Jólakortini mugu ikki fara fyri bakka

Aftur í ár fara næmingar í fólkaskúlunum at senda jólakort. Tað eru Føroyar Lesa, Føroya Lærarafelag og Posta, sum skipa fyri átakinum.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya lærarafelag, og Eilen Anthoniussen, samskipari hjá Føroyar lesa

Hugskotið bleiv fyrstuferð roynt í fjør. Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya lærarafelag, og Eilen Anthoniussen, samskipari hjá Føroyar lesa, siga at nógv fingu gleði av stóru bylgjuni av jólakortun, sum blivu send avstað.

 

Átakið hóskar væl til dagliga virksemi í skúlunum.

 

- At skriva er tað sum vit gera til dagligt í skúlunum, men nú gevur tað meining at skriva við hond, sigur Jacob Eli S. Olsen.

 

Børnini fáa høvið at skriva við hond, og senda onkrum tey eru góð við ein tanka.

 

- Í hondskriftini liggur nógv meira, enn tað ger í tí sum er skrivað við teldu, tí hvør bókstavur sigur eitt sindur um tann sum skrivar.

 

Sí fleiri myndir her in.fo - fyrst og fremst

 

At skriva jólakort er gamal siður, og vónin er at blása nýtt lív í siðvenjuna.

 

- Hetta er eitt átak sum hyggur aftur í tíð. Hetta er ein siður sum ikki má fara fyri bakka, og eg haldi at tað hevur eydnast at blása lív í.   

 

Lena Nicolajsen hevur teknað jólakortið í ár. Í fjør var tað Heiðrikur á Heygum sum teknaði.​

 

- Vit royna at hava listafólk sum duga væl at tekna.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya lærarafelag, og Eilen Anthoniussen, samskipari hjá Føroyar lesa

5.b. í skúlanum á Argjahamri skrivaði jólakort í dag

Lena Nicolajsen hevur teknað jólakortið