Ingolf S. Olsen
----
Lagnunar speisemi vildi, at tað júst varð Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, sum fekk æruna av at greiða Føroya fólki frá nýggju og slóðbrótandi makrelsemjuni í høvuðstíðindunum í útvarpinum hósdagin 13. mars, dagin eftir at avtalan millum Føroyar, Noreg og ES var skrivað undir í London.
Tí Felagið Nótaskip var eisini millum avsendararnar, tá Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður 6. juni 2010 fekk eitt bræv, ið byrjaði soleiðis
”Undirritaðu feløg, sum umboða allan fjarfiskiflotan við undantak av Atlantsfarinum, fara hervið at heita á løgmann og Føroya Landsstýri um at royna at finna útvegir fyri, at tað slepst undan, at samstarvið við ES og Noreg um umsitingina av makrelstovninum verður slitið í ár.”
Síðani varð ein røð av væntaðum avleiðingum av føroyskari einagongd reksað upp í brævinum og somuleiðis uppskot um, hvussu støðan heldur átti at mýkjast til føroyskan fyrimun, uttan at Føroyar kortini fóru úr strandarlanda-samstarvinum um makrel.
Hesi feløgini vildu heldur hava, at Føroyar settu sær eina royndarkvotu í 2010 fyri at fáa prógv fyri, at nógvur makrelur var í føroyskum sjógvi. Tað er tað sama, sum Grønland ger nú.
Spádómar hildu
Men samstarvið við ES og Noreg varð slitið kortini, og í dag munnu tey flestu fegnast um tað. Tað er helst ikki ov nógv gjørt av at siga, at Føroyar fingu í posa í sekk, tí umframt at hava rokast at kalla óavmarkað við makrelfiskiskapi í egnum sjógvi í fýra ár, var úrslitið mikukvøldið 12. mars ein nýggj avtala við Noreg og ES, sum meira enn tvífaldaði føroyska býtispartin av mest loyvdu veiðuni, TAC’num, í Norðuratlantshavinum – úr sløkum fimm prosentum í 2009 í 12,6 prosent í nýggju avtaluni.
Jógvan Jespersen hevur tó ongar trupulleikar av at fegnast um nýggju avtaluna uttan av tí orsøk at taka frástøðu frá teirra egnu áheitan á løgmann á sumri 2010.
- Vit hava ongantíð sagt, at vit ikki ynsktu Føroyum eina størri kvotu. Men støðan tá var soleiðis, at ongin ánaði, um tað yvirhøvur bar til at fiska makrel í stórum mongdum í føroyskum sjógvi uttan at fáa stórar trupulleikar við hjáveiðu av sild, og ongin ánaði nakað um, hvørjar avleiðingarnar tað fór at fáa fyri okkara atgongd at fiska í norskum sjóøki og í sjóøkinum hjá ES ella okkara marknaðarviðurskifti. Vit høvdu tó okkara hugsanir um møguligar avleiðingar, og vit kunnu eisini staðfesta, at nógvar av teimum gjørdust veruleiki – vit mistu Norðsjógvin, vit mistu í norska partinum av Barentshavinum, vit mistu rækjurnar í Eysturgrønlandi, og handilsligu avleiðingarnar gjørdust meira álvarsligar, enn nakar hevði ímyndað sær.
– Men tað sum eisini hendi, og sum ongin kundi síggja fyri sær tá, var, at makrelurin breiddi seg longur og longur vestureftir. Tað bleiv okkara bjarging, tí við tí styrktust okkara argumentir fyri, at vit skuldu hava meira í okkara part av TAC’num, og tað gav so úrslit nú. Varð gongdin hinvegin, at makrelurin hesi árini var avtakandi aftur í føroyskum sjógvi, so hevði støðan verið ein heilt onnur, staðfestir stjórin í Felagnum Nótaskip.
Hann vísir eisini á, at í 2010 var støðan tann, at vinnan var í tveimum bólkum.
- Fjarfiskiflotin var ein partur, ið tók eina risiko, og samstarvsslitið kundi í ringasta føri kundi tikið grundarlagið undan hesum partinum av flotanum. Hevði Russland til dømis ikki vilja keypt part av okkara makrelkvotu hesi árini, so høvdu flakatrolararnir í Barentshavinum verði skerdir. Hin parturin, sum eggjaði til at herja á uttan fyrilit, tók onga risiko og kundi bara vinna. Tú kundi ivaleyst rokkið sama máli báðar vegir – samráðingarvegin ella við at seta hart ímóti hørðum, sigur Jógvan Jespersen.
Útlit til meirkvotu
Jógvan Jespersen fegnast um boðskapin, ið fiskimálaráðharrin kom við á Hotel Føroyum mikukvøldið.
Her greinaðu Jógvan Jespersen sjálvur, Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, og Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, støðuna, nú nýggja makrelsemjan var fingin til høldar, og fiskimálaráðharrin gjørdi millum annað greitt, at uppsjóvarflotin eisini skuldi hava sín part av økingini í kvotupartinum. At uppsjóvarflotin framhaldandi eisini skuldi verða tryggjaður tann partin, hann átti einsamallur í gomlu strandarlandaavtaluni, lá greitt í kortunum, tó at tað var ósagt.
– Nótaflotin hevur eisini latið frá sær, og eg haldi tað vera positivt, at fiskimálaráðharrin nú óprovokeraður sigur, at nótaflotin eisini skal hava ein part av kvotuøkingini, sigur Jógvan Jespersen.
Onki at gera her
Hann er sera varin við at seta tøl á, hvat hann heldur skal fella teimum ymisku veiðubólkunum ella skipunum í lut, men hann er tó avgjørdur um, at veiðuloyvi, sum ongantíð vóru ætlað at koma nær námind føroyskum heimsjógvi nú skulu kunna vekslast til eginkvotur. Her sipar hann serliga til veiðiloyvini at fiska rossamakrel í Suðurkyrrahavinum, ið upprunaliga hoyrdu til risatrolararnar Athenu, Poseidon og Hercules hjá Thor í Hósvík. Onki av hesum skipunum er longur í flotanum, og tvey teirra gjørdust vrak í eldvanlukkum. Men Athena og Poseidon tóku lut í makrelfiskiskapinum í 2010, og veiðiloyvini hava verið brúkt sum grundarlag fyri makrelfiskiloyvum hjá øðrum skipum øll árini síðani.
7. juni 2010, dagin eftir at reiðararnir í fjarfiskiflotanum skrivaðu sítt bræv til løgmann, skrivaði Hans Andrias Joensen, stjóri hjá Thor eisini eitt bræv. Tað var til fiskimálaráðharran og hevði ein heilt annan boðskap, nevniliga at tað var púra beint av Jacob Vestergaard einsæris at áseta Føroyum egna makrelkvotu.
Men Thor-stjórin skrivaði eisini hetta:
”Hinvegin, at áseta egna kvotu og ikki geva teimum skipum loyvi at fiska sum eru best egnaði til hendan fiskiskap (Athena og Poseidon), tað er verri enn einki.”
Um tað var hetta, ið fekk fiskimálaráðharran at akta, er óvist, men tað er ein sannroynd, at hesi bæði skipini komu í føroyskan sjógv at royna.
Men tað eigur ikki at merkja, at tey hava vunnið sær nøkur søgulig rættindi her, heldur stjórin í Felagnum Nótaskip.
- Suðurkyrrahavsloyvini skulu ongan makrel hava, spyrt tú meg, tí tey hava í veruleikanum onki at gera her, slær Jógvan Jespersen fast.
Hann vísir á, at føroyski fiskiskapurin í Suðurkyrrahavinum kom ongantíð rættiliga fyri seg, og nú er hesin fiskiskapur burtur. Jógvan Jespersen heldur, at tann parturin av makrelinum, sum verður lutaður út til aðrar enn pelagisku skipini, eigur at fella til heimaflotan, ið partvíst er um at bløða út. Hetta kann eitt nú verða gjørt við at royna at keypa botnfisk frá øðrum fyri pelagiskan fisk, á sama hátt sum allur fiskiskapurin eftir botnfiski og rækjum í Russiskum sjógvi verður goldin við pelagiskum fiski.
Bindandi eginkvotur
Hann ávarar eisini generelt ímóti at gera ov skjótt av við at luta út eginkvotur, bara tí at føroyski parturin av TAC’num er øktur nógv, og at nýggj millumlandasemja nú valdar um føroyska makrelfiskiskapin, og hann ávarar eisini staðiliga ímóti at koma inn við meira stáli, tað er fleiri skipum.
– Eginkvotur er tað sama sum eitt endaligt býti. Soleiðis er tað bara, men spurningurin er, um politiska skipanin er klár at gera eitt endaligt býti. Og vit vita av royndum, at tess fleiri skip eru um eina veiðu, tess dýrari verður hon at fiska, og tess minni verður samlaða lønsemið. Nótaflotin er eitt gott dømi um hetta. Fyri sløkum 40 árum síðan vóru 20 nótaskip. Hesin flotin er í dag rationaliseraður niður í seks-sjey góð og effektiv skip, sum hava rakstur við góðum lønsemi. Høvdu tað framvegis verið 20 skip, so hevði neyvan tað stóra verið eftir á botnlinjuni. Tað er umráðandi, at partar av flotanum, sum fremja tillagingar við egnari hjálp, hava vissu fyri, at nýggj veiðiorka ikki kemur inn aftur í hinum endanum, staðfestir Jógvan Jespersen.