Norska kringvarpið - NRK - hitti ríkmannin, tá hann var á veg inn í Oslo Tingrætt í dag at vitja í einum máli, nevnt Solstad Offshore-málið.
Her varð ríkmaðurin spurdur, um hann hevur ætlanir um einaferð at flyta aftur til Noregs at búgva, men Kjell Inge Røkk var púrasta avgjørdur:
- Tað fari eg ongantíð at gera, var svarið hjá manninum.
Kjell Inge Røkke er ein av fleiri ríkum norðmonnum, sum seinastu árini hevur búð í Sveis, og sjálvur býr Røkk í býnum, Lugano.
Tá skattalistin í Noregi fyri 2024 varð kunngjørdur um dagarnar, lá Kjell Inge Røkke á einum fjórða plássi við einari inntøku á 519 norskum milliónum.
Í okkara krónum svarar hetta til umleið 332 milliónir krónur.










