Í samband við, at landið nú fer undir at byggja nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, so er tað okkara skylda bæði sum politikkarar og ikki minst sum tvøráfólk, at halda eitt vakið eyga við, at loysnin, vald verður, ikki óneyðugt ger seg inn á eitt tað vakrasta staðið á fjørðinum. Tí kann ein loysn, har Lítli Hólmur partvíst verður ífylla als ikki góðtakast uttan so, at allir aðrir møguleikar als ikki kunnu brúkast.
Uppskotið um nýggju samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði var til fyrstu viðgerð á løgtingi týsdagin. Hetta er ein sokallað landshavn, har landskassin fíggjar íløguna og átekur sær raksturin, og Vinnumálaráðið stendur sum byggiharri. Hetta verður sum kunnugt gjørt, tí vit komandi ár fáa ein nýggjan Smyril, og at havnin á Drelnesi ikki verður mett at vera nóg góð, og tí at Tvøroyrar kommuna ynskir Drelnes til onnur endamál. Og sjálvandi gleðast vit øll yvir, at landið átekur sær uppgávuna.
Samferðsluhavnin verður sambært ætlanini hjá landsstýrinum løgd kloss uppat vestasta parti av Lítla Hólmi. Tá spurt verður, hví havnin skal amast upp at Hólminum, verður svarað av landsstýrinum, at tað er tí, at kanningar vísa, at hetta er best egnaða øki.
Eg skal ikki gera meg klókan upp á tær kanningar, sum gjørdar eru av Landsverkfrøðinginum o.ø., men eg vildi við mínum vanliga viti og skili sagt, at samferðsluhavnin tað sama kann liggja einar 50 til 100 metrar longur inni á fjørðinum móti Drelnesi, tí so nógv kunnu hasi viðurskiftini viðvíkjandi súgi ikki broytast. Men lat okkum síggja teknisku metingarnar. Hin vegin eru teknisku atlitini nú einaferð ikki altíð einastu atlit, sum takast skulu. Eg meini so við, at fjørðurin er bæði víður og stórur, so tað má bera til at finna eina loysn, sum bæði er teknisk góð, og sum ikki ger seg óneyðugt inn á umhvørvið.
Ein slík íløga sum henda er ein íløga, sum er fyri alla framtíð. Tess størri er tað okkara ábyrgd, at vit taka tey neyðugu atlitini til umhvørvið og náttúruna, tá ein slík íløga verður gjørd. Hetta ótrúliga vakra umhvørvið við Lítla Hólmi, Krambatanganum og Sevinum kann ikki bara týnast, um so er, at aðrir møguleikar fyri plasering av havnini eru. Vit skulu sjálvsagt ikki seta okkum ímóti framburðinum, men hin vegin skulu vit ikki vera so medgjørlig, at vit als ikki eru kritisk.
Tað er okkara skylda sum politikarar bæði á tingi og í býráði, at vit taka neyðug atlit. Okkara eftirkomarar skulu so vítt gjørligt fáa frá okkum eina náttúru, sum er so óspilt sum gjørligt. Og kunnu vit varðveita umhvørvið rundan um Lítla Hólm, siglingaleiðina innan fyri Hólman o.s.v., uttan at vit forða samferðsluhavnini og nýggju tíðini, so er tað okkara skylda at gera tað.
Eg havi tí staðiliga heitt á Bjarna Djurholm, landsstýrismann um at hann við sínum serkønu fólkum kemur suður á Tvøroyri og heldur ein fund, har greitt veður frá ætlanini, og har borgararnir kunnu fáa møguleika at seta spurningar og annars at koma við viðmerkingum. Málið liggur nú í vinnunevndini, og tí átti nevndin ella umboð fyri hana eisini at verið við til ein slíkan fund.
Tað er nú, vit kunnu kjakast um ætlanina. Tá grótið er útlagt, hava orðini onga ávirkan. Tað er nú vit kunnu taka neyðug fyrivarni. Tá grótið er útlagt, er einki meira at gera.
Eg veit ikki hví, men eg havi eina kenslu av, at møguliga er ein av orsøkunum til, at man ætlar at leggja havnina upp á innara part av Hólminum er, at har er grynst vatn og tískil bíligari, tí minni grót skal brúkast. Men álvaratos, um tað er orsøkin, tess meira eiga vit nú at siga frá. Er tað nakað, vit eiga nóg mikið av í hesum landi, so er tað grót.
So harra landsstýrismaður, enn ein áheitan um, at tú tekur stig til henda fund. Ongin av okkum er áhugaður í at spenna bein ella at seinka íløguni. Tað einasta vit vilja er, at vit ikki aftaná sita og gráta um alt tað vakra, sum er lagt undir heilt, tí vit vóru so glað fyri at fáa eina nýggja samferðsluhavn, at vit ikki tordu at tala at.