Galaxy royndist væl

Fá skip eru so væl egnað sum Galaxy, sum tí møguliga verður boðsend aftur. Men tá verður ferðaætlanin tillagað, sigur Hilmar Eliasen.

Galaxy royndir eftir umstøðunum væl er niðurstøðan hjá Strandfaraskipum Landsins, nú tey hava eftirmett mánaðirnar, tá grikska fergan røkti Suðuroyarsiglingina meðan Smyril var í dokk. Tað stendur at lesa í blaðnum Fólk á Ferð, sum SSL gevur út.

 

Galaxy avloysti Smyril í apríl og mai í ár. Av teimum 23 døgunum, sum fergan sigldi, varð ongin túrur avlýstur fyrstu 18 dagarnar, men seinastu fimm dagarnar vórðu sjey túrar avlýstir, vegna eysturætt, streym og metingina hjá manningini.

 

Tilsamans ferðaðust 5.436 fólk við Galaxy, sum eisini flutti 1.834 bilar, 172 vørubilar og 71 lastbilar.

 

Strandferðslan greiðir frá, at teir royndu í eitt heilt ár at finna eitt hóskandi avloysaraskip. Tí er nógv sum bendir á, at tá Smyril skal í dokk næstu ferð, verður Galaxy aftur boðsend.

- Tá Smyril næstu ferð skal í dokk, kann væl henda, at boð verða send eftir Galaxy aftur, tí fá skip eru tøk til hesa sigling, ið eru so væl egnað sum Galaxy. Ivasamt er, um nakað skip kundi roynst líka væl sum Smyril, tí Smyril er serbygdur til at sigla í Norðuratlantshavi, sigur Hilmar Eliasen við Fólk á Ferð.

 

Eina minniliga túrin við Galaxy valdi manningin at venda við aftur, tá skipið var komið árakað Lítlu Dímun. Avgerðina tók grikski skiparin, tí hann ikki fekk upplýsingar um alduhæddina av einum servara hjá Landsverk. Strandferðslan stuðlaði avgerð skiparans.

- Vit fara helst at krevja, at manningin fer á simulatorskeið áðrenn, so túrarnir kunnu avgreiðast skjótari, og vit endurskoða eisini ferðaætlanina, so hon hóskar til skipið, sigur Hilmar Eliasen.

 

Greinin nertir tó ikki við hvørki ferðina á skipinum, sum gjørdi, at túrarnir um Suðuroyarfjørð gjørdust nógv longri, ei heldur um longu tíðina tað tók hjá skipinum at leggja at.