FC Suðuroy sent úr Effodeildini

FC Suðuroy vildi ikki geva seg uttan stríð, tá ið liðið leygardagin tapti 3-1 ímóti B36 í Gundadali í einum linligum dysti. B36 mátti bíða leingi eftir sigursgevandi málunum

B36 hevði undan dystinum ímóti FC Suðuroy mist samband við bæði odda og botn, og á tann hátt hevði dysturin ikki nógv at siga. FC Suðuroy kundi hinvegin halda lív í ein­um teoretiskum møguleika at lív­bjarga sær í Effodeildini, men tað sást, at teir ikki góvu nógv fyri henda møguleikan.
Tað sást eisini á fleiri mátar, at hesin dysturin ikki hevði stóran týdning. Áskoðararnir vóru nevn­iliga ógvuliga fáir í tali, tá ið norski gestadómarin, Kai Erik Steen, bríkslaði dystin í gongd.

Eitt í part
B36 royndi at fáa eina góða byrjan á dystin við at leggja eitt trýst langt frammi á vøllinum, men ein annars ætlað góð byrjan varð avmarkað til at teir bara høvdu bóltin, og so ikki nógv meiri enn tað. FC Suðuroy stóð væl aftarliga á vøllinum og ruddaði tað mesta burtur av vanda­leið, og førdi hetta við sær, at dyst­urin var lítið undirhaldandi og eins­táttaður.
Fyrri hálvleikur var hálvrunnin, tá ið fyrsti stóri málmøguleikin kom, og var tað heimaliðið B36, sum fekk hann – burturúr ongum. B36 kom fyri eina upprudding hjá FC Suðuroy, og so stakk bólturin til­vildarliga til ein púra leysan Jákup á Borg, sum eftir at Stanislav Kuzma fyrst hevði hálvbjargað, smeyg sær framvið honum og legði bóltin í málið til 1-0 til B36.
B36 slakaði eftir hetta nakað í álopspartinum, men teir, ið slak­aðu mest, vóru menninir í ein­ari ótryggari verjuketu hjá meistar­unum. Fyrst var Bárður Olsen hepp­in ikki at beinleiðis kosta eitt mál, tá ið hann spældi John T. Poulsen leysan, men skot hansara fór fram­við málinum. Løtu seinni, tað var í 32. minutti, varð Símun Joensen trýstur til at gera somu verju­villuna, og hesaferð sveik John T. Poulsen ikki álitið og javnaði til 1-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan í ein­um linligum fyrra hálvleiki.

B36 avgjørdi
Í seinna hálvleiki gekk merkisvert leingi áðrenn nakar málmøguleiki var at sjá. B36 vildi skapa dystin, men megnaðu ikki at skapa mál­møgu­leikar, meðan FC Suðuroy lúrdi eftir mótálopum. Seinni hálvleikur var komin meiri enn hálvrunnin, áðrenn fyrstu málmøguleikarnir komu til B36, sum tó júst manglaði tað síðsta.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki verða teir báðir 17 ára gomlu hjá B36, Karl Martin Danielsen og Patrick Larsen, settir á vøllin. Hetta kom at broyta dystin, tí at tíggju min­uttir fyri leiklok hevði Karl Martin Danielsen rivið seg leysan í feltinum eftir hornaspark og stútaði bóltin í málið. Ein lætti hjá heimaliðnum, nú teir eftir tógvið stríð høvdu lagt seg á odda 2-1.
Bara tveir minuttir seinni vóru teir aftur um at tveita leiðsluna frá sær, tá ið John T. Poulsen royndi seg við stútara, men Meinhardt Joensen fekk bjargað á stongina og aftur í spæl.
FC Suðuroy royndi at koma longri niðan á vøllin seinastu løt­una, men hetta kom at kosta, tá ið Lukasz Cieslewicz varð spældur leys­ur og skoraði til 3-1 til B36, sum eis­ini gjørdist endaliga úrslitið.
B36 kundi ikki brúka sigurin til stórt meiri enn at leggja NSÍ aftur um seg og nú einsamalt eigur 6. pláss, meðan FC Suðuroy nú má brynja seg til 1. deild komandi kapp­ingarár.

Ikki meir enn næstbest
Liðskiparin hjá B36, Jákup á Borg, metti tað vera trupult at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá FC Suðuroy.
Ja, tað var tað. Teir eru raskir, tað vita vit av. Spælið var so sum so, og møguleikarnir, sum komu, vóru tilvildarligir. Spælið var regulert elendigt í fyrra hálvleiki. Sjálvandi vóru glottar, men í seinna hálvleiki var spælið betri og vit høvdu tol við bóltinum. Vit skifta skipan og fáa latið teir upp, so tað var skilagott av venjaranum. Hetta var ikki meir enn næstbest, men vit eru nøgdir við trý stig, segði Jákup á Borg.
Áskoðararnir vóru sera fáir í tali í B36-húsinum. Vit spurdu Jákup, um teir kundu takka sær sjálvum fyri hetta, ella um tað var ov vánaligt av áskoðarunum.
– Bæði og. Tað eru frustratiónir. Høvdu vit ligið longri frammi, so høvdu vit fingið betri stuðul, men tú sært eitt miðal-lið sum Liverpool, teir spæla fyri fullum stadion hvønn einasta dyst. So jú, eg haldi at White Tigers kunnu uppa seg eitt sind­ur eins og vit kunnu gera tað á vøll­inum, segði Jákup á Borg eftir dystin.

Hava uppiborið niðurflyting
Palli Augustinussen hevði onga burturforkláring eftir 1-3-tapið fyri B36, sum førdi til niðurflyting, og hann heldur eisini, at teir hava uppi­borið at flyta niður.
– Ja, tað hava vit. Eftir at fimm dystir vóru farnir til eini 15, tá bara taptu vit, og tað var alt ov vánaligt, sigur hann.
Hann heldur lítið um sjálva dystin.
– Hvørki av liðunum høvdu nak­að at spæla um í dag, og tað vóru bara tríggir dagar síðani seinasta dyst, og eg haldi, at tað sást. Vit vóru leingi við, men teir fáa so eitt mál tá ið tíggju minuttir vóru eftir, og tá fingu vit eisini eina roynd á stong­ina, so heilt langt frá eina stig­inum vóru vit ikki í dag.