Óli ikki longur formaður í fiskimannadeild ITF?s

Nýggi formaðurin eitur Peter Sand Mortensen og er dani

Formansskifti
Beinta Anthoniussen,
starvsnæmingur

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, er ikki longur formaður í fiskimannadeildini hjá Altjóða Flutningsarbeiðarunum, ITF. Nýggi formaðurin er dani og eitur, Peter Sand Mortensen. Hann umboðar danskar fiskimenn í ITF-høpi.
   Í døgunum, 12.-21. august síðsta ár hevði altjóða felagsskapurin, ITF, kongress í Vancouver í Kanada. Ein slík kongress verður hildin fjórða hvørt ár, og tá savnast allar deildirnar hjá felagsskapinum. Her fundast tær hvør sær og eisini saman um felags mál.
  - Ein tílíkur fundur er ikki hissini tiltak. Her møta eini 1000 fólk úr eini 100 londum, og politikkurin verður stungin út fyri tey komandi fýra árini, skrivar Óli Jacobsen í ársfrágreiðing Fiskimannafelagsins, sum varð løgd fram á landsfundi, 30. desember.

Óli í 22 ár

Føroya Fiskimannafelag hevur verið limur í ITF síðan einaferð í sekstiárunum.
  Óli Jacobsen hevur verið formaður í fiskimannadeildini seinastu 22 árini..
  - Hetta er long tíð ? og longri, enn teir flestu deildarformenn náa, sigur Óli Jacobsen, sum á kongressini í Vancouver legði frá sær.