Politiið meldað fyri harðskap

Randi Jacobsen í Klaksvík, sum seldi atgongumerki á Summarfestivalinum, hevur meldað politiið fyri harðskap. Økisleiðarin hjá politinum kennir einki til hendingina.

- Sum vaktur á Summarfestivalinum eri eg skelkað av grovum harðskapi frá løgregluni í Klaksvík, sigur Randi Jacobsen.

Hon sigur, at tá hon møtti á vakt sá hon løgregluna taka ein drong, leggja hann í hondjørn og banka hann sundur og saman.

- Drongurin varð sparkaður og sligin meðan hann stóð í hondjørnum. Teir bankaðu høvdið móti húsavegginum og sparkaðu hann, sjálvt um hann ikki fekk vart seg. Tá ein vinmaður spurdi løgregluna, hví teir bankaðu dreingin, bleiv hann eisini bankaður, lagdur í hondjørn, sparkaður og tveittur aftur og fram av løgregluni, sigur Randi Jacobsen.

- Eg og onnur, sum sóu tilburðin, vóru sera skelkað, sigur Randi Jacobsen. Hon fekk onkran annan ansa billettsøluni og fór sjálv yvir til løgregluna fyri at fáa teir at halda uppat at sláa og sparka dreingirnar.

- Eg fekk kontant at vita, at um eg ikki slapp mær burtur, skuldu hann knúsa meg sudur, sigur Randi Jacobsen, sum sigur, at tað var sera óhugnaligt at hoyra dreingin rópa um hjálp og einki fáa gjørt.

Randi Jacobsen vísir á, at børn vóru til staðar, sum grótu. Hon sigur, at fleiri børn vildu sleppa heim, tí tey høvdu sæð løgregluna banka dreingirnar.

- Eg fekk seinni at vita, at orsøkin til harðskapin var, at dreingirnir høvdu havt eitt »kohorn«, sum verður brúkt til fótbóltsdystir, sigur Randi Jacobsen, sum fer at melda teir báðar løgreglumenninar. Hon leitar eftir fleiri vitnum.

- Eg veit, at fleiri hava meldað. Eg haldi, at hetta er sera álvarsligt. Um onkur hevur upptikið hendingina, kunnu vit vísa, hvussu løgreglan bar seg at, sigur Randi Jacobsen.

Útvarpið spurdi í dag Andras Marr Poulsen, økisleiðara hjá politinum um hendingina. Men hann kendi einki til hana, og vísti á, at um onkur kennir seg illa viðfarnan av politinum, so ber til at kæra slík mál.