Tað er ikki so sjáldan, at føroysku fólkatingslimirnir fáa nøkur orð við á vegnum frá donsku fjølmiðlunum.
Og sum oftast eru orðini hartandi.
Hjá einum fyri at hava atkvøtt í fólkatinginum og hjá hinum fyri ikki at hava atkvøtt.
Men tað kemur nú eisini fyri, at fólkatingsmenninir fáa góð orð við á vegnum.
Í hesum føri snýr tað seg um Jóannes Eidesgaard, sum hevði gjørt eina avtalu við Foreningen Norden í Ølstykke.
Hann hevði lovað teimum at støkka inn á gólvið og har siga teimum frá um Føroyar og hesa avtalu helt hann.
Frederiksborg Amtsavis ger ikki so lítið burturúr, at Jóannes ferðaðist úr Føroyum til Ølstykke bert við fyrilestrinum fyri eyga.
Av tí at flogfari var seinkað í fýra tímar var Jóannes eitt sindur seinni í Ølstykke enn ætlað. Fyrilesturin var tí útsettur ein tíma, men, skrivar blaðið, bíðitíðin var tað verd.
Tá Jóannes kom til Ølstykke ein tíma seinni enn ætla gav hann áhoyrarunum ein fyrilestur, sum var sera væl lagdur til rættis.
Javnaðarpolitikarin gav áhoyrarunum eina ferð gjøgnum Føroya søgu, frá teirri tíðini at írsku munkarnir komu higar til lands og til stóru kreppuna, sum vit ikki nýtast at siga so nógv meira um.
Hann greiddi eisini áhoyrarunum frá føroysku málsøguni, eins og hann var inni á marknastríðnum millum føroyingar og bretar
Eftir at Jóannes Eidesgaard hevði greitt áhoyrarunum frá meginpartinum av føroysku søguni, gamlari sum nýggjari, fingu áhoyrararnir høvi at seta spurningar.
Og teir so gjørdu.
Flestu spurningarnir snúðu seg um kreppuna og um tað ovurnýtslu, sum føroyingar - og óiva við røttum - eru skuldsettir fyri í donskum miðlum.
Allir spurningar vórðu svaraðir og tá tiltakið var liðugt slapp Jóannes aftur til Keypmannahavnar í taxabili, har hann slapp at hvíla seg áðrenn hann fór til Føroya aftur dagin eftir.