Fyrri hálvleikur var hálvrunnin, tá ið fyrsti stóri málmøguleikin kom, og var tað heimaliðið B36, sum fekk hann – burturúr ongum. B36 kom fyri eina upprudding hjá FC Suðuroy, og so stakk bólturin tilvildarliga [...] deild komandi kappingarár. Ikki meir enn næstbest Liðskiparin hjá B36, Jákup á Borg, metti tað vera trupult at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá FC Suðuroy. Ja, tað var tað. Teir eru raskir, tað vita vit av [...] hetta nakað í álopspartinum, men teir, ið slakaðu mest, vóru menninir í einari ótryggari verjuketu hjá meistarunum. Fyrst var Bárður Olsen heppin ikki at beinleiðis kosta eitt mál, tá ið hann spældi John
Sochaux, Frakland: - Hvør minuttir, sum gongur, uttan at Frakland skorar, er ein sigur fyri okkara menn. Soleiðis segði føroyski landsliðsvenjarin undan dystinum móti varaheimsmeistarunum, og í so máta [...] eina greiða ávaring um bumbuhóttan móti føroyska landsliðnum. Pinkutjóðini, sum var komin á vitjan hjá næst sterkasta landsliðnum í heiminum, um HM-kappingin í summar skal takast sum útgangsstøði. Tað vóru [...] røkti liðið fyri tað nógva. Stóri trupulleikan fyrstu longu løtuna, tóktist vera, at vinstra borð hjá okkum í ov lítlan mun var stillað rætt inn, og tí fingu Sagnol av bakkinum og Ribery á kantinum alt
Hetta vegna munandi hægri rentu hjá privatum og krav um privat avkast. Eisini hevur Landsverk gjørt metingar av avleiddum vegum, ið mugu gerast í Eysturoynni og Suðurstreymi um Eysturoyartunnilin [...] fíggja ein undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. Tunnilin skal knýta Suðurstreymoy saman við suður Eysturoy. Stk. 2. Einkarætturin skal verða latin P/F Skálafjarðartunlinum í seinasta [...] Kristina Háfoss, løgtingskvinna hjá Tjóðveldi ------ Føroyar eru í undantaksstøðu - politiskari undantaksstøðu. Tí einaferð enn hevur landsstýrið roynt at trýsta eitt stórmál ígjøgnum Løgtingið, uttan
undan, tá tú býrt í Ísrael, sigur hann og vísir á blóðugu søguna hjá unga móðurlandi sínum. Allastaðni eru tey samd um, at ein sterkur herur er sjálvt tilverugrundarlagið hjá statinum Ísrael, tí tjóðin [...] Seksdagakríggið í 1967 og Yom-Kippur kríggið í 1973 vitna um, at eksistensurin hjá Ísrael er tengdur at hernaðarligari yvirvág, sigur danski ferðaleiðari okkara, sum hevur búð í Ísrael í 40 ár og konverteraði [...] Vesturjerusalem, har ísraelar ráða. Eyðkenda Dávid-stjørnan er at síggja á bæði vápnum og herbúnum hjá ísraelsku herfólkunum. Í gamla býarpartinum jødisku megin markið skifti eg orð við ein 18 ára gamlan
upp um smáu søgurnar, sigur hann og greiðir frá um pápa sín, sum skrivaði av trongd og brúkti langa tíð til hvørt lítið verk. Ein góð skaldsøga skal eisini vera eitt ríkt verk, sigur hann. Fjølbroytni sæst [...] persónunum eru direkta fólk, sum eg kenni, men tey eru samansett av ymiskum kvalitetum hjá ymiskum veruligum fólki, sigur Rakel Helmsdal og siterar ein annan rithøvund fyri at hava sagt, at tann absolutti [...] inn í stóru og spennandi verðinar hjá Astrid Lindgren, Tove Jansson og J.R.R. Tolkien. Hann elskaði góðan skaldskap og setti ikki mørk fyri, hvat hann las fyri okkum, sigur Rakel Helmsdal. Sjálv hevur hon
Endamálið er at niðurberja uppreistrarliðini hjá Taliban-rørsluni og varðveita friðin í økinum. - Eg veit, at hetta er vandamikið arbeiði. Men hetta er tað sum eg vil, sigur 27 ára gamli Valdemar róliga og við [...] sítt til, at hann byrjaði sum herskyldugur í danska herinum í februar mánaði í fjør. Eftir at hesin fyrsti parturin var lokin, ynskti Valdimar at halda fram, og byrjaði í juni eina útbúgving innan Hærens [...] at sleppa allan vegin til tað ófriðarliga landið Afghanistan. - Eg eri tendraður at fara avstað, sigur hann róliga. Nógvir gevast Fyri ein pilt kann tað kanska tykjast spennandi og mansligt at fara inn
Tað vísti seg tó, at setan næst Føroyum var tann besta. Gunnbjørn Joensen, sum starvast hjá Thor sigur, veiðan hjá Túgvusteini var uppá 5,8 tons. Meðalvektin fyri teir umleið 1400 laksarnar er 4,3 kilo [...] føroyska laksatúrinum í skjótt 10 ár. Er talan um eina nýggja laksatíð fyri føroyingar verður spurt? Hjá Thor hava teir drúgvar royndir við laksaveiðu. Túgvusteinur, sum var fyrstur at seta hol á aftur hesar [...] hesi árini, er royndarveiða. Higartil er bert eitt loyvi latið til laksaveiðu. Gunnbjørn Joensen sigur, at tað hevði verið gott, um eisini onnur loyvi vórðu latin, tí tað hevði gjørt tað lættari at leita
haldi tað vera positivt, at fiskimálaráðharrin nú óprovokeraður sigur, at nótaflotin eisini skal hava ein part av kvotuøkingini, sigur Jógvan Jespersen. Onki at gera her Hann er sera varin við at seta [...] hann serliga til veiðiloyvini at fiska rossamakrel í Suðurkyrrahavinum, ið upprunaliga hoyrdu til risatrolararnar Athenu, Poseidon og Hercules hjá Thor í Hósvík. Onki av hesum skipunum er longur í flotanum [...] makrelfiskiloyvum hjá øðrum skipum øll árini síðani. 7. juni 2010, dagin eftir at reiðararnir í fjarfiskiflotanum skrivaðu sítt bræv til løgmann, skrivaði Hans Andrias Joensen, stjóri hjá Thor eisini eitt
høvdið fram ímillum teir og sigur.”Nå, det er nogle store helleflyndrer, i har her”. Abbi vendir sær á og sigur við Schlüter. “Her er det godav først”. “Nå ja, godav godav” sigur Schlüter, og so flentu teir [...] ítróttarliga pallinum var hann stoltur. Rætti seg upp um góðu ítróttaravrikini hjá børnum, abbabørnum og langabbabørnum. “Ein hjá mer (mær)“,plagdi hann at siga á suðuroyardialekt . Eftirkomarar hava vunnið [...] Kristinu. Tey fingu 11 børn, 7 synir og 4 døtur. Sum 4 ára gamal fór abbi, saman við bróðurinum Sofusi, suður til ommu sína í Sandvík at búgva. Barnaskógvarnir blivu traðkaðir í Kvilt í Sandvík, og mangar søgur
her í blaðnum leygardagin 28.10. sigur Carl Johan Jensen rithøvundur, at Føroyar eru einasta landið í heiminum, sum ikki letur nakað nevnivert til listafólk. Hvat sigur mentamálaráðharrin - í stuttum og [...] avgerð hjá embætisfólkinum, so er hann eisini førur fyri at steðga henni promte. Høvuðsstaðarkommunan hevur hepnast at orða ein mentunarpolitikk og nú er so bara at vóna, at hann sæst aftur í verki hjá politiska [...] Samstundis sum mentamál hava fingið eina øking í játtanini uppá 10% í næsta ári, so skal eg vera tann fyrsti at ásanna, at her er langt eftir á mál. Raðfestingin av mentanini hevur sjáldan ligið frammalaga