Tað er einki at siga til, at venjarin hjá føroyska liðnum ikki var nøgdur, tá hann saman við íslendska venjaranum hjá Estlandi, sum hann í síni tíð spældi landsdyst ímóti, og nú fyri fjórðu ferð hitti sum landsliðsvenjari.
? Eg kann ikki dadla mínar menn fyri ikki at hava víst tað, sum eg hevði roknað við. Í 1. hálvleiki kundi spælið havt verið betri, men í 2. hálvleiki var tað so gott, sum vit kundu rokna við. Tíverri megnaðu vit ikki at spæla okkum til upplagdar málmøguleikar. Tað var spell, men tað áttu mótstøðumenninir sín lut í. Teir høvdu fýra menn í verjuni, sum alla tíðina lógu langt afturi á vøllinum, so tað var sera trupult hjá okkara monnum at fáa pláss, og faktiskt høvdu vit færri møguleikar, enn vit hava havt í nøkrum øðrum av dystunum í hesi undankappingini.
Tað minti ikki sørt um heimadystin móti Kekkia, at mótstøðumenninir skoraðu sigursmálið í síðstu løtu?
? Í so máta at teir fáa mál síðstu løtuna minti hetta um ta ferðina, men annars haldi eg ikki, at dystirnir líktust so nógv. Tí kekkarnir høvdu nógv fólk frammi á vøllinum, og harvið gjørdist tað leysari hjá teimum, tá teir royndu at leggja trýst á fyri at fáa sigursmálið. Tað hevði við sær, at vit fingu fleiri møguleikar at gera mál, enn vit høvdu hesa ferð, ásannaði Allan Simonsen.
Ert tú vónbrotin?
? Sjálvandi eri eg tað. Eg eri samdur við Teitur Þordarsyni í, at tá dysturin lá á vippuni, so hevði tað verið meiri upplagt, at tað vóru vit, sum fingu málið, men soleiðis er fótbóltur.
Ein nýggjur dystur er á skránni mikukvøldið, hvat fert tú nú at gera?
? Vit mugu royna at fáa fatur á sinniliga yvirskotinum, sum vit mugu hava, tá vit skulu spæla. Tað er sjálvsagt, at spælararnir eru sera vónbrotnir í kvøld, men vit hava nakrar dagar at savna okkum aftur.
Og beint eftir dystin leygarkvøldið visti Allan Simonsen ikki betur, enn vit onnur gjørdu:
? Uni Arge og John Petersen eru leikbannaðir, og tað vil siga, at vit skulu hava tveir nýggjar spælarar inn í hópin, og vit skulu eisini hava tveir nýggjar menn inn á liðið.