regla uttan undantak. Soleiðis var eisini hesaferð. Í hesum føri var undantakið Annita á Fríðriksmørk. Við at vísa á, at tíðin var komin til at strika skattalættan til fiskimenn, gav hon øllum tingmonnum [...] málið umrøtt í tinginum. Tað er nógv týdningarmiklari at taka støðu til um nakrir svøvnskarvar á einum hólma á Trongisvágsfirði skulu purrast út, ella hvat fiskivinnustevnugestir skulu hava at drekka afturvið [...] og vísti á, hvussu stóran týdning skattalættin til fiskimenn hevur havt fyri samfelagið. Ein teirra var tjóðveldismaður. Tað undrar ongan, at fleiri tjóðveldismenn eru ósamdir við partakvinnuna á Fríðriksmørk
nýtt fyri meg, tí eg havi als ikki luttik-ið aktivt í arbeiðinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyrr, sigur Rúna Sivertsen. Men hon er roynd í leikum, tí hon hevur sitið á tingi í seks ár, sum varafólk fyri [...] hvør veit um hon ikki eisini kennir onkrar loynistíggjar, soleiðis at lættari slepst á mál, ferðslutrygdini at frama. Tað einki dulsmál, at tey í Ferðslutrygd eru rættuliga hørm, fyri ikki at siga skuffað [...] skipan, sum ger mun á ymsu lógarbrotunum ? ella mistøkunum, sum tað mangan er talan um, sigur Rúna Sivertsen. Hon heldur, at tað at onkur fremur brot á treytaleysu víkiskylduni ikki eigur at verð revsað
er væl tjóðrað og fer ikki at flyta seg, so leingi verandi samgonga situr við stjórnarvaldinum í Føroyum. Tað ger Jenis av Rana, einasti maður á tingi fyri Miðflokkin og tungan á samgonguvágskálini, púra [...] hevði eingin avmarking verið longur, sigur Jenis av Rana. Føtur í spenn Eingin avmarking á hvør kann fáa skeinkiloyvi ljóðar sum søtur tónleikur í oyrunum á nøkrum, men ikki í oyrunum hjá Jenisi og hinum [...] sigur Jenis av Rana. Tí er tað eitt hjartamál hjá honum og flokkinum, at tað ikki skal gerast lættari hjá fólki at fáa hendur á rúsdrekka. Og hetta hjartamál er hann til reiðar at stríðast fyri. Eisini um
samfelagnum, sum ikki er tryggjaður, tí revsirætturin hongur við yvirfyri teimum, sigur Katrin Dahl Jakobsen, sum vegna Javnaðarflokkin hevur lagt uppskot fram á tingi um, at foreldur ikki longur skulu sleppa [...] komin til tað, at vit í Føroyum vísa umheiminum, at vit ganga ikki inn fyri harðskapi ímóti børnum. Í Íslandi fer eitt líknandi orðaskifti fram á Altinginum, og í øllum Norðanlondum er tað forboðið at revsa [...] vera loyvi at geva barninum eina oyrafiku ella ikki. Ella um tú nú tekur í eitt barn, verður tú so meldaður. Men tað hevur víst seg í Danmark, at fólk melda ikki tilburðir av hesum slagnum, greiðir Katrin
Herfyri stóð ein grein í Sosialinum, skrivað av Charlottu á Váli Olsen, sum tá umboðaði Miðflokkin á tingi, millum annað um tørvin á eini deild fyri fólk við skaða aftaná blóðtøppi ella bløðing í heilanum [...] longu er á Landssjúkrahúsinum. Vit hava frá deildini kunnað Charlotte á Váli Olsen um uppvenjingardeildina E3, men hon er kanska ikki tann einasta av okkara politikkarum og øðrum áhugaðum, sum ikki veit um [...] koma nógv longur: Við intensivari venjing síggja vit menn og kvinnur, sum ikki ein gongd megnaðu at bera høvdið, nakrar mánaðar seinni fara við stavi í hond gangandi av deildini. Ómøguligt á øðrum hei
flutning soleiðis, at Strandfaraskip Landsins ikki longur fer at røkja siglingina millum Skálafjørðin og Havnina. Nær farleiðin verður niðurløgd, er ikki endaliga avgjørt, men teir, sum sigla við gomlu [...] orsøkini hon, at teir ikki meta tað verða neyðugt við lógarbroyting fyri at fremja hesa ætlan. Fyritreytirnar í lagi Sosialurin var við gomlu Ternu úr Havn og inn á Skálafjørðin mikumorgunin. Á brúnni hittu vit [...] stólinum á leiðini suðureftir og stýrimaðurin á leiðini heimeftir. Saman við øðrum hevur Sámal Petur søkt Vinnumálastýrið um loyvi at sleppa at røkja farleiðina millum Skálafjørðin og Sund á privatum
meg við, at tað eri ikki longur eg, sum skal svara upp á tað, sum hevur við Fiskimálaráðið at gera. Jørgen Niclasen sigur seg tó ikki hava fingið so álvarsligan stoyt, at hann ikki ætlar at halda fram [...] Avgerðin varð tikin á tingfundinum, eftir at hann hevði staðfest, at meiriluti fór at vera fyri misálitisuppskotinum hjá andstøðuni. ?Tað var eitt øgiligt trýst, sum lá á mær, meðan eg var á røðarapallinum [...] ivaðist hann persónliga ikki í, tá hann kom á tingfundin hendan dagin. Allar frágreiðingar, sum komnar vóru, søgdu, at hann einki juridiskt skeivt hevði gjørt, vísir Jørgen Niclasen á. Men tá tjóðveldisfólk
samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, so er tað okkara skylda bæði sum politikkarar og ikki minst sum tvøráfólk, at halda eitt vakið eyga við, at loysnin, vald verður, ikki óneyðugt ger seg inn á eitt tað vakrasta [...] staðið á fjørðinum. Tí kann ein loysn, har Lítli Hólmur partvíst verður ífylla als ikki góðtakast uttan so, at allir aðrir møguleikar als ikki kunnu brúkast. Uppskotið um nýggju samferðsluhavnina á Tron [...] havnin tað sama kann liggja einar 50 til 100 metrar longur inni á fjørðinum móti Drelnesi, tí so nógv kunnu hasi viðurskiftini viðvíkjandi súgi ikki broytast. Men lat okkum síggja teknisku metingarnar
Formansskifti Beinta Anthoniussen, starvsnæmingur Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, er ikki longur formaður í fiskimannadeildini hjá Altjóða Flutningsarbeiðarunum, ITF. Nýggi formaðurin [...] hjá felagsskapinum. Her fundast tær hvør sær og eisini saman um felags mál. - Ein tílíkur fundur er ikki hissini tiltak. Her møta eini 1000 fólk úr eini 100 londum, og politikkurin verður stungin út fyri [...] tey komandi fýra árini, skrivar Óli Jacobsen í ársfrágreiðing Fiskimannafelagsins, sum varð løgd fram á landsfundi, 30. desember. Óli í 22 ár Føroya Fiskimannafelag hevur verið limur í ITF síðan einaferð
liva í ógvusligum broytingartíðum á mentanarøkinum. Altjóða mentanin otar seg longur og longur inn á føroyska mentan, og hetta setur serstakliga føroyska málið í vanda. Ikki tí at vit óttast fyri at okkara [...] og list. Tað skal vera okkara vón, at henda gongd fer at halda fram og at allir poltiskir flokkar á tingi framhaldandi fara at taka undir við einum góðum og positivum mentanarpolitikki. Vit finnast mangan [...] farna valskeiði rak ein bæði mennandi og uppbyggjandi mentanarpolitikk. Víst vórðu ikki øll lyfti hildin, men tað skerst ikki burt, at játtan til mentan og list varð hækkað. Tað tykist, sum samgongan framvegis