Í gjárkøvldið var Jenis av Rana døgurða, sum íslendska forsætisráðfrúan beyð teimum, sum eru á norðurlandaráðsfundi í Reykjavík. Jenis av Rana vísir aftur, at hann ikki vil eta saman við samkyndum.
- Máltíðin í kvøld var avbera góð, nógv fitt fólk úr øllum Noðurlondum, men ikki bar eg eyga við Jóhonnu ella Jóninu sigur Jenis av Rana, sum ikki skilir, hvaðani Portalurin hevur fingið ta fatan, at hann hevur trupulleikar við at eta saman við samkyndum.
- Eg havi alment bjóðað Jóhonnu og Jóninu heim til okkara at vitja - møguliga eina máltíð, sigur hann.
Jenis av Ranav ísir á, at sakin tá snúði seg fyrst av øllum um rætt mín at siga ja ella nei til eina innbjóðing.
- Eg svaraði løgmansskrivstovuni nei takk og grundgav, sum so mangan áður, við privatum orsøkum til hetta, at eg brúki helst ikki avmarkaðu frítíð mína einsamallur. Farið eg heiman, velji eg at bjóða konuni við. Men løgmaður hevði valt ikki at bjóða konum formanna við. Kanska var hetta orsøki til at aðrir formann heldur ikki fóru, tí har vóru bert tveir av seks, sigur Jenis av Rana! ( men hetta hava tit minni áhuga í at viðgera, tóat tað má metast at vera sera løgið).
Hann sigur, at restin av søkini var bygd á svar upp á ein hypotetiskan, tvs. óveruligan, spurning, um, hvørt hann hevði farið, um konan varð bjóðað við.
- Svar mítt var einfalt, at sum formaður floksins fór eg ikki at ganga móti tí sannførðing, Miðflokkurin byggir á, við at vísa løgmanni ta »sømd«, sum hann í innbjóðingini »bað meg vísa sær« við at »koma til døgurða við Jóhonnu og frú Jóninu«. Hugsjónir Miðfloksins eru ikki til sølu fyri ein døgverða í Kirkjubø.
- Men sum privatur at eta saman við einum ella fleiri homosexuellum, ella at taka av einari innbjóðing frá »islandsk regering« til eina máltíð í sambandi við Norðurlandaráðsins fund í Reykjavík - hví skuldi tað verðið ein trupulleiki fyri meg, spyr Jenis av Rana.