Oddagrein·Eitt gott tiltak

Mikukvøldið vórðu Aksel Tórgarð og Gunnar Hoydal heiðraðir í Norðurlandahúsinum. Aksel Tórgarð fekk Heiðursgávu Landsins og Gunnar Hoydal fekk Mentanarvirðisløn Landsins. Hetta er ein hending, ið allir føroyingar eiga at fegnast um.

Vit føroyingar klandrast um mangt og hvat og sundurlyndið í fólkinum er tíverri stórt. Men vit eiga nøkur felags virði. Hesi felags virði eru okkara mál og mentan. Landsins stýri hevur skyldu til at menna og fjálga um hesi virði og eigur at vísa mentan og list stóran ans. Tey seinastu árini eru mentanarmálini komin alt meira í fokus. Hetta er gott og positivt. Tað, sum er enn meira gleðiligt er, at tað tykist sum breið politisk semja er, um at landið eigur at stuðla mentan, máli og list. Tað skal vera okkara vón, at henda gongd fer at halda fram og at allir poltiskir flokkar á tingi framhaldandi fara at taka undir við einum góðum og positivum mentanarpolitikki.

Vit finnast mangan í hesum teigi at landsins stýri. Tað gjørdu vit eisini, tá aðrir flokkar sótu við ræði. Tað er ein partur av okkara leikluti sum pressa. Men vit eiga sum blað eisini at býta út rós tá, nakað er rósvert. Tað skal ásannast, at sitandi samgonga í farna valskeiði rak ein bæði mennandi og uppbyggjandi mentanarpolitikk. Víst vórðu ikki øll lyfti hildin, men tað skerst ikki burt, at játtan til mentan og list varð hækkað. Tað tykist, sum samgongan framvegis heldur hesa kós, hóast vit halda, at væl meira kundi verið játtað. Men næstu ferð fíggjarlóg skal samtykkjast verður høvi at bøta um hetta og tað skal vera vón okkara, at andstøðan av fullum huga tekur undir við øktum stuðli til mentan og list.

Vit liva í ógvusligum broytingartíðum á mentanarøkinum. Altjóða mentanin otar seg longur og longur inn á føroyska mentan, og hetta setur serstakliga føroyska málið í vanda. Ikki tí at vit óttast fyri at okkara mál fer at hvørva, tí málið er sterkt. Men hinvegin skerst ikki burt, at vandin serstakliga frá enskum er har, og verður hetta ásannað í grannalondum okkara, har svarið er ein sterkur mentanarpolitikkur. Virðislønirnar, ið handaðar vórðu mikukvøldið, eru ein partur av øllum hesum. Tær prógva, at tær almennu Føroyar duga at virðsimeta andalig og mentanarlig virði og hetta er sera gott. Vit ynskja Aksel Tórgarð og Gunnar Hoydal til lukku, og vóna, at hildið verður fram við at menna okkara mentan og list. Vit vóna somuleiðis, at allir flokkar á tingi eisini framyvir fara at vera samdir um hetta týdningarmikla mál, so kunnu teir vera ósamdir um so mangt annað.

Sosialurin