Seinnapartin klokkan 15 verður ein spennandi dystur á skránni í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG taka í Svendborg Arena móti Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgum hansara í Skanderborg-Aarhus.
Skanderborg-Aarhus er næstfremst í deildini við 32 stigum. GOG er triðfremst við 31 stigum.
Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu síggja dystin á bæði danska TV2, og TV2 Play.











