Skálafjarðartunnilin bíðar eftir Eik

LÍV stendur í løtuni einsamalt við verkætlanini Skálafjarðartunnilin, tí óvist er, hvussu verður við partinum hjá Eik Grunninum, sum átti helmingin av verkætlanini.

- Vit eru í løtuni í einari bíðistøðu.
Tað sigur Tummas Eliasen, stjóri í LÍV, sum eigur helvtina av verkætlanini Skálafjarðartunnilin saman við Eik Grunninum.
- Vit vita ikki í løtuni, hvat hendir við partinum hjá Eik Grunninum, men tað er greitt, at ein peningastovnur má koma inn í myndina í staðin fyri Eik Grunnin, sigur Tummas Eliasen.
Einkarrætturin, sum P/F Skálafjarðartunnilin hevur fingið frá landsstýrinum, gongur út 1. desember.
- Vit hava kunnað landsstýrið um støðuna, men vit hava kortini ikki fingið nakra ábending um, at landsstýrið er sinnað at leingja freistina, sigur Tummas Eliasen.
Tað ber heldur ikki til hjá landsstýriskvinnuni at leingja freistina uttan víðari, tí tað er lógarfest, at freistin gongur fram til 1. desember.
Hinvegin heldur stjórin í LÍV framvegis, at verkætlanin er áhugaverd.
- Vit hava framvegis vónir og ætlanir um at fremja verkætlanina. Spurningurin er bert, hvat hendir nú, tá Eik er komið í ta støðuna, sum nú einaferð er uppstaðin, sigur Tummas Eliasen.

Framvegis vónir
Stjórin í LÍV sigur, at stígur er komin í, og málið er steðgað upp, meiri ella minni.
- Vit fáa einki gjørt við málið áðrenn freistin er úti 1. desember, sigur Tummas Eliasen.
Hann sigur, at nú er einki annað at gera enn at bíða eftir, hvat hendir við tí ongarpartinum, sum Eik Grunnurin eigur.
- Tá tað er greitt, mugu vit so taka upp samráðingar við landið at vita, hvussu vit sleppa víðari við málinum, sigur Tummas Eliasen.
LÍV metir framvegis verkætlanina at vera áhugaverda, men Tummas Eliasen undirstrikar, at neyðugt er at hava ein peningastovn inni í myndini.
- Vit hava ikki sett okkum í samband við Eik Banka, men bíða eftir, at bankin verður umskipaður, sigur Tummas Eliasen.
Hann sigur, at P/F Skálafjarðartunnilin hevur samband við landsstýrið, og at teir hava kunnað Innlendismálaráðið um støðuna.
- Vit hava ikki fingið nakra ábenging frá landsstýrinum, men vit hava framvegis ætlanir um at fremja verkætlanina, sigur Tummas Eliasen.