TILLAGING
Eftir vánaliga tilgongd av toski á landgrunninum fleiri ár á rað, eru tveir árgangir, ávikavist 2008 og 2009, nú á
veg, og toskastovnurin er tískil í vøkstri. Umráðandi er, sigur Havstovan, at ungfiskurin fær frið at seta til.
- Tískil eiga uppvakstrarøkini nær landi og á øðrum leiðum í størst møguligan mun at friðast fyri fiskiskap.
Veiðitrýstið eftir toski seinastu árini er mett at hava verið ov høgt, sjálvt um nógvir fiskidagar hava verið óbrúktir. ICES mælir til ein niðurskurð í veiðitrýstinum eftir toski upp á 24% fyri komandi fiskiár.
- Vit mæla hinvegin til eina ætlan tey næstu árini fyri at stilla veiðitrýstið rætt og mæla í fyrsta umfari til
at skerja dagatalið 25% í mun til tað tillutaða dagatalið í verandi fiskiári.
Hýsa illa fyri
Havstovan vísir í sínum tilmæli á, at hýsustovnurin eisini er illa fyri og hevur alla vernd fyri neyðini.
- Hóast 2009 árgangurin tykist at vera frægari enn tilgongdin seinastu mongu árini, sæst hetta ikki aftur
í stovninum fyrr enn um eini tvey ella trý ár.
- Rættast hevði verið at banna allari beinleiðis veiði eftir hýsu og at minka mest møguligt um hjáveiði av hýsu í øðrum fiskiskapum. Men hetta er trupult, tí hýsa verður fyri tað mesta veidd í einum blandaðum línufiskiskapi eftir toski og hýsu, og toskastovnurin er so væl fyri, at hann tolir ávísa
roynd.
Havstovan metir tó, at tann ætlan, ið stovnurin nú skjýtir upp við 25%-skerjingum av dagatali og øðrum ásetingum, eisini fer at hava gagnliga ávirkan á hýsustovnin.
ICES endurskoðar
Upsastovnurin er hampiliga væl fyri, og gýtingarstovnurin er mettur at vera oman fyri minst tilrádda markið hjá ICES. Hinvegin er veiðitrýstið eftir upsa 38% størri, enn mælt verður til.
Havstovan sigur, at ICES í løtuni endurskoðar hægst tilmælta veiðitrýst fyri upsa.
- Vit meta, at tann ætlan, ið her verður skotin upp at stilla dagaskipanina rætt við at minka líðandi um dagatalið, eisini fer at hava gagnliga ávirkan á upsastovnin, sigur Havstovan í sínum tilmæli til landsstýrismannin í fiskivinnumálum.










