STARVSVENJING
Seinastu fjúrtan dagarnar hevur Birita Poulsen verið á starvsvenjing á Sosialinum. 15 ára gamla Birita gongur til dagligt í Eysturskúlanum í Havn ? í 9.d. Bústað hevur hon í Hoyvík, men í Hoyvíkar skúla er eingin framhaldsdeild, so hon mátti sama við sínum floksfeløgum oman í Eysturskúlan at ganga síðstu árini av fólkaskúlanum.
?Eg havi arbeitt saman við myndamonnunum, tá teir hava tikið myndir og gjørt tær klára til blaðið. Eisini havi roynt at skriva nakrar greinir. Annars havi eg fylgt teimum ymsu blaðfólkunum í teirri arbeiðsdegi, sigur Birita, tá hon greiðir frá sínari starvsvenjing.
?Serliga stuttligt vat at sleppa at uppliva tilbúgvingarvenjingina í Kollafjarðatunnilinum. Har slap eg at síggja, hvussu ein tílík venjing og ein møgulig vanlukka verður avgreidd av bjargingarfólkunum. Vit sluppu at ganga heilt tætt við tey ?skaddu? og sluppu at flyta okkum runt, sum vit vildu, sigur Birita.
Um orsøkirnar, til at hon valdi Sosialin sum starvsvenjingarstað, sigur Birita, at hon ógvuliga fegin vildi royna, hvussu hetta arbeiði var. Hon vildi fyrst av øllum sleppa á Sosialin.
Birita hevur ætlanir um at fara í tíggjunda flokk komandi skúlaár. Har er møguleiki at velja sær eina sokallaða breyt, og Birita sigur tað vera væl møguligt, at hon fer at velja miðlabreytina, tá hon einaferð skal velja.
?Eg hevði væl kunnað hugsað mær at verið í starvsvenjing eitt sindur longri, tí eg tími ikki so væl í skúla aftur. Men nú er heystfrítíð, so tað er ikki so bítt, tí skúlin má bíða eina viku, sigur Birita.
Hinar genturnar í flokkinum hava verið í starvsvenjing í onkrum barnagarði ella í hárfríðkanarstovum. Hetta var tó ikki nakað fyri Biritu, sum heldur vildi royna seg við penninum á Sosialinum.










