gjørdist firtin, tá eg vágaði mær at bera tíðindini um formanssemjuna um ikki at fara til samráðingar aftur um at dagføra ríkisveitingina. At hinar báðir floksformenninir valdu at vera tað, sum Sosialurin nevnir [...] vildu als ikki hoyra um at hækka veitingina við ætlaðu 150- 200 mió. Her vóru teir sostatt samdir við løgmann, sum herfyri boðaði frá dreymi sínum um, at ríkisveitingin væntandi fer at minka burtur í einki [...] Fyri at repitera úr samgonguskjalinum, so skuldu samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Hesar samráðingar vóru í Keypmannahavn í januar – og endaðu úrslitaleysar
heldur hann. Heðin Mortensen fílist á, at tíðindamaðurin ikki ómakaði sær at fáa viðmerking frá kommununi. Heldur ikki eftir at hann hevði heitt á tíðindaredaktiónina um at fáa hetta í lag. Og tað er »átaluverdur [...] grønu útbýggingarætlanunum hjá SEV, og síðst men ikki minst, at Tórshavnar kommuna gongur beint í móti hesum ráki, tí at kommunan fer at hita Boðanesheimið við dýrari og dálkandi olju heldur enn við [...] fast, at Boðanesheimið verður hitað við sjóvarhita. Tað er komið óvart á kommununa, at meiríløgan í sjóvarhitaskipanina gjørdist so nógv størri enn upprunaliga mett, men hetta merkir á ongan hátt, at sjó
fatan, at hann hevur trupulleikar við at eta saman við samkyndum. - Eg havi alment bjóðað Jóhonnu og Jóninu heim til okkara at vitja - møguliga eina máltíð, sigur hann. Jenis av Ranav ísir á, at sakin tá [...] mítt var einfalt, at sum formaður floksins fór eg ikki at ganga móti tí sannførðing, Miðflokkurin byggir á, við at vísa løgmanni ta »sømd«, sum hann í innbjóðingini »bað meg vísa sær« við at »koma til døgurða [...] frítíð mína einsamallur. Farið eg heiman, velji eg at bjóða konuni við. Men løgmaður hevði valt ikki at bjóða konum formanna við. Kanska var hetta orsøki til at aðrir formann heldur ikki fóru, tí har vóru bert
ábending um, at landsstýrið er sinnað at leingja freistina, sigur Tummas Eliasen. Tað ber heldur ikki til hjá landsstýriskvinnuni at leingja freistina uttan víðari, tí tað er lógarfest, at freistin gongur [...] verkætlanina at vera áhugaverda, men Tummas Eliasen undirstrikar, at neyðugt er at hava ein peningastovn inni í myndini. - Vit hava ikki sett okkum í samband við Eik Banka, men bíða eftir, at bankin verður [...] sigur, at stígur er komin í, og málið er steðgað upp, meiri ella minni. - Vit fáa einki gjørt við málið áðrenn freistin er úti 1. desember, sigur Tummas Eliasen. Hann sigur, at nú er einki annað at gera
tilmælta veiðitrýst fyri upsa. - Vit meta, at tann ætlan, ið her verður skotin upp at stilla dagaskipanina rætt við at minka líðandi um dagatalið, eisini fer at hava gagnliga ávirkan á upsastovnin, sigur [...] vøkstri. Umráðandi er, sigur Havstovan, at ungfiskurin fær frið at seta til. - Tískil eiga uppvakstrarøkini nær landi og á øðrum leiðum í størst møguligan mun at friðast fyri fiskiskap. Veiðitrýstið eftir [...] árini fyri at stilla veiðitrýstið rætt og mæla í fyrsta umfari til at skerja dagatalið 25% í mun til tað tillutaða dagatalið í verandi fiskiári. Hýsa illa fyri Havstovan vísir í sínum tilmæli á, at hýsustovnurin
frá, at felagið gevst við allari útbering av bløðum og reklamulutum frá í dag at rokna. - Orsøkin er, at hetta virksemið hevur givið hall, og mett verður ikki, at útlit eru til, at virksemið fer at geva [...] sigur, at tað sjálvandi er keðiligt at skula siga so mongum fólkum úr starvi, men tá raksturin ikki fæst at hanga saman á verandi grundarlagi, og útlit ikki eru til, at hesi viðurskifti fara at broytast [...] broytast, er neyðugt at taka hetta stig. Hann sigur, at øll, sum hava starvast við útbering hjá Prentmiðstøðini, eru leys úr hesum arbeiði frá í dag at rokna. Út um somu tíð Bera, ið er navnið, sum Prentmiðstøðin
løgregluna fyri at fáa teir at halda uppat at sláa og sparka dreingirnar. - Eg fekk kontant at vita, at um eg ikki slapp mær burtur, skuldu hann knúsa meg sudur, sigur Randi Jacobsen, sum sigur, at tað var sera [...] dreingirnar. - Eg fekk seinni at vita, at orsøkin til harðskapin var, at dreingirnir høvdu havt eitt »kohorn«, sum verður brúkt til fótbóltsdystir, sigur Randi Jacobsen, sum fer at melda teir báðar løgreglumenninar [...] sera óhugnaligt at hoyra dreingin rópa um hjálp og einki fáa gjørt. Randi Jacobsen vísir á, at børn vóru til staðar, sum grótu. Hon sigur, at fleiri børn vildu sleppa heim, tí tey høvdu sæð løgregluna banka
kann ongantíð verða rætt, at løgreglumenn skulu sparka og sláa fólk, sum teir hava lagt í hondjørn. Vitnið greiðir víðari frá, at tá hon royndi at blanda seg fekk hon at vita, at um hon ikki slapp sær burtur [...] minni hugaligt, at løgreglufólk beinleiðis hótta fólk við harðskapi. Neyvan er tað altíð stuttligt at vera løgreglufólk, men vit mugu krevja av teimum, at teir duga at stýra sær, og at teir ikki lata [...] løgregluni er júst at fyribyrgja, skapa frið og tryggleika. Tí ljóðar tað heilt ófatiligt, um tað passar, at løgregumenn hava sýnt slíkan atburð, sum frættist úr Klaksvík um vikuskiftið. At teir leggja menn
vit koma einaferð hartil, at vit siga, at nú er nóg mikið, tí minsakrav má vera, at fakfeløgini verða hoyrt og eru við í tilgongdini. Hon sigur, at Starvsmannafelagið væntar at fáa eina kunning um viðurskiftini [...] sjálvt at venda sær til landsstýrið at krevja eina kunning. Pætur Niclasen, formaður í S&K, sigur í heilt stuttari viðmerking, at S&K er heldur ikki kunnað um broytingarnar, sum eru gjørdar og at hetta [...] avgerðina at flyta útgjaldið úr barsilsskipanina frá ALS og leggja tað undir TAKS í Suðuroy. Úrslitið av tí er, at trý størv skulu flytast av til TAKS í Suðuroy. Landsstýrið hevur eisini boðað frá, at seinni
framvegis at tað er óheppi, at kirkjuligi myndugleikin hvørki var kunnaður framman undan, ella fekk høvi at vera við í kjakinum, sigur Jógvan Fríðriksson. Hann væntar kortini ikki, at fólk fara at venda kirkjuni [...] bakið av hesari orsøk. - Eg vænti ikki, at fólk fara at melda seg úr Fólkakirkjuni, hóast hendan broytingin í tulkingini hjá TAKS merkir, at fleiri borgarar fara at gjalda 0,6% meiri í skatti, sigur Jógvan [...] verður víðari: » Nýggja tulkingin av lógini um kirkjuskatt er grundað á, at borgarar kunnu sleppa undan at gjalda kirkjuskatt við at melda seg úr fólkakirkjuni. Galdandi lóg um kirkjuskatt er frá 2008, tá