Mail um mentan

MENTAMÁLARÀÐHARRIN Hevði eg ikki hvat áhuga fyri mentanini, fyri samfelagsmálum í síni heild og havt hetta brennandi ynski um at koma at búleikast í føroysku republikkini um fá ár - nú sær tað út til, at tað fara at ganga eini 5-6 ár - ja, so sat eg ikki her ídag

 

Birgir Kruse

Í práti her í blaðnum leygardagin 28.10. sigur Carl Johan Jensen rithøvundur, at Føroyar eru einasta landið í heiminum, sum ikki letur nakað nevnivert til listafólk. Hvat sigur mentamálaráðharrin - í stuttum og uppá standandi fót - til tað?

Gott kvøld Birgir, hetta er ein góður háttur at samskifta. Gjørdist eitt sindur skakkur av samrøðuni, sum blaðið hevði við Carl Jóhan. Hevði hann havt verið fluga á landsstýrisfundunum og har sæð hvussu nógv knoglafeitt varð nýtt í strembanini fyri øktari játtan til mentamál, tá hevði hann kanska ikki verið so grýskur við landsstýrismannin. Men orðið er frítt, tað skal tað verða, - og landsstýrismaðurin hevur tjúkka hvølju. Samstundis sum mentamál hava fingið eina øking í játtanini uppá 10% í næsta ári, so skal eg vera tann fyrsti at ásanna, at her er langt eftir á mál. Raðfestingin av mentanini hevur sjáldan ligið frammalaga og hevur kanska eisini liðið undir tí, at hon hevur ligið undir landsstýrismanninum í undirvísingarmálum. Tað hevur verið lættari at rokna út hvat ið skúlin kostaði, og tá ið hann hevði fingið sítt, tá varð sjaldan nakað eftir til hin partin.

Politiskt hevur man annars sett út í kortið, at játtanin til mentanina skal hækka við 10% um árið tey næstu 10 árini, og tá roknar man við at liggja ájavnt við hini norðurlondini.

Sum er sleppa partar av fólki okkara undan at rinda fullan skatt, eg hugsi um sjómenn og tey tiltiknu 15 prosentini; hvat heldur mentamálaráðharrin um, at rithøvundar, ið forvinna lítið - eini hálvtannaðhundrað túsund ella væl minni, heilt ella lutvíst sleppa undan skatti? Ella er tað í heila taki rætt at sleppa nøkrum samfelagsborgara undan fullari skattskyldu í okkara samfelag?

Havi ongantíð skilt, hví skattaviðurskiftini skula verða ymisk fyri teir ymisku samfelagsbólkarnar. Tað fyrikemur mær undarligt at gera mun á fólki á hendan hátt. Arbeiðsmarknaðurin er jú frælsur, ein og hvør kennir fyritreytirnar, áðrenn hann velur sær eitt starv. So í prinsippinum haldi eg, at øll skula vera undir somu meginreglu, tó við tí progressiviteti sum er innlagdur í skattaskipanina, vit hava ídag, har ið tær sterkastu herðarnar bera tær tyngstu byrðarnar. Annars haldi eg at vit eiga at halda fast við 50% markið, soleiðis at tað altíð loysir seg at vinna sum mest.

Sagt verður í áðurnevndu grein, at politikarar megna ikki at hugsa í heildum, sum mentunarliga økið er, men hugsa bert í støkum áhugamálum, sum eitt nú flakvirkjum og líknandi. Er hetta ein orsøk til eina møguliga "illvild" móti mentan, ella í minsta lagi eina - at síggja til - líkasælu, mentanini viðvíkjandi? Er mentanin ov vánaligt agn fyri at verða í sjómannamáli?

Ja, nú er mentan eitt víðfevnt hugtak. So spurningurin er torførur at svara. Tað liggur eitt øgiligt potentiali úti í fólkinum, sum ikki sæst á nakrari fíggjarlóg. Hugsa um allar eldsálirnar, idealistarnar og filantroparnar úti á bygdum og býum, sum brúka hvørja fríløtu í felagstøkum. Hetta kann ikki yvirmetast. Hetta er saltið. Fundamentið. Caragata roknaði seg fram til, at vit brendu góðar 13 milliardir av í hesum famøsu árunum, sum liggja so evarska stutt aftan fyri okkum.

Hugsa tær til, hvat ið bara ein lítil partur av hesum peningi hevði kunna verið nýttur til á eitt nú mentunarøkinum. Tjóðleikhús, lærdur háskúli, listaskúli, skjalasavn, náttúrugripasavn, føroyskt sjónvarp, orðabøkur, mentunarhús úti á bygdunum o.s.fr.

Tað er kanska nakað av rætti í spurninginum. Fíggjarlógirnar vóru jú soleiðis samanskrúvaðar, at tá ið stuðulin til fiskivinnuna, almanna- & heilsuverki og skúlaverkið høvdu fingið sítt, tá var sjaldan nakað eftir at býta, - til eitt nú mentanina. Og agn er onki í hesum. Hevði eg ikki havt áhuga fyri mentanini, fyri samfelagsmálum í síni heild og havt hetta brennandi ynski um at koma at búleikast í føroysku republikkini um fá ár, nú sær tað út til, at tað fara at ganga eini 5-6 ár, ja, so sat eg ikki her ídag. Havi ikki forvunnið so lítið av peningi tey seinastu 20 árini, so hetta kann hvørki brúkast sum persónligt ella politiskt agn. Mentanin hevur havt alt ov lítlan áhuga, tað sær tú best tá ið mentunarviðurskifti eru til viðgerðar í tinginum, sjaldan eru tað fleiri enn framsøgumenninir, ið støðast í salinum, tá ið mál av hesum slagi eru frammi.

Fyri mær er mentunarspurningurin óloysiliga tengdur at tjóðskaparspurninginum. Hvat skal tú brúka eina skralltóma republikk til?

Greinin endar á síðu 25Neyðugt við pengum?

Hvussu skilja tit millum mentan í tykkara stýri? Hava tit nakran frymil, ella líknandi; eg hugsi um býti sum skapandi list, ið er tengd beinleiðis at arbeiðandi listafólki; varðveitandi list, sum meira er tengd at søvnunum og so t.d. ítróttina, skótarnar o.s.fr., sum vit kanska kunnu koyra í ein annan bólk, ella? Eg meini so við, koyra tit alt hetta í ein pott og skriva mentan uttaná?

Hugsi at tað í mongum førum er tilvildin sum hevur rátt. Tað hevur ongantíð verið nakar yvirskipaður politikkur. Kanska hava teir, ið hava rópt harðast verið mest leskaðir. Og sjálvandi skal alt ikki vera so fastlæst, at ein nýggjur landsstýrismaður ikki fær vent sær, ikki fær dugna á økjum sum liggja hansara hugsjónum næst. Men nakað væl av kontinuiteti skal til, og tí er tað at vit í løtuni sita og leggja síðstu hond á eina mentunarvirkisætlan, ið verður løgd fram til aðalorðaskiftis á Føroya Løgtingi her í vetur.

Tað skal verða mín vón, at tjakið kemur út um politisku eingjargarðarnar. Eitt frálíkt forum, sum hetta hjá tykkum á Sosialinum verður væntandi eitt tjaktorg eftir at álitið er lagt fram. So syndarligt hevur tað verið frammanundan, at skuldi tú vera á leið ajour á mentanarøkinum, so mátti tú í minsta lagi verða haldari av Weekend-avísini ella Informatión, bara fyri at nevna tvey donsk bløð, sum nógvir føroyingar lesa, ið eru áhugaðir í mentanarspurningum. Vónandi verður politikkurin meiri miðvísur eftir hetta tjakið ella rættari orðaskiftið.

Eg skilji, at tað ber til at søkja Mentamálastýrið um løn, um ein arbeiðir við einhvørjari verkætlan á mentunarliga økinum. Altso uttanum Mentunargrunnin og tær starvslønir, sum har eru. Hvussu eru treytirnar - í stuttum - fyri hesum; hvørjir møguleikar eru, og ber til at fáa at vit hvørjar verkætlanir av hesum slagi eru í gongd?

Ja, tað hevur verið nakað av orðaskifti um hesa konto. Hon kallast: Stuðul til onnur endamál ? strategisk tiltøk. Onkur hevur nevnt hesa kontoina fyri eina svansikonto hjá landsstýrismanninum. Tað harmaði meg serliga nógv, at tað júst var ein javnaðarmaður, ið málbar seg soleiðis. Vit hava sett 2 milliónir á hana. Kann nevna, at øll norðurlond hava eina slíka. Elsebeth Gerner Nielsen hevur sett 580 milliónir á hana, og hetta skuldi svarað til slakar 6 milliónir i føroyskum mátistokki. Kravið er at tú kemur við eini verkætlan, sum verður professionelt vurderað her í stýrinum. Eg fari ikki at nevna nøkur nøvn her, men á listanum sum eg havi liggjandi framan fyri mær, sæst, at tað er ein breiður skari, úr øllum landinum, sum er stuðlaður. Kann nevna m. a. konsertferðir hjá kórum, dansiferðir uttanlands, 1000 ára haldið o.s.fr.

Og eitt skal tú vera vísur í, at hesin landsstýrismaðurin hevur somikið stóra virðing fyri føroyska skattgjaldaranum, sum slítur reyvina út ígjøgnum buksurnar hvønn dag, at hann fer ikki at svansa við hansara peningi. Og skuldi hann ivast í onkrari avgerð hjá embætisfólkinum, so er hann eisini førur fyri at steðga henni promte.

Høvuðsstaðarkommunan hevur hepnast at orða ein mentunarpolitikk og nú er so bara at vóna, at hann sæst aftur í verki hjá politiska mundugleikanum. Nú liggur hann so á røttum borði. Men hvussu gongst við at orða ein landsfevnaandi mentunarpolitikk, soleiðis sum samgonguskjalið leggur upp til?

Ja, nú veit eg at tú sjálvur var við í hasum arbeiðnum, og tað fari eg at takka tær fyri. Tú hevur skil fyri slíkum, tað hevur tú prógvað m. a. í Útvarpinum. Eg eri sera takksamur fyri, at Tórshavnar býráð hevur slóðað fyri á hesum øki. Her hevur Leivur víst seg sum ein visioneran mann og politikkara. Vónandi spyrst nakað burturúr. Soleiðis at eisini aðrar kommunur kundu tikið eftir. Harinni hjá okkum hevur tað verið ógvuliga smábýtt, tá ið tað galt mentanini. Asfalt & betong-virusið hertekur allar kommunalpolitikkarar, líkamikið hvussu djúpar og góðar hugsaninnar annars kundu verða frammanundan vali, tá ið tosið var meiri óforpliktandi. Tað býr ein lítil stalinistur í nógvum av teimum. Tað ræður um at seta varðar eftir sær. Fysiskar altso. Onkursvegna mega vit koma á tal við kommunurnar so hesi viðurskiftini kunna broytast í framtíðini. Spurningurin um hin landsfevnandi mentanarpolitikkin haldi eg er svarðaður omanfyri, - í svarið no. 4.

Summi eru fegin, bara okkurt kemur út, og tað er føroyskt. Antin tað er bók, fløga ella annað. Onnur vilja seta krøv til dygd. Tey siga at hatta nationalromantiska við at alt er gott bara tað er føroyskt hoyrir til eina farna tíð. Nú mugu vit seta krøv, skal nakað henda. Hvat heldur tú um hetta sjónarmið? Hvør skal set møgulig krøv um dygd tá um mentunararbeiði og -avrik ræður í Føroyum í dag?

Tja, Birgir, nú gongur tú nær. Torført at svara. Í vanligum handli og vandli er tað jú marknaðurin sum ræður fyri hvatið verður útgivið. So í prinsippinum er tað væl høvuðsreglan. Men sum tú veitst, so hava vit ein rættiliga avmarkaðan markna á hesum øki, málbólkurin er so evarska lítil. Eg haldi, at tað var Bettina Heltberg sum skrivaði um hesar politikkarnar, ið ikki vóru annað enn eggvætir, eitt afturljóð av støðustemninginum til eina og hvørja tíð. Teir ið liggja eina tonn frammanfyri verða ikki valdir. Tað sama ger seg møguliga galdandi á hesum økinum. Jú, eg haldi at tað skula setast krøv, og tað skula í hvussu er ikki vera politikararnir ið gera tað, tá enda vit aftur í Sovjetstatinum. Hetta má mentanarelitan sjálv finna útav. Og eg haldi at hatta rákið, við at taka føroysku produktini framum bara tí at tey eru føroysk, er ein farin tíð. Og altjóðagerðin kemur um stutta tíð at forkoma hesum heimføðispolitikkinum heilt.

Formaður Rithøvundafelagsins Gunnar Hoydal gróðursetti í fjør tann áhugaverda tanka, at í komandi tíðum - og um so er, at vit raka við olju - so eigur oljuvinnan av hvørjari tunnu at lata ein pott til mentanina. Minst. Hvat heldur mentamálaráðharrin um hesa visión?

Eg havi skift orð við Gunnar um hetta. Eitt fínt hugskot. Men kanska hevur Eyðun Eltør eina aðra hugsan um hendan spurningin. Fyrst og fremst skula oljupengarnir brúkast til eina æviga konsuli-dering av føroysku republikkini. Ikki ein króna út til rakstur av samfelagnum. Men íløgur í mentan og infrastruktur skaðar ikki. Ger bara samfelagið hugaligari at liva og virka í.

Mong streingja á og vilja út í stóra heim við føroysku mentanini. Í øllum teim frábrigdum, hon kann bjóða. Mentanin. Hvat er at gera, til tess at røkka hesum endamáli? Altso at gera avmarkaða marknaðin størri? Ella skal tað vera ein einstaklingauppgáva?

Fyrsta treytin er sjálvandi at produktið er í lagi. At kvaliteturin er borðbarur í stóra heiminum. Men eg veit at tað er tungt. Tí mega vit fáa meiri skipaði viðurskifti á hesum mótinum. At m. a. okkara ungu yrkjarar í dag eru kendir í norðanlondum er einamest einum idealisti sum Ebbu Hentze fyri at takka.

Hevði hon ikki av áhuga og við offurvilja týtt teir úr føroyskum, var tað ikki ein sál sum visti um teir. Las eina yrking hjá Jóanesi Nielsen upp fyri álendska mentamálaráðharranum eitt kvøldi, vit ótu døgverða á einum sjósavni í Mariehamn. Total kvirra. Tá ið ein fiskimaður kemur leiðandi við báðum døtrunum omaneftir Niels Finsensgøtu, við góðari føring, á Ólavsvøku. Hon kendi stemningin aftur úr sjómannalívinum har yviri í Eystrasalti. Og var ikki so lítið hugtikin av, at vit áttu so góðar yrkjarar í hesum lítla landinum.

Um vit at enda venda aftur til orðini hjá Carl Johan Jensen í Sosialinum herfyri, so verður sagt, at "tann føroyski teksturin allatíðina er í einari ólagaligari kapping við danskan tekst í Føroyum". Hvat heldur mentamálaráðharrin um hesa útsøgn og hvørji stig ætlar mentamálaráðharrin at taka til tessa at styrkja føroysku støðuna, eitt nú í máttmiklasta miðili okkara?

Ja, nú var eg eitt sindur argur inn á Carl Jóhan í áðni, men mær dámar hann bara væl allíkavæl. Hann er ein fínur yrkjari og greinahøvundur. Og hann hevur rætt. Vit mega styrkja støðuna hjá føroyska málinum áhaldandi. Nú er tað málár í evropu næsta ár. Tá fara vit at sláa eitt slag fyri móðurmálinum.

Og sjónvarpið.

Ja, nú hevur tað ligið í andaleypi, sum eitt býtisbarn, í alt ov langa tíð. Men her skal nakað gerast. Og tað skal gerast skjótt. Vit eru í fer við at leggja síðstu hond á broytingarnar í kringvarpslógini.

Vónandi fáa vit tá eina mediapolitiska diskussión um sjónvarpið, og vónandi fáa vit tá loyst upp fyri spurninginum um, hvussu fram skal farast. M.a havi eg altíð hildi tað verið óðamannaverk, at ikki allar sendingar eru føroyskt tekstaðar. Spurningurin er um vit skula hava eitt føroyskt sjónvarp ella ikki. Og tað kostar. Alternativið er at keypa 12.000 stk. stálkampar og lata hvørjum húsarhaldi eina í varðveistlu. Og síðani at sløkkja sjónvarpið. Har stendur valið.

Hvussu bær tað til, at mentamálaráðharrin las úr Victor'sa bíblíutýðing, tá Gospelstevnan varð sett í Norðurlandahúsinum herfyri? Ikki tí eg havi nakað í móti tí, tvørturímóti. Tað er tað bera forvitni!

Tá ið eg fylti átjan ár, tá ringdi omma mín í Gøtu suður til skyldmannin Annfinn Zachariassen, ið tá hevði bókhandil á Káta Horninum, og bað hann um 1 stk. Bíbil. Ein ommusonur hennara skuldi hava hana í føðingardagsgávu.

Og tað var eg.

Hon var í týðingini hjá Viderø & Dahl. Havi brúkt hana síðani. Og nú tá ið vit forlistu uppi í norður-Noregi, ja, tá lá hon undir koddanum, og eg fekk hana ikki við mær, tíansheldur nakað annað. Og tað harmiliga var so, at hon samstundis var útseld. Kona mín átti hana í týðingini hjá Victor, so eg lánti hana frá henni. Tað kann sum so verða líka mikið, hvørið týðingin er, tað er substansurin, ið er avgerandi.

Og mær dámar væl personagur av hesum slagnum sum Victor, samdur ella ósamdur, teir ganga beint ímóti málinum, strugglarar sum ongan ótta eiga. Seinri havi eg so fingið fatur á hinari bíbliuni aftur. Eri sum landsstýrismaður føddur limur í Føroya Stiftsstjórn. Greiddi Hans Jákupi, bispi, frá orsøkini til tað sum tú nú spyrst um. Og tá gav hann mær tað síðstu bíbliuna av hesum slagnum, ið til var. Og tað var eg sjálvandi sera takksamur fyri. Ein kirkjuministari skal helst eiga eina Bíbil, annars heldur jú alt uppat.

Næsta ár verður Listafólkahátið hildin í august mánaði. Hvat kundi mentamálaráðharrin fremst av øllum hugsað sær at upplivað á eini tílíkari stevnu?

Bob Dylan & Bubbi Morthens & Silvio Rodriguez.

Tøkk fyri meylprátið og góða eydnu framyvir!