Ljós í myrkrinum Ein kendur kristin í Japan - mest kendur fyri sítt sociala arbeiði - á navni nevndur Kagawa, sum livdi eitt ríkt bønarlív, skrivar í einum av bókum sínum: »Hóast allir lutir eru huldir [...] huldir í myrkri, skínir Guðs æviga ljós støðugt í míni sál«. Hann upplivdi manga myrku løtuna. Men ljósið í hjarta hansara lýsti líka klárt fyri tað, og kastaði geislar sínar yvir andlit hansara og alt lív [...] grund til at falla í fátt, tí Guð er við okkum, og lýsir upp í myrkrinum og brátt koma vit til endan á vegnum, og vit standa frammanfyri portrinum til ævinleikan, og saman við Guði og í trúnni á hann ber
fólkini fóru í onnur klæðir, sýndu handlar í miðbýnum okkum, hvussu heystmótin sær út í ár. Úrvalið var stórt bæði til yngri og eldri, og tað er vist, at eingin nýtist at ganga kaldur, nú heystið er í hondum [...] upp í tveir partar, svimjiklæðir og síðani veitsluklæðir. Genturnar skuldu nú í fínar ?ballkjólar?, meðan dreingirnir skuldu í fínasta ?puss?. Tað var stuttligt at síggja allar tær vøkru genturnar í tílíkum [...] Leygarkvøldið var badmintonhøllin í Gundadali karmur um eina forkunnuga kapping, ið ikki hevur verið serliga ofta her á landi, men er fastur táttur hvørt ár í flestum øðrum londum úti í heimi. Tíðin var nú komin
rokna við, at aðalmál tykkara er, at skapa trivnað og framburð her suðuri, fyri ikki at tosa um trygdina millum størstu plássini her suðuri. Tykkum kunnugt, er tað sera vandamikið, at koyra eftir vegastrekkinum [...] undirskriftirnar fyri bergholsgerð millum Hov og Øravík, sum vórðu handaðar Finnboga Arge landsstýrismanni í samferðslumálum seinasta heyst-, tær tala fyri seg! Við bergholsgerð verður kjakið um »Smyrlasiglingina«
Í bíbliuni verður oftani heiti smiður brúkt sum mynd, Paulus apostul brúkar tað t.d. í 1. Kor. 3. Hann samanber seg við ein kønan húsasmið. Øll kenna vit orðið í S1.127, sum er endurgivið í vígsluritualinum: [...] eftir hansara mynd. Mangir hava grundað nógv yvir, hvat man goyma seg í hesum. Í hvussu so er hevur Guð lagt nakað av sær sjálvum niður í menniskja sum tað ikki kann renna frá. Her hjá Jesaja er ikki bara [...] oyðilegði so nógv í skaparverkinum og í mannalívinum, so at vit ikki uttan nakað kunnu siga at vit eru hansara. Tí verður sagt víðari: Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín. Á Golgata
og Tórshavn ella øvugt. Í triðja høvuðsspurninginum verður spurt, hvat slag av farmaflutningi fyritøkan vanliga flytir og hvussu stóra nøgd í tonsum talan er um mánaðarliga. Í fjórða spurninginum verður [...] heldur verandi farmasflutningsskipan vera vánaliga. Í fimta teiginum verður spurt um møguligir vansar ella fyrimunir við at sigla á Vág mitt í viku og í sætta og seinasta spurninginum verður biðið um uppskot [...] um at svara teimum og lata tey inn í kioskina áðrenn farið verður í land. Á hesum spurnarbløðum skal hvør einstakur ikki skriva navn. Krossast skal av, hvørt tú ert maður ella kvinna, og síðani skal krossast
latið illani at. Heimildarmaður í Vági vil vera við, at vánaveður hevur forðað flestum vágbingum at sleppa út um fjarðarmunnan við Grønutanga. Menn í smábátum har suðuri hava sostatt roynt at tikið tað [...] stákan fríggjadagin, tá nógvir gjørdu seg til at fara í dag. Teirra mongu vágbinga er hesin leygardagurin seinasti møguleiki í ár. Onki nátarok í Vágunum Sørvingar siga fra sama skili sum vágbingar. Har [...] teirra. Vesturi í Vágunum er eisini vanligt at flota bát á Sørvagsvatni í nátatíð, men eisini har á vatninum hevur langt verið ímillum nátarnar. Vágamenn eru vanir at taka nógvan náta, men í ár tykist niðurstøðan
av dystunum í hesi undankappingini. Tað minti ikki sørt um heimadystin móti Kekkia, at mótstøðumenninir skoraðu sigursmálið í síðstu løtu? ? Í so máta at teir fáa mál síðstu løtuna minti hetta um ta ferðina [...] Estlandi, sum hann í síni tíð spældi landsdyst ímóti, og nú fyri fjórðu ferð hitti sum landsliðsvenjari. ? Eg kann ikki dadla mínar menn fyri ikki at hava víst tað, sum eg hevði roknað við. Í 1. hálvleiki kundi [...] betri, men í 2. hálvleiki var tað so gott, sum vit kundu rokna við. Tíverri megnaðu vit ikki at spæla okkum til upplagdar málmøguleikar. Tað var spell, men tað áttu mótstøðumenninir sín lut í. Teir høvdu
við Norrønu til Danmarkar, har tey sleppa at búgva í summarhúsi í eina viku í Danlandi! Í fyrsta blaðnum er ein pláta, sum tú skalt klippa út. Í teimum seks komandi bløðunum verður so eitt petti, sum eisini [...] Tað verður kunngjørt í blaðnum beint fyri summarferiuna 99, hvør hevur vunnið. Blaðið kemur út 8 ferðir í skúlaárinum, tað er 40 bls. í litum. Tey flestu tekna seg sum haldarar í skúlunum, og tá er ha [...] blaðið sum tvey bløð í einum við hvør sínum heiti: Snirr til tey ungu, og Strok til tey eldru. Byrjar tú úr øðrum endanum, eitur blaðið t.d. Strok, men tá ið tú ert komin á opnuna í miðjuni, mást tú venda
Veruleikin er nevniliga tann, at ert tú ikki sæddur, ert tú gloymdur. Tí ræður tað um at vera sæddur so nógvastaðni sum gjørligt, fyri at skapa sambond bæði her heima og úti í heimi, sigur stjórin á Menni [...] 23 føroyskar fyritøkur eru við á stóru, altjóða oljumessuni, sum í gjár lat upp í Arberdeen. Eins og mangar ferðir áður, er tað Menningarstovan, ið samskipar føroysku luttøkuna. Og Menningarstovan hevur [...] hevur havt úr at gera seinastu tíðina, tí beint áðrenn oljuvinnumessuna í Aberdeen var stór fiskivinnumessa í Reykjavík, og var tað eisini Menningarstovan, ið samskipaði føroysku luttøkuna á fiskivinnumessuni
frá Almannastovuni eftir annan sjúkradag. Men tá tað er í lagið, at landið skal fyri triðja, fjórða og fimta sjúkradag, eigur tað eisini at vera í lagi, at tað almenna rindar fyri fyrsta og annan sjúkradag [...] vera landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, ið eigur at arbeiða við málinum, men sum nú er, verður sagt, at Helena Dam á Neystabø arbeiðir við tí. Men javnaðarmaðurin ivast í, um Finnbogi Arge, sum [...] in hevur valt keina neyðloyst og goymir seg aftanfyri eitt fikublað, tí hann klárar ikki at síggja í eyguni, hvussu órættvíst tað er, at tey fastløntu og alment løntu skulu hava so nógv betri sømdir enn