, meðan Magni Jarnskor hevur verið skaddur. Tá 72 minuttir vóru farnir leygardagin varð Magni Jarnskor skiftur út, og tá fekk Jan Dam reyða armbindið. jh