Ungu menninir skulu læra at virða bilin

Ungu menninir millum 18 og 24 ár eru stóru syndararnir í ferðsluni. Teir skulu ikki hava so lætt við at fáa koyrikort, sigur nývalda forkvinnan í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum ætlar at virka fyri eini skipan við royndarkoyrikorti til ung undir 25 ár

Eirikur Lindenskov

? Eg føli hetta sum eina stóra ábyrgd, og eg ætli mær ikki at liggja á teirri løtu síni.
Hetta sigur Rúna Sivertsen, sum mikudagin í síðstu viku varð vald til forkvinnu í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hon tekur við eftir Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur sitið sum formaður í ráðnum seinastu tíggju árini.
? Hetta er tó nakað nýtt fyri meg, tí eg havi als ikki luttik-ið aktivt í arbeiðinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyrr, sigur Rúna Sivertsen.
Men hon er roynd í leikum, tí hon hevur sitið á tingi í seks ár, sum varafólk fyri Anfinn Kallsberg, fyrst tá hann gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum í 1996 og seinni tá hann gjørdist løgmaður í 1998.
Í dag starvast Rúna Sivertsen sum partíðarblaðfólk á Sosialinum.
At fáa ein fyrrverandi politikara at standa fyri nevndararbeiðnum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd er helst ikki av leið, tí hon kennir, hvussu knortlutar politiskur tilgongdinar kunnu vera ? og hvør veit um hon ikki eisini kennir onkrar loynistíggjar, soleiðis at lættari slepst á mál, ferðslutrygdini at frama.
Tað einki dulsmál, at tey í Ferðslutrygd eru rættuliga hørm, fyri ikki at siga skuffað av, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki er komin longur við arbeiðinum við null-hugsjónini.
Fráfarni formaðurin gjørdi bart í formansfrágreiðing síni, at vit í Føroyum als einki ferðslupolitiskt stavnhald hava, og at ein gomul, pjøssað ferðslulóg er okkara leiðararstjørna.
Rúna Sivertsen hevur skilt, hvussu hørm tey eru um lagnuna, sum null-hugsjonin higartil hevur fingið, og hon ætlar at leggja til brots har, sum ráðið er komið nú.
? Eg eri so mikið heppin, at eg komi upp í hetta arbeiðið júst sum álitið »Ávegis til nullhugsjónina« er liðugt. Hetta er eitt sera gott og væl úr hondum greitt álit. Hetta er samstundis ein handbók við nógvum hentum upplýsingum.
Og tað er upplýsingin, sum er besta amboðið at bæsa teim mest skilaleysu vanlukkunum, heldur nýggja forkvinnan.
? Vit mugu fáa fólk - og serliga ungfólk - at skilja, ella at virða bilin. Tað valdar alt ov stór líkasæla hjá mongum teirra, og tað endar ofta syrgiliga, heldur Rúna Sivertsen, sum ætlar at leggja doyðin at at ávirka hugburðin hjá fólki í ferðsluni um alt frá skilaleysari koyring hjá ungum monnum, til vaksin fólk, sum ikki taka trygdarbeltið í álvara og tey, sum sýna sína líkasælu við at lata børnini sita ella standa leys í bilinum.
Hon hon meinar tað, tá hon sigur, at tað eru teir ungu menninir sum eru stóru syndararnir. Hetta prógva hagtølini eisini, at teir størstu syndararnir eru menn millum 18 og 24 ár.
Rúna Sivertsen heldur, at tað skal ikki verða so lætt hjá ungum monnum at fáa koyrikort, sum tað er í dag.
? Eg kundi hugsað mær eina skipan við royndarkoyrikorti. Eg dugi ikki longu nú at siga, hvussu hetta kann gerast í praksis, men eg veit, at í Íslandi hava tey verið heppin við slíkari skipan. Í øllum førum, so vil eg virka fyri, at vit fáa eina skipan, sum ger mun á ymsu lógarbrotunum ? ella mistøkunum, sum tað mangan er talan um, sigur Rúna Sivertsen. Hon heldur, at tað at onkur fremur brot á treytaleysu víkiskylduni ikki eigur at verð revsað eins hart, sum tá onkur koyrur við 200 km/t og kanska drepur fleiri fólk.
Hon hugsar sær eina skipan við klippikorti, soleiðis at um tú savnar tær saman 12 klipp eftir trimum árum, so missir tú koyrikortið, og so fært klipp, eitt ella fleiri, alt eftir, hvussu álvarsamt ferðslubrotið er. Eftir trimum árum fella klippini burtur.
Rúna Sivertsen er sannførd um, at okkurt munagott má gerast. Hon er eisini sannførd um, at landsstýrismaðurin fer at leggja uppskot til samtyktar fyri tingið um, at null-hugsjónin skal verða okkara ferðslupolitiska stevnumið. Null-hugsjónin, sum sigur, at eingin skal doyggja ella verða álvarslgia meiddur í ferðsluni.
? Eg ivist onga løtu í, at eitt samt løgting fer at samtykkja hatta uppskotið, tí í hasum er eingin partapolitikkur, men hatta er eitt mál, sum vit øll kunnu semjast um, sigur hon.
Rúna Sivertsen sigur, at sjálvandi kann ein slík samtykt koma at kosta pengar. Men tað veldst eisini um, hvussu farið verður fram. Hon heldur,at í fyrsta umfari, so eigur man at fylgja null-hugsjónini, tá nýggir vegir og farleiðir verða gjørd, og so kunnu ábøturnar á verðandi vegakervið gerast so við og við. Hon sigur eisini, at sum ein nátúrligur partur av hesum, so krevur tað eina hækkaða játtan til Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum bara fara eina lítla millión úr landskassanum, meðan vanlukkurnar kosta okkum um 200 milliónir um árið.
Annað mál, ið nýggja forkvinnan kundi hugsað sær at tikið upp, var broytingini, ið gjørd var í ferðslulógini um, at tú ikki missir koyrikortið beinanvegin, um tú koyrir meira enn 110 á landsvegunum í Føroyum.
? Eg haldi, at hatta var ein óheppin broyting. Fyrr visti tú, at koyrdi tú ov skjott, og tú vart tikin, so fall dómurin eirindaleysur, og tú misti koyrikortið. Soleiðis er ikki í dag, og at fáa t. d. 5.000 kr í bót er altso ikki tað sama ? og als ikki líka harður dómur ? sum at missa koyrikortið í hálvt ár. Eg ætli mær at virka fyri, at henda broyting aftur verður broytt, sigur Rúna Sivertsen.
Hon vísir samstundis á, at man heldur eigur at virka fyri at áseta ymisk ferðamark alt eftir umstøðunum..
Rúna Sivertsen ætlar sær at hava neyvt samstarv við fjølmiðlarnar í sínum arbeiði. Hon sigur, at tað ber ikki til at fremja uppslýsandi virksemi, um tú ikki hevur fjølmiðlarnar við, og tí fer hon at leggja áherðslu á tann partin ? tí, sum hon sigur, tað snýr seg um upplýsing?