Snýr seg um at flyta mørk

Katrin Dahl Jakobsen hevur vegna Javnaðarflokkin lagt uppskot fram á tingið um, at foreldur ikki longur skulu sleppa at revsa síni børn likamliga

? Allir flokkar hava uttan iva í síni virkisskrá ein part, sum snýr seg um børn. Og vit hava nú tosa um hetta at føroyingar framvegis kunnu revsa síni børn. Tað er bert hesin bólkurin í samfelagnum, sum ikki er tryggjaður, tí revsirætturin hongur við yvirfyri teimum, sigur Katrin Dahl Jakobsen, sum vegna Javnaðarflokkin hevur lagt uppskot fram á tingi um, at foreldur ikki longur skulu sleppa at revsa síni børn likamliga.
Javnaðarflokkurin metir, at tíðin er nú komin til tað, at vit í Føroyum vísa umheiminum, at vit ganga ikki inn fyri harðskapi ímóti børnum. Í Íslandi fer eitt líknandi orðaskifti fram á Altinginum, og í øllum Norðanlondum er tað forboðið at revsa síni børn.
? Uppskotið snýr seg yvirhøvur um likamliga revsing. Vit skulu fortelja okkum sjálvum og umheiminum, at vit góðtaka ikki harðskap, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Hon heldur, at virkningurin av hesi lógini fer at hava við sær, at tað fer at minka um harðskap, har harðskapur verður framdur.
? Fólk hefta seg við praktiseringina av hesi lógini. Um tað skal vera loyvi at geva barninum eina oyrafiku ella ikki. Ella um tú nú tekur í eitt barn, verður tú so meldaður. Men tað hevur víst seg í Danmark, at fólk melda ikki tilburðir av hesum slagnum, greiðir Katrin Dahl Jakobsen frá.
Hon sigur, at við lógini skalt tú flyta mørk, tá tað snýr seg um hugburð. Nýggja ættarliðið góðtekur minni og minni harðskap.
? Okkara uppgáva er at siga, at vit góðtaka ikki harðskap, tí børn taka hetta við sær út í lívið, sigur Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin at enda.