tykkum, sum eru fólkavaldir inn á Føroya Løgting umboðandi Suðuroynna, -nú áðrenn fíggjarlógin verður løgd fram-, um at krevja, at peningur verður settur av, so byrjast kann uppá berghol millum Hov og Øravík sum skjótast.
Vit rokna við, at aðalmál tykkara er, at skapa trivnað og framburð her suðuri, fyri ikki at tosa um trygdina millum størstu plássini her suðuri. Tykkum kunnugt, er tað sera vandamikið, at koyra eftir vegastrekkinum millum Hov og Øravík. At tað landsbúskaparliga ikki skal loysa seg at gera berghol her, kunnu vit als ikki góðtaka, tí vit halda, at trygd og trivnaður eigur at koma fram um.
Vit vilja minna á allar tær mongu undirskriftirnar fyri bergholsgerð millum Hov og Øravík, sum vórðu handaðar Finnboga Arge landsstýrismanni í samferðslumálum seinasta heyst-, tær tala fyri seg!
Við bergholsgerð verður kjakið um »Smyrlasiglingina« verða samstundis loyst.
Vegna áhugabólkin
Bodil Finnsson
Joan Ludvig
Anna Djurhuus
Rannvá Albinus
Maria Vágfjall