Í fjør varð 44 ára gamla Barnablaðið hamskift: Blaðstjórnin setti sær fyri at gera blaðið meiri nútíðarhóskandi, og fyrsta kravið var tá, at tað skuldi vera í litum, alt sum tað var. Síðani skuldi tað býtast sundur soleiðis, at tað skilliga vendi sær til tey yngru og eldru børnini. Hetta varð gjørt við at gera blaðið sum tvey bløð í einum við hvør sínum heiti: Snirr til tey ungu, og Strok til tey eldru. Byrjar tú úr øðrum endanum, eitur blaðið t.d. Strok, men tá ið tú ert komin á opnuna í miðjuni, mást tú venda blaðnum á høvdið, og byrjar tú aftur fremst, er blaðið Snirr. Á opnuni í miðjuni er ynskimyndin, sum øll kunnu ynskja sær. Í fyrsta blaðnum hesu ferð er mynd av einum føroyskum rossi, og í tí næsta blaðnum verður tað sangstjørnan Brittney Spears. Hesar myndir hava lesararnir sjálvir valt.
Innihaldið er sera fjølbroytt: Í hvørjum Stroki er nakrar síður um okkurt serligt evni, har vit eisini práta við fakfólk og ung. Hesuferð snýr tað seg um internótina og at kjatta. Tíðindafróða sigur tíðindi úr øllum herðashornum, og afturvendandi eru forvitnisligar frásagnir úr søguni, Blits - súrt og søtt um tey kendu, uppgávusíður, gaman, teknisøgur, krossorðagáta o.m.a.
Í Snirri sigur tíðindafróði tíðindi, Gløggi Blobb greiðir frá ymiskum úr dýraheiminum, har eru søgur, teknisøgur, úr bíbliusøguni, fleiri uppgávusíður, ítriv o.m.a. Í fleiri førum ber til at senda loysnir inn og sostatt vera við í lutakasti um at vinna fløgur og ymiskar bøkur.
Aftur í ár verður skipað fyri haldarakapping við stórum vinningi: Ein familjuferð, 2 vaksin og 2 børn, við Norrønu til Danmarkar, har tey sleppa at búgva í summarhúsi í eina viku í Danlandi! Í fyrsta blaðnum er ein pláta, sum tú skalt klippa út. Í teimum seks komandi bløðunum verður so eitt petti, sum eisini skal klippast út og límast upp á plátuna. Alt verður so sent til Bókadeildina, har drigið verður. Tað verður kunngjørt í blaðnum beint fyri summarferiuna 99, hvør hevur vunnið.
Blaðið kemur út 8 ferðir í skúlaárinum, tað er 40 bls. í litum. Tey flestu tekna seg sum haldarar í skúlunum, og tá er haldaragjaldið kr. 120 fyri alt skúlaárið. Tað ber eisini til at fáa blaðið sendandi við postinum. Tá kostar tað kr. 120 + postgjald. Snirr & Strok verður eisini at fáa í bókhandlum og stórum kioskum fyri 20 kr. blaðið.
Snirr & Strok verður umbrotið, prentað og heft á Pf. Dimmalætting. Í blaðstjórnini eru Niels Jákup Thomsen, blaðstj., Beinta Johannessen, Jonna Olsen og Eyðna Magnussen.