Tað gongur væl hjá liðnum hjá Hørði H. Askham, FC Roskilde í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Roskilde er næstfremst í deildini við 35 stigum, og teir hava vunnið tveir dystir á rað síðani kappingin var tikin uppaftur aftaná vetrarsteðgin.
Fríggjakvøldið vann Roskilde á útivølli 2-0 á HIK úti í Hellerup. Hørður slapp á vøllin í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.
Tá Roskilde í farnu viku á heimavølli vann 2-1 á Ishøj slapp Hørður ikki á vøllin. Harmiligt, at 31 ára gamli Hørður, ið hevur nógvar drúgvar royndir ikki sleppur meira framat.











