Herfyri stóð ein grein í Sosialinum, skrivað av Charlottu á Váli Olsen, sum tá umboðaði Miðflokkin á tingi, millum annað um tørvin á eini deild fyri fólk við skaða aftaná blóðtøppi ella bløðing í heilanum (apopleksi): »Einari apopleksideild, har sjúklingarnir kunnu vera í tryggum hondum hjá útbúnum fólki«. Hetta vísir greitt, at greinskrivarin als einki visti um, at tílík deild longu er á Landssjúkrahúsinum. Vit hava frá deildini kunnað Charlotte á Váli Olsen um uppvenjingardeildina E3, men hon er kanska ikki tann einasta av okkara politikkarum og øðrum áhugaðum, sum ikki veit um E3, tí hendan grein við kunnan um deildina og søgu hennara.
Frá almennari heiliráðdeild til serdeild
Nógv munnu minnast sparingarnar, sum vóru av tí mesta fyrst í 90-unum. Á røktar og heiliráðdeild E2/E3, sum heldur til í tí langa svarta bygninginum frammanfyri Landssjúkrahúsið, vístu sparingarnar seg við afturvendandi hóttanum um niðurskering ella niðurlegging av deildini, og sýntust vónirnar fyri at varðveita deildina sera lítlar.
At tørvur var á hesum bæði røktar- og heiliráðplássum, var tó eingin ivi um, tí deildin var altíð fullsett. Men arbeiðsumstøðurnar versnaðu støðugt av tí ótryggleika, sum tær afturvendandi hóttanirnar góvu, samstundis sum starvsfólkið á deildini vildi berjast fyri at varðveita deildina.
Tí tók røktarstarvsfólkið stig til nýhugsan um júst eina intensiva uppvenjingardeild fyri tey, sum vóru rakt av apopleksi. Tær vunnu sær neyðugan kunnleika um uppvenjingarhættir og fingu fysioterapeutar og ergoterapeutar við í arbeiðið. Tá tær vendu sær til sjúkrarøktarleiðsluna á Landssjúkrahúsinum, vórðu tær væl móttiknar.
Skjótt frá hugsan til verka
Longu í 1991 var deildin, sum fevndi um 9 pláss, í gongd! Bæði sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkrahjálparar fingu upplæring í dagligari venjing av apopleksisjúklingum, soleiðis at venjingin ikki einans fer fram, meðan sjúklingurin er í fysioterapi ella ergoterapi, men hvørja ferð eitthvørt skal fara fram: Tá sjúklingurin fer í og úr song, flytir úr einum stóli í annan, skal vaska sær, undir brúsu, lata seg í, fáa sær at eta/drekka, stutt sagt undir øllum dagligum handlingum. Fyri at styrkja musklarnar og fyribyrgja feilstøður í musklum/liðum verður stórur dentur lagdur á, hvussu ein liggur í seingini, situr í stólinum og at gera dagligar venjingar, áðrenn farið verður í gongd við dagsins verki.
Hetta er sjálvandi sera orkukrevjandi, og tí mátti normeringin (starvsfólkaprosent per sjúkling) vera hægri enn á hinum heiliráðdeildunum. Men úrslitini vóru samstundis sera sjónlig: Sjúklingar, sum higartil vórðu liggjandi í seingini og kanska lyftir upp at sita av 2 portørum, kundu nú við hjálp av einum fólki fáast upp at sita og kanska standa! Eisini tað, at fáa ein tungan røktarsjúkling til ein lættan, er ein stórur vinningur. Fyri tann einstaka sjúklingin merkti hetta, at hann ella hon, um umstøðurnar annars vóru nøktandi, kundi sleppa heimaftur og luttaka í heimlívinum, í staðin fyri at vera vístur til røktarheim, um pláss var, ella bara tað at vera seingjarliggjandi heima.
Aðrir sjúklingar komu og koma nógv longur: Við intensivari venjing síggja vit menn og kvinnur, sum ikki ein gongd megnaðu at bera høvdið, nakrar mánaðar seinni fara við stavi í hond gangandi av deildini.
Ómøguligt á øðrum heiliráðdeildum
Hesi úrslit eru ómøgulig at røkka á deildum, sum eisini hava sjúklingar við øðrum sjúkum. Fyri tað fyrsta tí, at tey ofta ikki hava orku til tess, og fyri tað næsta, tí at tað at røkta apopleksisjúklingar krevur serkunnleika og seráhuga.
Brek, sum ikki eru at síggja
Ein annar sera týdningarmikil partur av arbeiðinum á E3 er saman við ergo- og fysioterapiini at uppdaga og greina brek, sum kunnu koma av heilaskaðanum, men sum ein ikki verður varur við, uttan at ein veit, at tey kunnu vera har. Til dømis kann rúm-, tíðar-, krops- ella sitatiónsfatanin vera skadd soleiðis, at ein maður ella kvinna, sum gongur væl og fær brúkt báðar hendur, ikki dugir at kenna klokku ella uppliva tíðarlongd, ikki dugir at skyna avstand ella ikki dugir at uppfata samskiftið manna millum/ í einum felagsskapi. Hesir skaðar kunnu kanska venjast uppaftur, og í øllum førum kann tann brekaði, og ikki minst kunnu familjan/tey nærmastu fáa kunnleika um brekið og læra at liva við tí.
Tað er ikki torført at hugsa sær, hvussu trupla støðu fólk kunnu koma í, tá tey koma heim, um hesi brek ikki eru vorðin kend undir innleggjanini. Til dømis tá ein maður, sum ikki kann meta um avstand fer at koyra bil!
Somuleiðis er uppvenjingin av teimum, sum hava expressiva ella impressiva afasi (ikki fáa tosa ella ikki skilja tað, ið sagt verður) saman við talulæraranum sera týdningarmikil.
Vón um betri arbeiðsumstøður
Røktarstarvsfólkið á E3 hevur í fleiri ár barst fyri at fáa betri umstøður til deildina. Bygningurin er gamal og uppslitin, bygdur fyribils fyrst í 1960?unum og ofta ber ikki til at gera arbeiðið so væl, sum til hevði borið við størri og meira hóskandi hølum. Sera nógv arbeiðsorka fer óneyðuga. Sum dømi, kunnu vit nevna støðuna við máltíðirnar: Sjúklingarnir mugu oftast hava sítt fasta pláss, alt eftir hvussu teir eru lammaðir ella skaddir. Tí hendir tað við hvørja máltíð, at ein ella fleiri sjúklingar mugu flytast fyri at fáa rúm fyri øðrum sjúklingum, sum koma seinni til borðs ? ella um tann, sum situr innast skal frá borðinum! Hetta tí, at bert fáir sjúklingar fáa gingið sjálvir, og flestu sita í koyristóli.
Eitt annað átrokandi mál er, at fáa rúm og umstøður til at móttaka akuttar apopleksisjúklingar. Hagtøl uttanlanda vísa, at framtíðarvónirnar eru so nógv betri, um hesir sjúklingar verða innlagdir beinleiðis á eina serdeild, tí nógvir óbøtandi skaðar henda tey fyrstu døgnini aftaná blóðtøppin/bløðingina.
Tíverri er E3 als ikki við í hugsanini, nú nýbygningur tekur útsýnið frá núverandi deild.
Bert 5-7 pláss
Í 6 av teimum seinastu 7 mánaðunum í 2002 vóru 4 av teimum 9 seingjarplássunum stongd vegna sparingar og starvsfólkatrot. Fyrst í januar opnaðu 2 pláss aftur, tað vil siga, at deildin í løtuni einans hevur 7 seingjarpláss.
At hetta ber til, at ófatuligt, tí árliga fáa millum 70 og 100 fólk í Føroyum apopleksi, og vísa serfrøðingar uttanlanda á, at øll, sum fáa apopleksi, eiga at verða innløgd til kanningar og viðgerð, so sjálvt 9 pláss eru alt ov fá! Verða tey raktu ikki innløgd, er tað stórur menniskjansligur missur bæði fyri tann sjúka og teirra avvarðandi.
At hetta peningaliga eisini er sera kostnaðarmikið vísa kanningar í øðrum londum.
Sparing í løtuni kann verða kostnaðarmikil
Í 1994 kom eitt rit frá Sunnheitsstýrinum við heitinum »Apopleksibehandling ? fremtidig organisation« greidd úr hondum av arbeiðsbólki viðvíkjandi viðgerð av apopleksi. Seinasti partur í ritinum nevnist »Ressourcemæssige overvejelser« og har verður sagt: »Internationalt er skjalprógvað, at sjúklingar, sum verða viðgjørdir á apopleksideildum, verða skjótari útskrivaðir og við einum betri virkistøði enn sjúklingar, sum verða viðgjørdir á traditionellan hátt. Samstundis verður deyðiligheitin niðursett. Tey góðu úrslitini sýnast fyrst og fremst at koma av skjótt byrjaðari relevantari sjúkrarøkt/rehabilitering«. (s. 73-74) og: »Royndirnar vísa, at tann intensiva hjálpin gevur styttri liggitíð og harvið lægri sjúkrahúsútreiðslur. Samstundis hava sjúklingarnir eitt betri virkisstøði aftaná útskrivanina, sum gevur færri útreiðslur til endur-uppvenjing, sosialar útreiðslur við meira«. (s. 75)
Við hesum í huga saman við teimum royndum vit hava frá E3 hesi árini, hon hevur virkað, heita vit á okkara politikkarar at virka fyri, at intensiva uppvenjingardeildin fyri apopleksirakt í Føroyum fær høvi til at verða útbygd.
Og meðan hugsað verður um sparingar/brúk av ressoursum, er kanska gott at minnast til, at talið av apopleksiraktum komandi ár helst ikki lækkar men hækkar, tí talið av eldri eins og talið av fólkum við hjarta-karsjúkum og sukursjúku økist, og júst hesir bólkar eru útsettir fyri at fáa blóðtøpp ella bløðing í heilan.
??????
Vegna røktarstarvsfólkið á E2Sólbjørg Símunarson og Monica Brickman, sjúkrarøktarfrøðingar
E3, 23. januar 2003