Jenis hevur rúsdrekkalógina í tjóðri

Tað verður ikki undir sitandi samgongu, at rúsdrekkalógin verður broytt, soleiðis at skeinkiloyvi kunnu gevast til einstøk almenn tiltøk. Einsamalli tingmaðurin hjá Miðflokkinum er ikki fyri einari slíkari broyting, og hann vikast ikki

Rúsdrekkalógin er væl tjóðrað og fer ikki at flyta seg, so leingi verandi samgonga situr við stjórnarvaldinum í Føroyum.
Tað ger Jenis av Rana, einasti maður á tingi fyri Miðflokkin og tungan á samgonguvágskálini, púra greitt.
Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, royndi fyrr í ár at leggja eitt broytingaruppskot fyri tingið, sum skuldi gera tað møguligt hjá einstøkum tiltøkum at fáa skeinkiloyvi. Soleiðis kundi Norrøna sambært uppskotnu broytingunum fingið skeinkiloyvi í nakrar dagar, nú hon virkar sum hotelskip fyri Fish Fair stevnuna. Men broytingaruppskotið varð broytt eftir kravi frá Miðflokkinum.
 
Gummiparagraffur
- Vit í Miðflokkinum sóu ætlaðu broytingina sum eina leysgeving av rúsdrekkalógini, og tað fer Miðflokkurin ongantíð at ganga við til, sigur Jenis av Rana. Eftir hansara tykki innihelt ætlaða broytingin ein gummiparagraff um, at skeinkiloyvi kundu flytast frá einum stað til eitt annað í avmarkaða tíð, sum sambært formanni Miðfloksins kundi verið misnýttur og hevði verið misnýttur um so var, at broytingin bleiv samtykt.
- Vit vita at alt, sum kann misnýtast verður misnýtt og handan lógarbroytingin hevði í roynd og veru givið alt púra leyst. Tað hevði blivið ein vinnuvegur at leiga skeinkiloyvir út, og tá hevði eingin avmarking verið longur, sigur Jenis av Rana.
 
Føtur í spenn
Eingin avmarking á hvør kann fáa skeinkiloyvi ljóðar sum søtur tónleikur í oyrunum á nøkrum, men ikki í oyrunum hjá Jenisi og hinum í Miðflokkinum.
- Rúsdrekka oyðileggur samfelagið meira enn nakar droymir um. Tað drepur, sindrar familjur og ger fólk sjúk, sigur Jenis av Rana.
Tí er tað eitt hjartamál hjá honum og flokkinum, at tað ikki skal gerast lættari hjá fólki at fáa hendur á rúsdrekka. Og hetta hjartamál er hann til reiðar at stríðast fyri. Eisini um tað kostar politisk samstørv.
- Vit eru komnir í samgongu fyri at gera okkara ávirkan galdandi, har vit kunnu. Vit kunnu ikki fremja tær broytingar í rúsdrekkalógini, sum vit ynskja, tí tað eru vit ov smáir til. Men vit kunnu forða fyri leysgeving av lógini, og so leingi vit sita í samgongu, verður eingin lógarbroyting framd, sum ger tað lættari at fáa hendur á rúsdrekka. So einfalt er tað, sigur Jenis av Rana.
 
Samgongufund um rúsdrekka
Sama boðskap gav hann eisini løgmanni í einum brævi, eftir at vinnumálaráðharrin hevði sent sítt broytingaruppskot til hoyringar hjá teimum fýra samgonguflokkunum.
Tað fekk løgmann at kalla inn til samgongufund um ætlaðu broytingarnar í rúsdrekkalógini. Úrslitið av fundinum var, at broytingaruppskotið varð broytt, soleiðis at tann parturin, sum heimilaði skeinkiloyvishavara at standa fyri skeinkingini til støk tiltøk sum størri samkomur, ráðstevnur, veitslur og líknandi, varð tikin úr broytingini. Eftir í uppskotinum vóru tá bert lógartekniskar broytingar.
 
Ódramatiskt
Søgur ganga um, at hesin samgongufundurin var rættiliga dramatiskur, men sambært Jenisi av Rana var tað øvugt.
- Fundurin var púra ódramatiskur. Eg segði sum var, at hatta kundi Miðflokkurin undir ongum umstøðum ganga við til, og tað varð tikið til eftirtektar, sigur Jenis av Rana, sum tó ikki dylir fyri, at tað helst hevði verið ein onnur søga, um støða Miðfloksins ikki var tikin til eftirtektar av samgongufeløgunum..
Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, segði við Sosialin í gjár, at hann mátti bara staðfesta, at broytingaruppskotið ikki vann frama í samgonguni og legði afturat, at løgmaður segði honum, at tað kundi fáa fylgjur fyri framtíðina hjá samgonguni, um hann legði uppskotið fram í sínum upprunaliga líki.