ODDAGREIN: Mugu greiða frá harðskapinum

Tað vóru skelkandi tíðindi, sum vóru at hoyra í Klaksvík í gjár, har vitni greiddi frá, hvussu tveir løgreglumenn høvdu buk­að og bankað tveir ungar mans uttan fyri festivaløkið hjá Summ­ar Festivalinum, eftir at teir vórðu lagdir í hond­jørn.

Vitnið greiðir frá, at drong­ur­in varð sparkaður og sligin með­an hann stóð í hondjørnum. Teir bakaðu høvdið móti húsa­veggi­num og sparkaðu hann, sjálvt um hann ikki fekk vart seg. Tá ein vin­maður spurdi løgregluna, hví teir bankaðu dreingin, bleiv hann eisini bankaður, lagdur í hond­jørn, sparkaður og tveittur aft­ur og fram av løgregluni, greiðir vitnið frá.

Hetta er skakandi og lítið virð­i­ligt fyri løgregluna. Hetta fær okkum at hugsa um amer­i­k­anskar tilstandir, har løg­reglu­harðs­kap­urin hevur ført til mikl­an ófrið. Um frásøgnin er sonn, so hevur fútin ein stóran trup­ul­leika.

Upp­gávan hjá løgregluni er júst at fyribyrgja, skapa frið og tryggleika. Tí ljóðar tað heilt ófatiligt, um tað passar, at løgregumenn hava sýnt slík­an atburð, sum frættist úr Klaks­vík um vikuskiftið. At teir leggja menn í hondjørn kann vera sín sak, um tað er tiltrongt, so er tað eisini í ordan. Men tað kann ongantíð verða rætt, at løg­regl­u­menn skulu sparka og sláa fólk, sum teir hava lagt í hondjørn.

Vitnið greiðir víðari frá, at tá hon royndi at blanda seg fekk hon at vita, at um hon ikki slapp sær burtur, skuldi løg­regl­u­mað­urin knúsa hana sundur.

Hetta ljóðar ikki minni huga­ligt, at løgreglufólk beinleiðis hótta fólk við harðskapi. Neyv­an er tað altíð stuttligt at vera løg­­reglu­fólk, men vit mugu krevja av teimum, at teir duga at stýra sær, og at teir ikki lata sinn­a­lagið taka valdið á sær.

Sjálv­andi skal løgreglan hava loyvi til at kanna málið. Og sjálvandi skulu allir part­ar hoyr­ast, tá so grovar skuldsetingar verða settar fram. Tað síðsta nýggja er, at Ferðaliðið hjá donsku løgreglu kemur at kanna málið.
Í øllum førum er tað eitt krav, at ein almenn frágreðing kemur um hendingina, so virðingin og respektin fyri løg­regl­u­ni ikki fer fyri bakka.