Løgtingsval
Saltangará:
Tað eigur at vera soleiðis, at allir løntakarar í samfelagnum eiga a fáa sama rætt til skattafrádrátt, sigur Kenneth Rasmussen í Saltangará, sum stillar upp til løgtingsvalið fyri Sjálvstýrisflokkin.
Hann vísir á, at í dag fáa fiskimenn ein skattafrádrátt upp á 15%, sum aðrir samfelagsbólkar ikki fáa. Tann munurin eigur at verða javnaður, so eisini onnur hava rætt til hendan frádrátt.
Vit sita í køkinum heima hjá Kennethi á Heiðavegi. Hann er heima í dag, tí knapt tvey ára gamli sonurin, Beinir, er sjúkur, og konan er til arbeiðis.
Júst eitt av stevnumiðum Kenneths er í hansara føri vorðið veruleiki, hóast hann kundi hugsað sær tað undir øðrvísi umstøðum.
Hann heldur, at møguleiki skal gevast foreldrum at vera heima hjá børnunum ein part av degnum fyri samsýning. Á tann hátt høvdu verðið fleiri ansingarpláss til teirra, sum av einihvørji orsøk velja ella noyðast at lata børnini á ansingarstovn.
Eisini hevði tørvurin á at byggja nýggjar stovnar minkað munandi, samstundis sum tann av foreldrunum, sum var heima, heldur ikki hevði mist sambandið við arbeiðsmarknaðin.
Strategiskur flokkur
?Eg velji Sjálvstýrisflokkin, tí hann liggur á eini strategiskari positión. Nær við alt og kann arbeiða saman við øllum, av tí at hann liggur á miðuni, sigur Kenneth Rasmussen.
Tað minnir ikki heilt einki um staðið, har Kenneth sjálvur býr her beint við høvuðsferðsluæðrina við Skálafjørðin. Bilarnir strúka framvið uttanfyri, og beint niðan fyri vegin er oljuhavnin. Eitt sindur longri úti liggja fleiri trolarar, bæði føroyskir, og eisini onkur útlendingur, og landa.
Á gólvinum hevur lítli Beinir funnið sær ein lítlan guitara og roynir at syngja kenda sunnudagsskúlasangin »Djúp og breið«, meðan hann av øllum alvi slær streingirnar.
?Sjálvstýrisflokkurin hevur í mun til støddina havt stóra ávirkan, ásannar Kenneth Rasmussen. Men tað kemur av, at hann kann arbeiða til báðar síður. Flokkurin er ikki læstur fastur á nøkrum veingi, vísir hann á.
Kenneth er sannførdur sjálvsstýrismaður av gamla stig fyri stig slagnum,
?Vit eiga at arbeiða fram móti búskaparligum sjálvbjargni, Ikki ov skjótt. Tí fer Sjálvstýrisflokkurin at forða fyri. Men heldur ikki ov seint. Tá fara vit at skumpa undir.
?Men vit eiga at náa fullum fíggjarligum sjálvbjargni, áðrenn vit fara at taka støðu til fullveldið. Tí ikki fyrr enn fólk hava upplivað, at búskapurin veruliga er sjálvberandi, hava tey førleika til at velja skilagott, vísir hann á.
Unga fólkið
Unga fólkið skal bera samfelagið víðari, og teimum vil Kenneth Rasmussen serliga veita góðar sømdir.
Hann vísir á, at skal fólk støðast úti um landið, er týdningarmikið at trivnaðurin er til staðar.
Tosað verður ofta um íbúðartrupulleikar í Havn, og at har má nakað gerast.
Kenneth Rasmussen er sannførdur um, at íbúðartrupulleikum í Havn sleppa vit undan við at byggja út aðrastaðni.
Eru kommunurnar kring landið til reiðar at taka í móti fólki við ansingarplássum, bústaðarmøguleikum innan fyri rímilig mørk og ymsum frítíðarmøguleikum, er einki til hindurs fyri, at fólk kunnu búgva ein til tveir tímar frá arbeiðsplássinum, sum ofta er í Havn ella har á leið.
Nógv ung fólk búgva uttanlands eitt ávíst áramál, og hjá mongum av teimum týðir tað einki at ferðast ein tíma ella tveir. Tey skulu bara hava nakað at koma aftur til, um tey yvirhøvur skulu fáast heimaftur.
Eisini má gerast nakað við inntøkuviðurskiftini hjá hesum ungu fólkunum. Tí tað er ein sannroynd, at rættiliga nógv av hesum ungu, sum seta búgv, hava væl minni eftir av lønini, enn eitt nú pensionistarnir hava. Hóast tað, at tað eru tey ungu, sum taka tey tungu tøkini.
?Ein møguleiki at minka um bústaðartrupulleikarnar kundi verið, sigur Kenneth Rasmussen, at latið fólk, sum hava bygt, sleppa at leiga út skattafrítt, um tað útleigaða økið er minni enn helvtin av sethúsunum.
Eisini sjálvur skattastigin skal broytast, sigur hann. Hann er ikki dagførdur í áravís og skal lagast eftir inntøkugrundarlagnum, sum tað er í dag.
Eitt nú skulu inntøkur upp á tveyhundrað- til hálvttriðjahundraðtúsund krónur skattast sum meðalinntøkur og ikki sum háinntøkur, sum gjørt verður í dag, sigur unga sjálvstýrisvalevnið í Eysturoy.
Arbeiði uttanlands
Frádrátturin til handverkarar, sum arbeiða uttanlands, eigur at umskipast, sigur Kenneth Rasmussen.
Hann vísir á, at landstyrismaðurin við fíggjarmálum hevur handfarið tað málið heldur jánkasliga.
Fyrst varð frádrátturin lækkaður frá 600,- til 300,- krónur um dagin. Og ætlanin var at fara niður á 100,- krónur. Men tað varð slept, tí her nærkaðist ov nógv vali til, at tað varð hildið ráðiligt, sigur Kenneth Rasmusssen.
Lækkingin niður í helvt hevur havt við sær, at handverkarar, sum arbeiða uttanlands eru farnir at nýta eina aðra reglu, sum ætlað var embætisfólki ella øðrum, sum vóru burtur í styttri tíðarskeið enn tær átta vikurnar, sum handverkarin skuldi vera burtur fyri at fáa frádrátt.
?Talan er í grundini um eitt slag av misnýtslu, tí reglan varð ikki ætlað til tað, hon verður brúkt til í dag, sigur Kenneth Rasmussen.
Hann vísir á, at tað eigur at verða gjørt soleiðis, at handverkarar, sum fara uttanlands at arbeiða, skulu fáa fulla frádráttin aftur, treytað av, at teir arbeiða fyri eitt føroyskt felag, og ikki bara fara sum einstaklingar. Á tann hátt leggja teir vitan eftir seg í Føroyum og styrkja tær fyritøkurnar, sum eru her, og tað eiga teir at fáa samsýning fyri.