Mamma vann vakurleikakappingina

20 ára gamla havnargentan, Annika N. Joensen er kosin Føroya Sprund og 19 ára gamli havnadrongurin Rúni Nólsøe er kosin Føroya kallar. Fitt av fólki var samankomið í badmintonhøllini leygarkvøldið til at vita, hvør kosin varð

Leygarkvøldið var badmintonhøllin í Gundadali karmur um eina forkunnuga kapping, ið ikki hevur verið serliga ofta her á landi, men er fastur táttur hvørt ár í flestum øðrum londum úti í heimi. Tíðin var nú komin til at finna útav, hvør er tað vakrasta sprundið og vakrasti kallurin í landinum.


Nógv gott til matna

Tiltakið, ið var býtt uppí tríggjar partar, byrjaði nakað yvir klokkan átta, tá boðið varð til borðs. Snøggur matarseðil var gjørdur til høvið, og segði hann frá einari trýbýttari matskrá við ?undansmakki?, ?høvuðsrætti? og ?eftirrætti?. Afturvið hugnaligum tónum úr hátalarunum var bara at njóta tann góða matin, áðrenn tann veruligi spenningurin varð útloystur?


Luttakararnir

Tey vóru tilsamans 23 ungfólk, ið høvdu dirvið og áræðið til at luttaka í kappingini. Genturnar vóru 16 í tali, meðan dreingirnir vóru 7. Luttakarar komu heilt suðuri frá Hvalba og norðuri úr Klaksvík, eins og miðstaðarøkið eisini var væl umboðað. Tann yngsti luttakarin var 15 ára gomul, meðan tann elsti var farin nakað um tey 20. Ymiskt var hvussu nógva tíð teir ymisku luttakararnir høvdu havt at fyrireika seg í. Summi høvdu meldað seg til beinanvegin, tá tað frættist um kappingina, meðan onnur ikki komu til fyrr enn síðst í vikuni. Allir luttakararnir fingu tó høvið til at vera saman og venja at ganga á palli og tílíkt, áðrenn tað heila fór í gongd leygarkvøldið.


Dómararnir

Tað vóru sjey dómarar, ið høvdu ábyrgdina at gera av, hvør skuldi kjósast sum Føroya vakrasta sprund og kallur. Hesir dómarar vóru ikki tilvildarliga valdir, men høvdu flest allir okkurt tilknýti til tað, ið viðkemur útsjónd. Um ein spurdi hvat teir serliga løgdu dent á í dømingini, so var svarið stutt og greitt: Heildin. Ein útstráling og góður kropsburður, ið kundi skapa eina góða heild, var tað, ið hugt varð mest eftir. Men teir skuldu tó eisini velja genturnar burturúr, ið høvdu ávíkavist vakrastu bein og bestu húð, eins og tann mest ?fotogena? eisini skuldi hava eina virðisløn.


Kappingin byrjar

Tað var við einum væl uppløgdum Rasmus Magnussen handan mikrofonina, at lagt varð til brots við kappingini. Byrjað varð við svimjidraktunum og svimjibuksunum...

Havnagentan Annika F. Joensen var tann fyrsta, ið trein inn á pallin. Hon gongur oman ímóti dómarunum, smílist, fer síðani til báðar síðurnar og smílist til teirra, ið sita har, stillar seg frammanfyri dómarunum og smílist enn einaferð, áðrenn hon vendir bakið til og gongur av pallinum. Soleiðis skal tað gerast, og tað vistu hinir 22 luttakararnir eisini, ið komu so líðandi. Tað er heilt vist, at allir luttakararnir vístu stórt dirvi og sjálvsálit, og eingin teirra smæddist burtur ímillum inni á pallinum, hóast nógv fólk stóðu og hugdu at. Greitt var eisini, at tað fór ikki at vera nøkur løtt uppgáva, at vera dómari hetta kvøldið?


Mótasýning

Meðan bíðað varð eftir, at tey ungu fólkini fóru í onnur klæðir, sýndu handlar í miðbýnum okkum, hvussu heystmótin sær út í ár. Úrvalið var stórt bæði til yngri og eldri, og tað er vist, at eingin nýtist at ganga kaldur, nú heystið er í hondum. Tá mótasýningin var liðug, segði eitt umboð fyri íslendska landbúnaðarmálaráðið nøkur orð. Íslendingar áttu stóran part av æruni fyri, at hetta tiltakið yvirhøvur var vorðin veruleiki. T. d. var tað mesta av matinum latin av íslendingum. Og sjálvandi skal ikki gloymast, at tær báðar, ið skipaðu fyri tiltakinum, Rósa Ingolfdóttir og Guðny Gunnarsdóttir, báðar eru úr Íslandi.


Kappingin heldur fram

Kappingin var býtt upp í tveir partar, svimjiklæðir og síðani veitsluklæðir. Genturnar skuldu nú í fínar ?ballkjólar?, meðan dreingirnir skuldu í fínasta ?puss?. Tað var stuttligt at síggja allar tær vøkru genturnar í tílíkum kjólum, ið ikki eru so vanligir at síggja her á landi, meðan dreingirnir eisini sóu sera snøggir út í teimum fínu klæðningum. Teir høvdu allir eina reyða rósu í part, og onkur drongur var so nasadjarvur, at hann leyp niður av pallinum, gekk ímóti einari tilvildarligari gentu og gav henni rósuna. Tað sást skilliga, at fleiri av luttakarunum dámdu væl at vera á palli?


Vinnararnir skuldu finnast

Tá allir 23 luttakarnir høvdu verið inni á pallinum og vent fyri síðstu ferð, var tað uppgávan hjá dómarunum at koma við teimum endaligu úrslitunum. Men tað gekk ein góð løtu áðrenn dómararnir komu ásamt um tað heila. Ímeðan vaks spenningurin bara sohvørt, og tey vóru nógv, ið vóru sera spent. Spurdi ein nakrar av áskoðarunum, um hvør fór at vinna, var tað torført at fáa eitt greitt svar. Kappingin var heilt opin, og ein mátti bert brynja seg við tolni, til dómararnir høvdu tikið tær endaligu avgerðirnar?

Men bráðliga var tað heila klárt, og farið varð til verka við at kjósa vinnararnar í teimum ymisku greinunum. Tann mest ?fotogena? gjørdist Vígdis Kristiansdóttir úr Klaksvík. Tey vakrastu beinini hevði Vibeke M. Joensen úr Hvalba, eins og hon eisini hevði ta bestu húðina. Síðani varð farið í holt við at finna ársins sprund, og byrjað varð við nummar trý, ið gjørdist Fríða Ellingsgaard av Eiði. Nummar tvey gjørdist Vígdis Kristiansdóttir úr Klaksvík, og ársins sprund í Føroyum 1999 varð tann 20 ára gamla havnagentan Annika F. Joensen. Tað sást, at hetta kom sera óvart á hana, tí tað tóktist, sum hon ikki fataði tað beinanvegin. Hon stóð nelgd í gólvið eitt bil, áðrenn hon ovurfegin kom fram á pallin, fekk vakurleika krúnuna setta á høvdið og setti seg í heiðurssessin.

Men tað var ikki liðugt enn, ársins kallur skuldi eisini kjósast: Triðbestur gjørdist Pauli Højgaard av Skála. Nummar tvey varð Andreas Vilhelmsen av Argjum, meðan ársins føroyski kallur í 1999 varð tann 19 ára gamli havnadrongurin Rúni Nólsøe.

Alskyns gávulutir og brævbjálvar vórðu handaðir vinnarunum, áðrenn tey hond í hond gingu eina heiðursgongd omaneftir pallinum. Hetta var ein góður endabrestur til eitt stak hugnaligt kvøld, ið tó ikki var heilt liðugt enn, tí tónleikabólkurin Tangz skuldi spæla til konsert/dans langt út á náttina. Men tað mest týðandi var longu fingið frá hondini, ein væleyðnað Vakurleikakapping Føroya 1999?