ÚTBERING
Í tíðindaskrivi í morgun boðar nevndarformaðurin í Prentmiðstøðini, Árni Ellefsen, frá, at felagið gevst við allari útbering av bløðum og reklamulutum frá í dag at rokna.
- Orsøkin er, at hetta virksemið hevur givið hall, og mett verður ikki, at útlit eru til, at virksemið fer at geva avlop aftur, soleiðis sum markaðurin hevur lagað seg.
Nevndarformaðurin sigur við Sosialin í morgun, at við teimum nøgdum og prísum, sum hava verið í seinastuni, er ikki grundarlag fyri framhaldi av hesum virksemi.
Nógvar uppsagnir
Øll starvsfólkini á Prentmiðstøðini, sum hava fingist við hesa tænastu hjá felagnum, eru søgd úr starvi, samstundis sum Posta teku yvir tær avtalur um útbering, sum Prentmiðstøðin hevur havt.
Árni Ellefsen sigur við Sosialin, at umleið 300 fólk hava verið knýtt at útberingarvirkseminum hjá Prentmiðstøðini.
- Flestu av hesum eru ungfólk kring um landið, sum hava tikið sær av útberingini hjá felagnum. Haraftrat koma so tey fýra fólkini, sum hava starvast á Prentmiðstøðini við hesum virksemi.
Nevndarformaðurin sigur, at tað sjálvandi er keðiligt at skula siga so mongum fólkum úr starvi, men tá raksturin ikki fæst at hanga saman á verandi grundarlagi, og útlit ikki eru til, at hesi viðurskifti fara at broytast, er neyðugt at taka hetta stig.
Hann sigur, at øll, sum hava starvast við útbering hjá Prentmiðstøðini, eru leys úr hesum arbeiði frá í dag at rokna.
Út um somu tíð
Bera, ið er navnið, sum Prentmiðstøðin hevur brúkt í samband við hesa útberingartænastu, hevur eitt nú borið Dimmalætting út, meðan Posta síðan einaferð í fjør heyst hevur syrgt fyri útberingini av Sosialinum.
Spurdur, um Dimmalætting og Sosialurin hugsandi verða borin út til haldararnar samstundis, nú Posta yvirtekur hesa tænastu, sigur Árni Ellefsen, at tað væntar hann.
- Hvussu Posta annars fer at skipa tænastuna við útbering av Dimmalætting, verður ein avtala millum Posta og Dimmalætting, leggur nevndarformaðurin aftrat.
Meðan Sosialurin nú kemur út tríggjar ferðir um vikuna, kemur Dimmalætting framvegis út fimm ferðir um vikuna.










