Sochaux, Frakland: - Hvør minuttir, sum gongur, uttan at Frakland skorar, er ein sigur fyri okkara menn.
Soleiðis segði føroyski landsliðsvenjarin undan dystinum móti varaheimsmeistarunum, og í so máta gjørdist talan ikki um nógvar sigrar á hesum sinni.
Við málinum til 1-0 eftir bara 38 sekundum setti Louis Saha nevnliga nýtt met fyri skjótast mál móti føroyska landsliðnum, og samstundis sendi Frakland eina greiða ávaring um bumbuhóttan móti føroyska landsliðnum. Pinkutjóðini, sum var komin á vitjan hjá næst sterkasta landsliðnum í heiminum, um HM-kappingin í summar skal takast sum útgangsstøði.
Tað vóru kanska eisini bara tey allar mest optimistisku, sum trúðu upp á møguleikan fyri eini veruligari føroyskari sensatión, og hendan vónin gjørdist altso alt fyri eitt kámari. Eisini hóast føroyska liðið í næstu minuttunum hevði sína helst bestu løtu, tá vit vunnu okkum eini tvey fríspørk í hampuliga góðum støðum, eins og eitt hornaspark eisini var á skránni.
Men tað stóð kortini púrasta greitt, at tað var ikki tað heilt stóra, sum okkara menn kundu gera. Ikki annað enn at avmarka tapið í mest møguligan mun.
Millióningarnir spardu seg
Og tann setningin røkti liðið fyri tað nógva. Stóri trupulleikan fyrstu longu løtuna, tóktist vera, at vinstra borð hjá okkum í ov lítlan mun var stillað rætt inn, og tí fingu Sagnol av bakkinum og Ribery á kantinum alt ov góðar treytir at koma til innlegg. Og í tveimum av hesum sviku føroysku markeringarnar við handaru stong.
Eftir hetta fingu okkara tó loyvi at koma longur niðan. Hjá fronsku stjørnunum er talan aftur um arbeiðsdag leygardagin, tá týdningarmiklar uppgerðir standa á skránni fyri feløg teirra, og við vikulønum í millióna-flokkinum er ein skaði í slíkum dysti ikki tað besta av hava heim við sær aftur. Tí var føroyska liðið fyri tað nógva í teirri sjáldsomu støðu, at bólthaldarin sjáldan varð trýstur serliga nógv á egnari hálvu, og tað gav góðan frið yvir spælið. Somikið góðan frið, at tað eina langa løtu var líkt til, at vit skuldu sleppa heim við einum meira enn heiðurligum 2-0 tapi.
Tekniski førleikin
At tað so kortini ikki gekk, hevði fyrst og fremst tvær orsøkir. Tann fyrra var lýtaleysa franska positiónsspælið, sum so við og við mergseyg føroysku spælarnar, sum valla orkaðu at flyta seg at enda. Hóast ferðin ikki var so stór, sum vit onkra tíð hava sæð hana, so varð bólturin koyrdur úr borði í borð, tá fraklendingar høvdu bóltin. Tað gav hópin av longu renningum hjá føroyska miðvøllinum, sum bakkaði nakrar sentimetrar fyri hvørt minutt, sum spælt varð.
Tekniski førleikin í franska spælinum var snøgt sagt ein fragd at síggja fyri tað nógva. Sendingarnar vóru millimetur neyvar. Malouda og Ribery tóktist toga síðulinjurnar við sær í royndini at gera vøllin breiðan, og av og á sóust snaringar, temjingar ella fintur, sum veruliga trokaðu seg at heimsklassa. Og so kann leggjast afturat, tað ikki var vantandi arbeiðssemi frá okkara, sum gjørdi, at talan bert varð um eitt gult kort. Snøgt sagt, so varð bólturin fluttur somikið nógv, at okkara sjáldan komu nóg nær eini tackling.
Hin orsøkin var, at franski venjarin við hálvum tíma eftir valdi at senda Nikolas Anelka og David Trezeguet á vøllin fyri ávíkvist Thierry Henry og Louis Saha. Anelka hevur í nógvar mátar verið ein enfant terrible í fronskum fótbólti, og tí hava landsliðskjansir hansara ikki verið eins nógvir, sum framúr fótbóltsevnini annars borga fyri. Og Trezeguet varð beinleiðis avsettur eftir dystin móti Skotlandi, har venjarin metti hann skapa ov lítið.
Heldur enn at leita í djúpu tómrúmini, sum føroyska verjan fekk lukkað alt meira, tóku teir báðir nýggju spælararnir nógv meira lut í spælinum. Tað gav aftur fleiri renningar til okkar verjuspælarar, og í longdini megnaðu teir ikki at standa fyri trýstinum. Anelka einaferð eftir upplegg frá Trezeguet og Trezeguet tvær ferðir syrgdu fyri, at tapið varð av tí dyggara slagnum, og tað kunnu hvørki føroysku spælararnir ella áskoðararnir seta stórvegis fingramerki á.
Liðið skal mennast
Ein av høvuðsboðskapunum hjá Jógvani Martin Olsen, síðani hann tók við sum venjari, hevur verið, at hetta landsliðið skal hava tíð at mennast. At liðið í fyrstu fýra undankappingardystunum hevur tapt til samans 18 mál er sjálvandi ikki besta útgangsstøðið. Men heilt realistiskt, so skulu Føroyar neyvan rokna við, at fótbóltslandslið okkara hevur stórvegis møguleika at koma úr Fraklandi við einum munandi frægari úrsliti. Fyri einum ári síðani sóu vit eitt føroyskt lið, sum hevði munandi drúgvari royndir , prísa sær og serliga Jákupi Mikkelsen lukkuliga fyri, at tapið bara varð 3-0 í Lens, og tí vil fyrsti setningurin í slíkum dysti vera at læra.
Og verður lærdómurin brúktur rætt, so er einki at ivast í, at læran kann vera bæði rík og góð úr slíkari uppgávu. Fyrst og fremst, so gevur bara tað at luttaka í slíkari uppgávu meira hár á bringuna hjá einstaka spælaranum. Truplari enn tað sama verður tað neyvan útidysturin móti Italia undantikið!. Og hartil er tað við til at hvessa hvønn einasta spælara. Teir ikki bara síggja, men kenna á egnum kroppi, hvussu styrkin og førleikin er, tá spælt verður á hægsta stigi, og tær royndirnar eru nakað, sum liðið við tíðini kemur at byggja á. Og verður tosað um royndir, so er bert ein háttur at fáa hesar. Dystir skulu til nógvir av slagnum og í so máta var ferðin til Sochaux enn ein partur av menningarætlanini. Og við mótstøðuni í huga, so skal hetta tapið altso ikki sammetast við tey, sum liðið var fyri móti ávíkavist Georgia og Skotlandi.










