Rennibreytin liðug á ólavsøku

Um slakar seks mánaðir verður nýggja rennibreytin í Havn liðug. Hon verður av sama slagi sum tey nýta í Íslandi.
- Hesar hóska best til okkara veðurlag, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Í longri tíð hevur verið arbeitt við at útvega havnarborgarum eina veruliga rennibreyt.
Arbeiðið uppá hesa byrjaði í fjør, og í dag er meginparturin av spreingiarbeiðinum liðugt. Í næstum verður farið undir sjálva planeringina.
Tá hetta er gjørt, byrjar tað stóra takið við at fáa alt økið skipað til eina veruliga rennibreyt á høgum støði.
Ein partur av hesum arbeiði er sjálvt undirlagið, sum stór krøv verða sett til.

Íblástur
Undirlagið til eina føroyska rennibreyt skal kunna tola eitt sindur av hvørjum.
Frá kommununar síðu hevur ein verið fult greiður um hetta, og tí hevur ein tikið við einum tilboði frá fyritøkuni POLYTAN um undirlag sum kostar góðar 3,6 mió kr.
- Vit hava kannað, hvat slag av undirlagi teir brúka á rennibreytum í grannalondum okkara – Hetlandi, Íslandi og í Noregi.
- Her hava teir nøkulunda sama veðurlag sum vit. Úr Íslandi fingu vit at vita, at hetta slagið av undirlagi var tað einasta sum var egnað hjá teimum, sigur borgarstjórin.
Slík undirløg hava langa leveringstíð, og tí varð neyðugt hjá býráðnum at samtykkja hetta á fundi, sum tey hildu í gjárkvøldið.
Sjálvur ímyndar borgarstjórin sær, at rennibreytin fer at verða nógv nýtt av fólki. Hon fer uttan iva eisini at verða til miklan íblástur fyri føroysk ítróttarfólk, ikki minst í ár nú Oyggjaleikir eru á skránni.
- Her fáa so føroysk ítróttarfólk ein møguleika at renna á og í góðum umstøðum og ikki minst á góðum undirlagi, bæði dag og nátt, sigur hann.
Umframt hetta fer rennibreytin at hava einar 80 parkeringsbásar. Og hesir fara eisini at lætta munandi um hjá teimum, sum ætla sær til okkurt tiltakið í Norðurlandahúsinum.
Ætlanin er at alt hetta arbeiðið skal verða liðugt á ólavsøku í ár.