Í kvøld byrjar sennandi verkætlan í Vági.
Uppliv Ljósíð millum okkum – eitt serligt filmslistaverk, har upptøkur úr stóra filmsavninum hjá Sævari Haldórssyni og Paula Poulsen verða vístar í vindeygunum í gomlu krambúðini á Gørðunum.
Síðan mars mánað hava listafólkini arbeitt við at digitalisera meira enn 100 tímar av upptøkum, sum endurgeva gerandislív, samfelag, ítrótt og mangt annað í Vági gjøgnum árini.
Fyrsta sýning verður mánadag kl. 20:00, síðan halda sýningarnar fram hvønn dag til og við 19. oktober kl. 19:00–22:00
Annan hvønn dag verða nýggj filmsbrot víst í vindeygunum – so tað er vert at hyggja fram við fleiri ferðir!
í kvøld eru filmsbrot fra Sævar og Paula.
Leygardagin er tað ein dokumentarfilmur, har man kann keypa (ókeypis) billett á billett.fo. Jugga hevur opið ons-tors-fríggjakvøldid frá 19-22, siga fyrireikararnir.
Sí eisini tiltakið um Heimildarfilmin um sama evnið her: https://www.facebook.com/share/1EL3e9mb8M/
Les meira um listaverkætlanina her: https://vagur.fo/.../ljosid-millum-okkum-listaverkaetlan...