Fyrsti villi føroyski laksurin í skjótt 10 ár fær metprís

Føroyingar eru nú aftur farnir at veiða villan laks til útflutnings - eftir ein steðg í skjótt 10 ár. Nú um dagarnar kom Túgvusteinur hjá reiðaríinum Thor í Hósvík til lands við tí fyrsta laksinum, eftir at føroyingar í fingu tillutaða eina kvotu uppá 260 tons.

Laksurin er longu seldur og tað til metprís. Tað er Baldur í Havn, sum hevur selt laksin eitt nú til USA og liggur nettoprísurin oman fyri 60 kr. kilo ella væl meira enn tað dupulta av prísinum fyri aldan laks.

Túgvusteinur fór út 24. januar og hevur roynt heilt norður móti 200 fjórðingamarkinum og eisini longur suðuri, einar 50 fjórðingar úr landi. Teir høvdu einar 20 setur og er ikki heilt tað stóra komið burtur úr orsakað av veðrinum. Tað hevur verið øgiliga baldrutt. Tað vísti seg tó, at setan næst Føroyum var tann besta.

Gunnbjørn Joensen, sum starvast hjá Thor sigur, veiðan hjá Túgvusteini var uppá 5,8 tons. Meðalvektin fyri teir umleið 1400 laksarnar er 4,3 kilo. Størsti laksurin vigaði 12,1 kilo. Laksurin sær gott út.

Tað er greitt, at mong eygu er vend móti hesum fyrsta føroyska laksatúrinum í skjótt 10 ár. Er talan um eina nýggja laksatíð fyri føroyingar verður spurt? Hjá Thor hava teir drúgvar royndir við laksaveiðu. Túgvusteinur, sum var fyrstur at seta hol á aftur hesar fyri føroyingar fyrr so týðandi vinnu, gavst við laksaveiðuni í mars 1991. Einasta laksaveiðan, sum hevur verið hesi árini, er royndarveiða.

Higartil er bert eitt loyvi latið til laksaveiðu. Gunnbjørn Joensen sigur, at tað hevði verið gott, um eisini onnur loyvi vórðu latin, tí tað hevði gjørt tað lættari at leita. Økið er so vítt og stórt, og tað er ringt at leita einsamallur.

Í dag eru tað bert føroyingar, sum hava loyvi at veiða villan laks í Norður-atlantshavi. Thor søkti annars um tvey loyvi, nú teir hava fleiri skip. Men teir hava so bert fingið ta eina loyvið.

Hann sigur annars, at tað nú er at vóna, at føroyingar aftur av álvara seta skjøtil á laksaveiðuna. -Troyta vit ikki laksin nú, so vænti eg, at henda veiða verður slept fyri altíð. Uppá fyrispurning hvussu stovnurin er fyri sigur Gunnbjørn Joensen, at laksurin nú hevur fingið frið í skjótt 10 ár, og tað skuldi givið laksastovninum ein góðan møguleika at verða komin fyri seg.

Ein av orsøkunum til at føroyingar góvust við at veiða laks vóru tilboðini hjá frítíðarveiðumonnum í bæði Íslandi og USA um at friða laksin og fyri hetta rindaðu teir stórar upphæddir til teir, sum høvdu loyvi.

Tríggir av teimum 1400 laksunum vóru merktir, allir í Noregi. Tá laksaveiðan undir Føroyum var uppá tað mesta var hon oman fyri 1200 tons. Hóast kvotan nú bert er 260 tons, so heldur Gunnbjørn Joensen kortini, at hetta skuldi verið nóg mikið til trý skip. Við Túgvusteini eru sjey mans.

Laksurin hjá Túgvusteini er lagdur upp í Kollafirði, har hann verður goymdur í kuldagoysmlu, áðrenn hann skjótt fer víðari til roykingar aðrastaðni. Johan Mortensen, sum í dag starvast í oljuvinnuni, hevur eina fortíð sum fiskaseljari, og hóast oljuvinnan dregur, so fer stórur partur av frítíðini til gamla yrkið. Hann hevur selt laksin til keyparar í USA.

Týsdagin varð Rógvi Mouritsen, bioglogassistentur á Fiskirannsóknarstovuni í Kollafirði saman við sølumanni og reiðara fyri at hyggja eftir villa laksinum. Rógvi Mouritsen, sum hevur drúgvar royndir við og kunnleika til laks, bæði villan og aldan, sigur, at talan er um góðan og sunnan fisk. Laksurin sær út sum hann plagar. Tað er tann vanliga støddin, fitin er tann sami og konditiónsfaktorurin somuleiðis.

Millum villa laksin vil altíð vera aldur laksur eisini. Kortini vóru ikki nógvir av tí slagnum millum teir laksarnar hann sá í Kollafirði. Rógvi sigur, at tað vit kenna til frá royndarveiðuni miðskeiðis í 90-unum so var umleið 30% av veidda laksinum aldur laksur. Hetta er laksur, sum er sloppin úr nótunum.

Hóast lítil munur er á alda og villa laksinum, so fæst nógv hægri prísur fyri alda laksin. Johan Mortensen, sum hevur selt bæði villan og aldan laks, er sera fegin um, at føroyingar eru farnir at fiska laks aftur, tí stórur eftirspurningur er eftir tí villa laksinum. Ein kann siga, at villi laksurin er tann mest umbidni, ikki minst tí hann hevur livað í náttúrligum umhvørvi. Hetta er nakað, sum fleiri keyparar og her serstakliga dýr mat-støð geva nógv fyri at fáa hendur á. Johan Mortensen heldur hetta hevur nógv at gera við ta grønu alduna, sum er við at mennast kring heimin. Fólk vanda sær um, hvat tey eta. Hann vísir á, at á sama hátt, sum at fólk eru farin at leggja um bæði royki- og drekkivanar, eru tey eisini farin at hugsa meira um, hvat tey eta, og hvaðani maturin stavar.

-Hetta er eitt 100% náttúrprodukt, sum nógvir keyparar vilja geva sera høgan prís fyri, og eg haldi, at vit føroyingar eisini eiga at leggja okkum eftir hesi rókini, sum er partur av tí vistfrøðiligu - økologisku - bylgjunar, sum er við at fara um allan heim.