Boðanesheimið verður sanniliga grønt

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevst nú at tíðindunum um, at grøna ætlanin við Boðanesheiminum er slept. Tí tað er als ikki fulli sannleikin.

Heðin Mortensen sigur millum annað soleiðis í skrivi:

»Kringvarpið borðreiddi allan sunnudagin mestsum bert við orku- og umhvørvistíðindum líka frá ST-klimafundi í Suðurafrika, grønu útbýggingarætlanunum hjá SEV, og síðst men ikki minst, at Tórshavnar kommuna gongur beint í móti hesum ráki, tí at kommunan fer at hita Boðanesheimið við dýrari og dálkandi olju heldur enn við sjóvarhita sum upprunaliga ætlað«.

Hetta kundi verið ein góð fjølmiðlasøga, var hon sonn, heldur hann.

Heðin Mortensen fílist á, at tíðindamaðurin ikki ómakaði sær at fáa viðmerking frá kommununi. Heldur ikki eftir at hann hevði heitt á tíðindaredaktiónina um at fáa hetta í lag. Og tað er »átaluverdur journalistikkur«, sum hann orðar seg.

Og Heðin Mortensen heldur fram:

»Lat tað verða sligið rimmar fast, at Boðanesheimið verður hitað við sjóvarhita. Tað er komið óvart á kommununa, at meiríløgan í sjóvarhitaskipanina gjørdist so nógv størri enn upprunaliga mett, men hetta merkir á ongan hátt, at sjóvarhitaskipanin er slept. Boðanesheimið skal gerast klárt til sjóvarhita, og tað verður tað, sjálvt um heimið ta fyrstu tíðina fer at verða hitað við olju«.

»Kommunan hevur eisini onnur stór atlit at taka enn bert grønu orkuna. Eitt annað sera týdningarmikið atlit er tann ovurstóri tørvurin á røktarheimsplássum í Havn.

Kommunan hevur tí lagt alstóran dent á, at tíðarætlanin fyri byggingina skal halda. At heimið letur upp ikki ein dag seinni enn 1. oktober 2012, tí nú er bíðað nóg leingi. Kommunan ynskir skjótast tilber, at tey 64 búplássini verða tikin í nýtslu, so at tey mongu røktarkrevjandi og teirra avvarðandi í kommununi fáa neyðugu hjálpina.

Hetta gevur eisini okkum tíð til at fyrireika sjóvarhitaskipanina til fulnar. Skjótt er skitið verk, verður sagt, og tað ynskja vit ikki skal henda við slóðbrótandi sjóvarhitaætlanini á Boðanesi. Tvørturímóti«, ger Heðin Mortensen, borgarstjóri greitt í skrivi í dag.