Signaliserar nýtt rák

- Tá TAKS nú boðar frá, at kirkjuskatturin ikki longur er at rokna sum ein skattur, men sum eitt limagjald, so boðar tað frá einum nýggjum ráki, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur

Í einari fráboðan í gjár sigur TAKS, at stovnurin hevur endurskoðað tulkingina av lógini um kirkjuskatt. Víst verður til grein 54 í skattalógini, sum sigur, at » samlaða skattaprosentið av eini inntøku ikki skal vera hægri enn 50% (2010 og 2011 tó 52%), og at um samlaði skatturin er omanfyri 50%, so verður skatturin lækkaður niður til 50%. Higartil hevur kirkjuskatturin verið roknaður sum ein partur av samlaða skattaprosentinum, og verið partur av tillagingini av samlaða skattaprosentinum. Við nýggju tulkingini av lógini um kirkjuskatt verður kirkjuskatturin frá 1. januar 2011 ikki roknaður sum ein skattur, men sum eitt limagjald til fólkakirkjuna. Soleiðis kann kirkjuskatturin í útrokningarhøpi framyvir best samanlíknast við onnur føst gjøld so sum barsilsgjaldið, AM-gjaldið o.s.fr.«.
Og sagt verður víðari:
» Nýggja tulkingin av lógini um kirkjuskatt er grundað á, at borgarar kunnu sleppa undan at gjalda kirkjuskatt við at melda seg úr fólkakirkjuni. Galdandi lóg um kirkjuskatt er frá 2008, tá ið kirkjan varð yvirtikin sum føroyskt málsøki, men TAKS hevur avgjørt ikki at gera broytingina galdandi við afturvirkandi kraft, men galdandi frá 1. januar 2011«.

Neyvan exodus
Jógvan Fríðriksson, bispur sigur, at hetta boðar frá einum nýggjum ráki.
- Eg haldi framvegis at tað er óheppi, at kirkjuligi myndugleikin hvørki var kunnaður framman undan, ella fekk høvi at vera við í kjakinum, sigur Jógvan Fríðriksson.
Hann væntar kortini ikki, at fólk fara at venda kirkjuni bakið av hesari orsøk.
- Eg vænti ikki, at fólk fara at melda seg úr Fólkakirkjuni, hóast hendan broytingin í tulkingini hjá TAKS merkir, at fleiri borgarar fara at gjalda 0,6% meiri í skatti, sigur Jógvan Fríðriksson.
Kirkjuskattaprosentið er eins fyri alt landið og er í dag 0,6%. Harumframt kann staðbundin kirkjuskattur upp til 0,3% áleggjast, til dømis um nýggj kirkja skal byggjast í eini sókn.
Í teimum kommunum, sum hava hetta staðbundnað eyka 0,3% merkir, at hjá teimum borgarunum verður eykaskatturin 0,9%.
Bispur vísir annars til eina viðmerking um, at hendan avgerðin hjá TAKS er byrjanin til skilnaðin millum kirkju og stat.