- Vit eru alt annað enn nøgd við framferðina og hetta má halda uppat. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, er ómetaliga misnøgd um avgerðina at flyta útgjaldið úr barsilsskipanina frá ALS og leggja tað undir TAKS í Suðuroy. Úrslitið av tí er, at trý størv skulu flytast av til TAKS í Suðuroy. Landsstýrið hevur eisini boðað frá, at seinni í ár skulu trý størv afturat leggjast til TAKS í Suðuroy.
Starvsfólkið í ALS eru limir í S&K, men starvsfólkið í TAKS eru limir í Starvsmannafelagnum.
Hinvegin hevur Starvsmannafelagið fleiri túsund almenn starvsfólk, so forkvinnan sigur, at yvirskipað hevur tað størsta áhugan hjá felagnum, at størv kunnu verða flutt kring um í landinum, sum í hesum førum og sum tað her hent nakrar ferðir áður seinastu árini.
Starvsmannafelagið sigur, at tá ið munandi broytingar verða gjørdar í starvsviðurskiftunum, skulu fakfeløgini kunnast og hoyrast.
Men broytingarnar, sum nú eru gjørdar, eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum hvørki kunnað ella hoyrd um.
Og tað er ikki fyrstu ferð, at tað hendir, at stovnar verða fluttir, uttan orð ella eið til nakran
Selma Ellingsgaard sigur, at felagið hevur gjørt kraftiga vart við sína misnøgd við hesi viðurskifti.
- Vit skilja ikki, hvussu landsstýrið kann taka slíkar avgerðir frá degi til dags uttan orð ella eið.
- Og vit koma einaferð hartil, at vit siga, at nú er nóg mikið, tí minsakrav má vera, at fakfeløgini verða hoyrt og eru við í tilgongdini.
Hon sigur, at Starvsmannafelagið væntar at fáa eina kunning um viðurskiftini, men hendir tað ikki, fer felagið sjálvt at venda sær til landsstýrið at krevja eina kunning.
Pætur Niclasen, formaður í S&K, sigur í heilt stuttari viðmerking, at S&K er heldur ikki kunnað um broytingarnar, sum eru gjørdar og at hetta er ikki eitt mál, sum er komið á fakfelagsborð.
Eisini hann átalar framferðina, tí hann heldur ikki, at hetta er sømilig framferð ímóti starvsfólkunum. Men hvat hendir víðari, er óvist.