Góð við hvønn annan sjálvt um vit eru ymisk

- Jólini geva okkum frið, nærveru og samveru við familju og vinum, men jólini kunnu eisini vera kensluborin, sigur Eyð Ellingsgaard

 

Hvar verða jólini hildin í ár?  

- Jólini verða hildin heima hjá okkum. Saman við dóttrini og systir míni og hennara børnum. Maðurin siglur, so hann er ikki heima í ár.

Soleiðis sigur Eyð Ellingsgaard.

Hvat verður etið um jólini? 

- Tað verður dunna við øllum góðum afturvið... og so sjálvandi eisini rísalamande omaná.

Hevur tú eitt jólaynski?  

- Mítt størsta ynski er, at vit fáa frið á jørðini - at vit verða góð við hvønn annan, sjálvt um vit eru ymisk.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólini hava stóran týdning fyri meg, tí tey geva okkum frið, nærveru og samveru við familju og vinum.

Og hon leggur aftrat:

- Jólini kunnu eisini vera kensluborin, tí onkur av okkara kæru eru farin í annan heim, sigur Eyð Ellingsgaard.