Skálafjarðaleiðin
Løgtingið hevur nú endaliga avgjørt at broyta lógina um farma-og ferðafólkaflutning soleiðis, at Strandfaraskip Landsins ikki longur fer at røkja siglingina millum Skálafjørðin og Havnina. Nær farleiðin verður niðurløgd, er ikki endaliga avgjørt, men teir, sum sigla við gomlu Ternu, rokna við, at siglt verður hendan mánaðin aftrat; síðan verður helst givist, 1. mars. Øll manningin við gomlu Ternu ? 5 í tali ? eru avloysarar, og tí er eisini óvist, hvat hesir hava í væntu hjá Strandferðsluni, nú siglingin millum Skálafjørðin og Havnina verður niðurløgd.
Við fyrru atkvøðugreiðsluna á tingi vóru 23 løgtingslimir fyri at niðurleggja farleiðina og 6 ímóti. Við triðju og seinastu viðgerð vóru 20 fyri og 7 ímóti. Tað eru tinglimir Sambandsfloksins, sum hava verið ímóti at niðurleggja við lóg, men sum skilst, er ein partur av orsøkini hon, at teir ikki meta tað verða neyðugt við lógarbroyting fyri at fremja hesa ætlan.
Fyritreytirnar í lagi
Sosialurin var við gomlu Ternu úr Havn og inn á Skálafjørðin mikumorgunin. Á brúnni hittu vit stýrimannin, Sámal Petur í Grund, sum hendan morgunin sat við stýripinninum. Teir hava ta skipan, at skiparin situr í stólinum á leiðini suðureftir og stýrimaðurin á leiðini heimeftir.
Saman við øðrum hevur Sámal Petur søkt Vinnumálastýrið um loyvi at sleppa at røkja farleiðina millum Skálafjørðin og Sund á privatum grundarlagi.
Brævið til Vinnumálastýrið er dagfest, 18. september, og 17. januar hevur Vinnumálastýrið sagt seg vilja geva hetta loyvi, um fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi, at Skipasýnið góðtekur skipið, og at lógin um farma-og ferðafólkaflutning verður broytt.
- Vit hava havt neyvt samband við Vinnumálastýrið alla tíðina, og nú lógin er broytt, eru fyritreytirnar fyri loyvinum í lagi, sigur Sámal Petur í Grund.
Í november vóru teir, sum ætla sær undir hesa farleið, í Noregi og hugdu at skipum, og líkt er ikki til, at tað verður nakar trupulleiki at finna eitt hóskandi skip til endamálið.
Sámal Petur sigur, at áhugin er størstur fyri einum skipaslagi, sum er eitt sindur størtri enn Dúgvan. Hetta skipið er nakað longri og breiðari enn Dúgvan.
- Skipaslagið, vit hugsa um, hevur tvey bildekk, har ovara dekkið er opið, meðan tað niðara er afturlatið. Henda ferjan hevur pláss fyri umleið 80 persónbilum ? ella umleið 6 trailarum á hvørjum túri. Dúgvan hevur hinvegin pláss fyri 40 persónbilum, sigur hann.
Rullandi eindir
Sámal Petur sigur, at teir eru ógvuliga spentir uppá hesa ætlan, og hann ivast onga løtu í, at hon verður veruleiki.
- Nú lógin er broytt, og fyritreytirnar eru tær røttu, er okkara gerandisdagur byrjaður ? á tann hátt, at nú kunnu vit miðvíst fara at leggja til rættis smálutirnar, og hvussu tíðarætlanin annars skal síggja út.
Hann dugir tó ikki at siga í løtuni, nær lagt verður til brots, men væntar, at gevst gamla Terna at røkja Skálafjarðaleiðina, 1. mars, verður ein tíð, har eingin sigling verður millum Skálafjørðin og Havnina.
- Eg haldi, vit kunnu siga, at kanningararbeiði hjá okkum er liðugt, og vit meta, at grundarlag er fyri hesi farleið.
Sámal Petur dylur ikki, at grundarlagið undir farleiðini í fyrsta lagi verður tær rullandi eindir, sum nú einaferð flyta seg millum Eysturoynna og meginøkið, og hesar eru ikki fáar og smáar, nú fiska-og farmaflutningurin millum oyggjarnar er so stórur.
- Vit hava eisini fingið eina oljuvinnu, sum við tíðini kemur at hava brúk fyri skipaðum flutningi millum Eysturoynna og meginøkið, sigur hann.
Sámal Petur vísir á, at stigtakararnir til nýggju farleiðina hava umrøtt ætlanina við tey stóru flutningsfeløgini, sum taka sær av fiskaflutninginum.
- Her er umráðandi at skipa so fyri, at nýggja farleiðin kemur at tæna báðum pørtum
til gagns, sigur Sámal Petur í Grund.
Sterkt felag
Ætlandi verður eitt partafelag stovnað, sum kemur at taka sær av siglingini millum Skálafjørðin og Sund, og stigtakararnir miðja eftir, at hetta verður eitt sterkt felag.
Væntandi verða einir 5 mans við ferjuni, sum fer at røkja hesa farleið. Neyðugt verður so eisini við avloysarum.
Lítið man vera at ivast í, at ætlanin hjá Sámal Peturi og øðrum er skilagóð, tá ið havt verður í huga, hvussu stórur flutningurin við Dúgvuni var í sínari tíð.
Seinastu árini hevur gamla Terna røkt Skálafjarðasiglingina, og tað kunnu ikki vera fleiri meiningar vera um, at skipið er totalt óegnað.
Gamla Terna tekur ongar bilar og ongan farm og sum skip, lýkur hon ikki tey krøv, sum ferðafólk seta til ein hóskandi flutning í dag. Er veðrið vánaligt, fara fólk snøgt sagt ikki umborð á Ternuna.
Ætlanin hjá Sámal Peturi og øðrum er at sigla á Sund, fleiri túrar um samdøgnið, og longu nú koyrir Bussleiðin í Havn millum Havnina og Kollafjørð.
Verður rætt atborið, kann eitt hóskandi skip saktans taka sær av fiskaflutninginum við trailarum av Skálafjørðinum vestur í Vágar, Suðurstreym, Sandoynna og Suðuroynna.
Her eru nógvir møguleikar, sum tað almenna ongantíð hevur dugað at sæð.