Goyma seg aftanfyri fikublað

Hans Pauli Strøm heldur tað vera heilt burturvið, um Tjóðveldisflokkurin ikki tekur undir við uppskotinum um at broyta dagpeningaskipanina

? Grundgevingin hjá Tjóðveldisflokkinum, ið sigur, at ikki kann takast undir við uppskoti okkara um at boyta dagpeningaskipanina, heldur ikki. Tá lógin um dagpening kom fyri góðum 20 árum síðani, varð avgjørt, at hon skuldi vera undir almannaverkinum. Hetta er enn galdandi, og fá tímalønt dagpening frá Almannastovuni eftir annan sjúkradag. Men tá tað er í lagið, at landið skal fyri triðja, fjórða og fimta sjúkradag, eigur tað eisini at vera í lagi, at tað almenna rindar fyri fyrsta og annan sjúkradag, sigur Hans Pauli Strøm.

Tingmaður javnaðarfloksins sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur valt keina neyðloyst og goymir seg aftanfyri eitt fikublað, tí hann klárar ikki at síggja í eyguni, hvussu órættvíst tað er, at tey fastløntu og alment løntu skulu hava so nógv betri sømdir enn vanligi, tímalønti, arbeiðarin. Tí velur Tjóðveldisflokkurin, eftir hansara metan, bara at siga, at tað ikki ber til at taka undir við uppskotinum, tí tað ikki er rætt, at landið skal gjalda, um tú ikki ert førur fyri at møta til arbeiðis ein ella tveir dagar.


Arbeiðsgevarin gjalda

Hans Pauli Strøm vísir á, at tá Tjóðveldisflokkurin sigur, at arbeiðsgevarin skal rinda dagpeningin fyrsta og annan sjúkradagin, so má tað sama eisini vera galdandi triðja, fjórða, fimta dagin og so fram vegis. Tí heldur grundgevingin hjá Tjóðveldisflokkinum ikki, og er í staðin bert ein neyðhurð ella eitt líti fikublað, hann roynir at goyma seg aftanfyri.

? Eg eri eisini fyri, at arbeiðsgevarin skal gjalda ein part av dagpeninginum hjá teimum tímaløntu, og kemur trivnaðarnevndin eftir viðgerina av uppskoti okkara til eitt annað uppskot, har arbeiðsgevarin rindar sín part, vil eg meira enn fegin arbeiða fyri tí uppskotinum, sigur Hans Pauli Strøm, men vísir á, at trupulleikin hjá Tjóðveldisflokkinum er, at Fólkaflokkurin aldri fer at ganga við til, at arbeiðsgevarin skal gjalda eina dagpeningaskipan. Tískil heldur hann, at Tjóðveldisflokkurin bert roynir at parkera trupulleikan við at vera ímóti uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum.


Skeivur landsstýrismaður

Hans Pauli Strøm vísir harumframt á, at tá tosað verður um, at landsstýrið arbeiðir við eini loyns, verður tosað um skeivan landsstýrismál. Tað eigur at vera landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, ið eigur at arbeiða við málinum, men sum nú er, verður sagt, at Helena Dam á Neystabø arbeiðir við tí. Men javnaðarmaðurin ivast í, um Finnbogi Arge, sum er fólkafloksmaður, fer at koma við einum uppskoti, har arbeiðsgevarin skal rinda nakað, og vísir hann á, at aftur har fara grundgevingarnar hjá Tjóðveldisflokkinum í vaskið.