Sjúrður Skaale um nýggja politiavtalu: – Tað loysir seg at blíva við

– Eg eri øgiliga glaður fyri úrslitið av hesi avtaluni, sigur Sjúrður Skaale, sum áhaldandi hevur víst donsku stjórnini á tørvin at styrkja rættarøkið í Føroyum

Á middegi í dag legði danska stjórnin fram nýggju avtaluna um politi- og ákæruvald, sum skal styrkja rættarøkið munandi í árunum 2026-2030. Í avtaluni eru fleiri átøk, sum verða sett í verk hjá ákæruvaldinum og politinum í Føroyum.

 

Hetta fevnir millum annað um:

 

  • Føroya Politi fær betri umstøður at røkja uppgávur innan m.a. trygd og tilbúgving, umframt á maritima økinum.
  • Styrkt átøk til frama fyri viðbrekin offur, umframt fyribyrgjandi átøk.
  • Ákæruvaldið verður styrkt við tveimum nýggjum ákærum.
  • Føroya Politi og Føroya Rættur fáa betri og meira tíðarhóskandi KT-skipanir.
  • Møguleiki verður at taka SSP-útbúgving í Føroyum. Fólk við hesari útbúgving arbeiða við at fyribyrgja kriminaliteti millum børn og ung.

 

Talan er um átøk, sum føroysku fólkatingslimirnir hava verið við til at samráðst um við danska løgmálaráðharran, Peter Hummelgaard.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í fleiri ár víst á, at neyðugt er at seta inn, so løgregla og ákæruvald verða betur før fyri at røkja sínar uppgávur við bæði at uppklára og fyribyrgja brotsverkum.

 

– Viðhvørt skal man bara vera ein plága í politisku skipanini, tí blívur man við at vísa á tørvin nóg leingi, so fær man tingini ígjøgnum. Eg eri øgiliga glaður fyri úrslitið av hesi avtaluni, sigur Sjúrður Skaale.

 

Av øðrum rættarpolitiskum viðurskiftum, sum Sjúrður Skaale hevur arbeitt fyri undanfarnu árini, og sum nú eru sett í verk, eru eitt nú nýggja fongslið, skjótibreytin hjá løgregluni og nýggja politistøðin í Havn.

 

Nýggja avtalan um fígging til løgreglu og ákæruvald er ein semja millum stjórnina og allar flokkar á fólkatingi uttan Liberal Alliance og Alternativet. Umframt átøk í Føroyum, er peningur eisini settur av til átøk til rættarøkið í Grønlandi.

 

 

 

 

 

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi