Seinnapartin í gjár varð ein maður førdur fyri Føroya rætt til grundlógaravhoyringar.
Hann varð handtikin seinnpartin fríggjadagin fyri harðskap og í tí sambandi vildi løgreglan hava hann varðhaldsfongslaðan, ímeðan málið verður lýst út í æsir.
Tey mettu eisini, at verður hann ikki varðhaldsfongslaður, er vandi fyri, at hann fer at fremja fleiri lógarbrot.
Og tað var dómarin í Føroya Rætti samdur í og dømdi mannin at sita í 16 dagar, ímeðan málið verður kannað.
Og tað er ikki av ongum, at tey stúrdu fyri, at hann fór at gera fleiri lógarbrot, verður hann ikki varðhaldsfongslaður.
Hesi seinastu fáu árini hevur maðurin nevniliga fleiri dómar fyri harðskap, hóttanir og rúsevni og bara tann eina dagin nú februar var løgreglan boðsend einar fimm ferðir eftir honum, tí hann gjørdi ónáðir.
Hann hevur eisini karantenu á summum av skeinkistøðunum í Havn og tað varð hetta, sum førdi til at hann varð handtikin fríggjadagin.
Hann varð burturvístur av einum skeinkistaði, tá ið ein annar maður, sum var inni, blandaði seg upp í.
Tað endaði við, at maðurin, sum varð handtikin, skumpaði hin um koll, sló hann fleiri ferðir við knýttum nevum ímeðan hann lá, og sparkaði hann minst eina ferð.
Tað er hetta, hann er skuldsettur fyri, men hann noktar fyri at hava sparkað.
Men eftir at hann varð handtikin, hótti hann eitt løgreglufólk eftir lívinum, umframt at hann breyt eitt vakmyndatól og annað á løgreglustøðini.
Hann hevur annars verið undir Almannaverkinum í eini roynd at fáa hann at taka betri partar fyri seg, men í seinastuni hevði tað ikki gingið so væl, segði hann.
Men tað var so nakað, at ætlaði at bøta um.











