Hin 22. august sigst at nátin, ella havhestaungin er búgvin, og tískil er nú væl útliðið til náta. Ymiskt er, hvussu tøkan hevur hilnast kring oyggjarnar, men fleiri staðir verður latið illani at.
Heimildarmaður í Vági vil vera við, at vánaveður hevur forðað flestum vágbingum at sleppa út um fjarðarmunnan við Grønutanga. Menn í smábátum har suðuri hava sostatt roynt at tikið tað sum fallið er fyri á fjarðarleiðini, og fongurin hevur verið hareftir. Smábátarnir í Vági eru komnir til lands við einum 10 - 20 nátum.
Finningarmenn gjørdu bart
Onkur góð søga er kortini at frætta sunnan úr Vági. Sum kunnugt legði ein lítil grind beinini í Vági mánadagin, og lopransmenninir báðir, ið struku avstað við finningarhvalinum ætlaðu sær upprunaliga eftir nátum snimma tann morgunin. Grindin kom uppímillum, men móti miðdegi, tá tvøst og spik vóru komin til høldar, fóru teir báðir kortini til havs. Og væl eydnaðist, tí teir báðir finningarmenninir fingu 200 nátar?
Úr Vági frættist frá dúgligari stákan fríggjadagin, tá nógvir gjørdu seg til at fara í dag. Teirra mongu vágbinga er hesin leygardagurin seinasti møguleiki í ár.
Onki nátarok í Vágunum
Sørvingar siga fra sama skili sum vágbingar. Har vesturi hava fáir bátar hætta sær út um Tindhólm, og fongurin hevur verið hareftir hjá flestum teirra. Vesturi í Vágunum er eisini vanligt at flota bát á Sørvagsvatni í nátatíð, men eisini har á vatninum hevur langt verið ímillum nátarnar. Vágamenn eru vanir at taka nógvan náta, men í ár tykist niðurstøðan at vera, at onki nátarok spurdist burturúr.
Komu í vanda
Í Norðuroyggjum verður ikki dult fyri, at Hvannasunsmenn verða hilnir at verða royndastu nátamenninir. Teir hava í ár, sum undanfarin, lagt nógv fyri, og tað kemur klaksvíkingum til góða, tí tað er har í býnum, hópurin av hvannasundsnátum verður seldur.
Annars hevur tað viðrað stak illa har norðuri, og heimildarfólk vita at siga, at onkur, sum streyk til havs við skjóttgangandi báti, mundi komi illa fyri.
Verpur seint
Nú nátatíðin av álvara er farin at halla, ber til at siga, at hann er væl undansloppin í ár, og tað hevur kanska týdning fyri stovnin, sum frálíður.
Jens Kjell Jensen, fuglagranskari, í Nólsoy ger í hesum sambandi kortini vart við, at nátin ikki verpur fyrr enn um 10 ára aldur, og tí ganga nøkur ár áðrenn úrslitið sæst á stovninum.
Mong halda annars, at nátin tykist vera og verpa allastaðir, og at stóri stovnurin er ein beinleiðis hóttan móti øðrum fuglasløgum, ið eru hægri í metum millum manna. Sagt verður m.a. at nátin týnir lomvigarøkur og lundalond. Men sambært Jens Kjell er hetta ikki heilt rætt.
Verið góð við nátan
? Nógv bendir á, at nátastovnurin gongur aftur, og viðvíkjandi tí, at nátin er ein kúgari burturav, kann eg staðfesta, at nátin bert skumpar onnur fuglasløg burtur, um hesi longu eru illa fyri?
? Eg haldi, vit eiga at vera góð við nátan, tí hann gevur okkum nógv, ið onnur fuglasløg ikki megna. Hann býr í oyggjunum árið á tamb, og føðir okkum, bæði sum ungi og sum gamal náti. Harumframt eru nátaegg góð og stimbrandi føði, sigur fuglagranskarin í Nólsoy.
Nátin er, sum veingjabreiði súlukongurin, í stormfuglaættini, og henda fuglaætt gerst serliga gomul. Prógv eru fyri, at nátin, dugir hann nóg væl at snúgva sær, kann verða eini 60 ára gamal.