Føroyar í politiskari undantaksstøðu

Kristina Háfoss, løgtingskvinna hjá Tjóðveldi
------

Føroyar eru í undantaksstøðu - politiskari undantaksstøðu. Tí einaferð enn hevur landsstýrið roynt at trýsta eitt stórmál ígjøgnum Løg­ting­ið, uttan at lurta eftir egnari ráðgeving, fak­kunn­leika, eini røð av arbeiðs­gevar­um, fakfeløgum og fólki­num. Hetta verður sam­stundis gjørt við at aftur­halda týðandi upp­lýs­ing­um, uttan at taka breið sam­felagsatlit og uttan al­neyðuga gjøgnumskygnið. Sum heild á ein hátt, ið undir­grevur grundleggjandi súlur undir okkara fólkaræði og rættar­samfelag.
Úrslitið er greitt. Hetta kann undir ongum um­støð­um góðtakast. Fak­feløg, arbeiðsgevarar og túsund­tals føroyingar – bæði í og uttan­fyri Føroyar – mót­mæla.
Alneyðugt er, at fáa Før­oyar úr hesi støðu sum skjótast. Men skal hetta eydn­ast, er alneyðugt at land­sins leiðsla viðurkennur trupul­leik­ar­nar í hesum máli, og tekur avleiðingarnar av hesum.
Er tað í lagi at landsins leiðsla sigur ósatt?
Øll vita vit, at Løgmaður og landsstýrismaðurin í inn­lendis­málum hava gingið hond í hond í royndini, at trýsta málið um pri­vata undir­­sjóv­­ar­tunni­l­in ígjøg­num Løgtingið.
Men nú hevur pípan fingið annað ljóð úr Tinganesi. Løg­maður fráboðar nú al­ment á alnótini, at tað var hann, ið kravdi málið um undir­sjóvartunnilin lagt fyri Løg­tingið, tí “eg kendi meg ikki trygg­an við støðuna, og tað eri eg ómetaliga glaður fyri í dag.”
Men hetta samsvarar als, als ikki við tað, ið løgmaður hevur sagt í málinum higar­til. Tí løgmaður hevur staði­liga hildið fast í, at hann kennir seg sera tryggan við støðuna, og at hann vil hava undir­s­jóvartunnilin gjørdan so sum ásett í sáttmálanum við CIP.
“Tikið støðu fyri langari tíð síðan – flyti meg ikki ein milli­metur”
Undir fyrstu viðgerð av undirsjóvarmálinum á Løgtingi 6. august 2013, frá­boð­aði løgmaður enntá á tingsins røðarapalli, at “eg havi tikið støðu fyri lang­ari tíð síðan, og eg flyti meg ikki ein millimetur”. Henda staðfesting kom, tá løg­maður umsíðir tók orðið eftir 10 tíma viðgerð av máli­num á Løgtingi. Ein við­gerð, ið heilt greitt av­dúk­aði, at løgtingsfólk als ikki kendu seg trygg við málið, tí nógvar upplýsingar manglaðu, samstundis sum óteljandi ósvaraðir spurn­ingar vóru. Tingfólk vóru sum heild ørkymlað um løgna lógaruppskotið úr Inn­lendismálaráðnum. Men ikki løgmaður. Hann helt staði­liga fast í, at hann var full­vísur í, at lógaruppskotið úr Innlendismálaráðnum og sát­tmálin við útlendska felag­ið CIP var besta loysnin – og einasta loysnin.
Løgmaður tikið undir við brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna
Í lóg um ábyrgd lands­stýris­manna verður staðfest so sera greitt í §5:
“Løgmaður ella lands­stýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á hon­um sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóg­gávuni annars ella starvs­innihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella lands­stýris­maður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upp­lýsingar, ella um hann, tá løg­tingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stór­um týdningi fyri tingsins meting av málinum.”

Hóast hetta, so hevur løg­mað­ur valt at stuðla lands­stýrismanninum í Inn­lendis­málum í, at hann “tigur við upp­lýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.”. Hetta er farið fram í fleiri umførum:
1. Týðandi fíggjarligar upp­lýsingar frá Landsverki um veruliga kostnaðin av at lata tunnilin gera sambært sáttmála við CIP, heldur enn av tí almenna, vórðu fjaldar fyri Løgtinginum.
Løgmaður boðaði alment frá, at tað helt hann vera í lagi.
2. Týðandi løgfrøðiligar og fyrisitingarligar við­merk­ingar til tunnils­lógar­upp­skotið, frá fyrisitingini hjá Inn­lendismálaráðnum, vórðu fjaldar fyri Løgtinginum.
Løgmaður gjørdi onki fyri at gera hesar viðmerkingar almennar og onki fyri, at geva Løgtinginum innlit í hes­ar sum skjótast.
3. Týðandi CIP-sáttmálin, ið var grundarlagið undir ein­um lógaruppskoti, ið Løg­ting­ið skal taka støðu til, hev­ur verið hildin loyniligur. Løg­tingsfólk sleppa bert at síggja henda um hetta verður gjørt í trúnaði. Nakað, ið ger tað ómøguligt hjá løgtingsfólki at nýta upplýsingarnar í við­gerðini á Løgtingi. Hetta átti ikki verið møguligt, tá sáttmálin jú er sjálvt grund­ar­lagið undir lógini. Eisini hesa mannagongd hevur løg­mað­ur tikið fult undir við aftur og aftur.
Hóast tað sostatt er greitt, at landsstýrismaðurin í inn­lendismálum hevur brot­ið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, tá hann hevur dult týð­andi upplýsingar fyri Løg­tingi­num, so tykist løgmaður ikki at meta hetta vera ein trupul­leika. Tvørtur ímóti so hevur løgmaður tikið fult undir við hesi tilgongd frá byrjanini.
“Serfrøðingarnir kunnu siga akkurát tað teir vilja”
Undir 1. viðgerð av máli­num á Løgtingi 6. august, stað­festið løgmaður m.a. at hann ikki trúði teimum upp­lýsingum, ið hansara egna ráðgeving m.a. Lands­verk kom við, og legði løg­mað­ur afturat, at so kundu “serfrøðingarnir siga akkur­át tað teir vilja”. Hetta at seta fakkunnleikan og ráð­gev­ingina hjá landinum til viks, til frama fyri egna persón­liga sannføring, hevur víst seg at ganga aftur fleiri ferð­ir í hesum máli. Tí nógv fa­k­fólk og nógvir ráðgevar hava gjørt vart við seg í hes­um stórmáli, og samlaða niður­støðan hevur verið rætti­liga greið. Gerið ein almennan undirsjóvartunnil – ikki privatan. Kann taka 3 dømi úr rúgvuni.

Landsverk – lands­stýrismaður og løgmaður trúgva ikki upplýsingum
Landsverk hevur gjørt um­fatandi útgreiningar, ið lýsa, at kostnaðurin av privatu verk­ætlanini helst gerst upp í 3 mia. kr. dýrari fyri før­oyingar yvir eitt áramál, enn um tunnilin varð gjørdur av tí almenna. Hetta vegna mun­andi hægri rentu hjá privatum og krav um privat avkast. Eisini hevur Lands­verk gjørt metingar av avleiddum vegum, ið mugu gerast í Eysturoynni og Suður­s­treymi um Eystur­oy­ar­tunnilin verður gjørdur. Av­leiddar verkætlanir, ið verða mettar at kosta oman­fyri 500 mió. kr. Hetta eru út­reiðslur, ið tað almenna skal rinda, og sum als ikki eru partar av verkætlanini hjá Inn­lendismálaráðnum.
Landsstýrismaðurin og løg­maður hava báðir hava frá­boðað, at teir als ikki trúgva hesum upplýsingum. Lands­stýrismaðurin boðaði enn­tá alment frá, at hann ikki metti Landsverk hava neyð­ugu førleikarnar til at meta um framtíðar sam­ferðslu­útbyggingar.

Gjaldstovan – løgmaður trýr ikki upplýsingum
Gjaldstova Føroya hevur gjørt greiningar, ið vísa, at ratingin av Føroyum versnar um leisturin hjá løgmanni við einum privatum Eystur­oy­ar­tunli og einum almennum Sand­oyartunli í senn, verður til veruleika. Tá er betur við almennari loysn fyri Eystur­oyar­tunnilin. Hesar upp­lýs­ing­ar hava týdning, tí altjóða ratingin hjá Føroyum, hevur stór­an týdning fyri ta rentu, ið landsstýrið skal rinda av land­sins skuld, ið er um 5,5 mia. kr. í dag. Um rentan bert hækkar 0,5% av hesi upp­hædd, so er talan um 27,5 mió. kr. eyka í árligum rentu­útreiðslum á fíggjarlóg land­sins.
Ongar av við­merk­ing­unum frá Gjaldstovu Føroya eru tiknar til eftirtektar. Løgmaður hevur í staðin al­ment fráboðað at hann ikki trýr hesum upplýsingum, og at málið meira er ein spurn­ingur um trúgv enn nakað annað.

Fakfólk í Innlendis­málaráðnum sett til viks
Løgfrøðingar og onnur fakfólk í Innlendismálaráðnum hava har­til skrivað 11 A4-síður við eini røð av spurningum og iva­málum í samband við lógina um sáttmálan við CIP.
Longu 4. juli varð uppritið latið landsstýrismanninum í Inn­lendismálum. Eitt upprit við lemjandi atfinningum móti lógaruppskotinum. Ein mánað seinni – 1. august – varð lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið, uttan at taka týdningarmiklastu við­merk­­ing­arnar úr Inn­lendi­s­mála­ráð­num til eftir­tekt­ar, og enntá uttan at kun­na Løgtingið um hesar við­merkingar.
Í sjálvum lógar­up­p­skoti­num verður fylgjandi upp­lýst:
“Uppskotið hevur ikki fíggj­ar­ligar avleiðingar fyri land­ið”
“Uppskotið verður ikki mett til at hava fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur.”
“Uppskotið verður ikki mett at hava fyrisitingarligar av­leiðingar fyri land og kommunur.”
Hetta er jú beinleiðis ósatt, og beint øvugt av tí vitan, ið landsstýrismaðurin í Innlendismálum hevði fing­ið frá fleiri síðum, eitt nú fakfólkum í Inn­lendis­mála­ráðnum.
Nú uppritið frá fak­fólkunum í Inn­lendis­mála­ráðnum kom alment fram hóast alt, hevur lands­stýris­maðurin brúkt sum um­bering, at hann ikki hevði lisið viðmerkingarnar til full­n­ar. Metti tað ikki vera sína uppgávu. Tykist tíverri ikki sum landsstýrismaðurin hev­ur skilt sína uppgávu og ábyrgd.

Kendu lands­stýrismaðurin og løg­maður ikki til ávaringarnar í uppritinum?
Løgmaður hevur nú boðað frá, at hann ikki kendi til við­merk­ingarnar í upp­riti­num frá Inn­lendis­málaráðnum. Hvør trýr hesum?
Alt Løgtingið, fjølmiðlar og almenningurin hava kent til hetta upprit var til, men innlit varð noktað í viku­vís. Loyniliga uppritið og nokt­andi innlit vóru enntá við­gjørd á forsíðuni á einum av størstu bløðum okkara – Sosialu­rin – herfyri.
Formaður Miðfloksins avdúkaði eisini í KVF, at løgmaður kendi væl til uppritið, og at hetta mál varð viðgjørt á fundi millum formennirnar í sam­gonguflokkunum fyri nøkr­um vikum síðan. Um hetta er so, kann tað veruliga góð­takast at ein løgmaður sigur ósatt – og enntá í einum so týð­andi máli?
Undir øllum umstøðum, so hevur landsstýrismaðurin afturhildið týðandi upp­lýs­ing­um fyri Løgtinginum í hesum máli, og hevur løg­mað­ur hartil als ikki røkt sína eftirlitsskyldu sambært Stýrisskipanarlógini – uttan mun til um løgmaður hevur sæð uppritið og onki gjørt, ella um hann ikki hevur kannað upplýsingarnar um hetta uppritið, ið hann visti var til.

Sáttmáli gjørdur uttan lógarheimild
Fleiri ferðir hava lands­stýris­mað­urin í Innlendismálum og løgmaður sagt, at teir meta, at teir høvdu heimild til at binda landið til sáttmálan við CIP, eisini hóast teir valdu at koma í Løgtingið við nýggjari lógarheimild. Hetta er tó sera ivasamt, og eru nógvir løgfrøðingar ósamd­ir í hesum. Eri sjálv ein av hes­um. Latið okkum hyggja nærri at lógini.
Í løgtingslóg nr. 161/2009 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undir­sjóvartunnil undir Skála­fjørð og Tangafjørð (við broyt­ing­um við lóg 126/2010), verður í §2 heimilað lands­stýris­manni­num: “at lata P/F Skála­fjarð­artunlinum ein tíðar­av­markaðan einkarætt til fyri egna rokning og váða at byggja, reka og fíggja ein undir­sjóvartunnil undir Skála­fjørð og Tangafjørð. Tunnil­in skal knýta Suður­streym­oy saman við suður Eystu­r­oy.
Stk. 2. Einkarætturin skal verða latin P/F Skála­fjarð­ar­tunli­num í seinasta lagi tann 1. august 2011.
Stk. 3. Um lands­stýris­mað­urin ikki nýtir heim­ild­ina at geva P/F Skála­fjarð­ar­tunlinum einkarættin áðr­enn tann 1. august 2011, fell­u­r heimildin burtur, uttan so at lands­stýrismaðurin í staðin ger av at bjóða út einka­rættin í fríari kapping, við tí endamáli at geva øðrum einka­­rættin. Um so er, verður lands­­stýrismanninum heim­i­l­­að at gera ein sáttmála um einka­rætt við tann, sum út frá einari samlaðari met­ing má metast at hava givið bes­ta tilboðið.”

Í viðmerkingini í lógini til §3, stk. 3 verður ásett hvussu §3, stk. 3 skal skiljast:
“Stk. 3. Eyðnast tað ikki at gera eina loyvisavtalu innan 1. august 2011, so fellur einka­rætturin burtur, um lands­stýrið ikki í staðin velur at bjóða einkarættin út í fríari kapp­ing fyri at kunna geva einum øðrum loyvishavara einkarættin. Í einum slíkum føri verður landsstýrinum heimilað at gera eina loyvis­avtalu í samsvari við treyt­irnar í hesi lógini við tann tilboðsgevaran, sum hev­ur tað samanumtikið besta fíggj­ar­liga boðið.
Við útboð verður einans miðað eftir eini kapp­ingar­útseting. Tað er sostatt nóg mikið, at meira enn ein partur verður boðin til sam­røðu við landsstýrið. Tað verður gingið út frá, at kapp­ingarútsetingin í tíð verð­ur samanhangandi við 1. novem­ber 2010. Tað snýr seg sostatt ikki um eina standandi heim­ild til landsstýrið, sum kann verða brúkt uttan tíðar­av­mark­ing.”
Tvær treytir skuldu so­statt uppfyllast, um so er, at landsstýrið hevði farið í samráðingar við nýggjar íleggjarar við gomlu lógar­heimildini.
1. Sáttmálin við íleggar­ar­nar skuldi vera í samsvari við treytirnar í lógini frá 2010. Nógv bendir á, at tað er ver­andi sáttmáli við CIP ikki. Havi tó ikki sæð sáttmálan, men tað er ikki uttan orsøk, at landsstýrismaðurin í inn­lendis­málum hevur lagt nýggja lógarbroyting fyri Løgtingið við eini røð av ásetingum um endur­gjalds­skyldu í samband við fleiri viður­skifti komandi 50 ár­ini, og frávikum frá innliti sam­bært fyrisitingarlógini v.m. Eisini verður í nýggju lógar­broytingini heimilað lands­stýris­manninum at frátaka kommununar byggi­myndug­leik­an. Um hetta eru treytir, ið skulu til fyri at sáttmálin við CIP skal kunnu fremjast í verki, so er sáttmálin ikki í sam­svari við lógina frá 2010.
2. Tað sum kanska er enn meira álvarsamt er, at tal­an skuldi vera um eina út­bjóð­ing, ið var í tíð sam­an­­hangandi við 1. august 2011. Tí talan er IKKI um eina standandi heimild til lands­stýrið, og harvið eina heim­ild, ið IKKI kann nýt­ast utt­an tíðaravmarking. Sum kunnugt avgjørdið lands­stýr­ið í 2011 at sleppa æt­lan­ini at gera privatan tunnil, og boð­aði táverandi lands­stýris­mað­ur alment frá, at ætlanin í stað­in var at gera almennan tun­nil. Eftir hetta varð løg­tings­­val og nýtt landsstýri og løg­ting hartil valt.
Harvið má lógarheimildin í lógini frá 2010 sigast at verða farin úr gildi.

Landsstýrismaðurin angr­ar, at hann ikki undirskrivaði sátt­málan 27. juni!
At núverandi samgonga tí ikki fekk til vega nýggja lógar­heimild fyrst, áðrenn far­ið varð undir samráðingar við íleggjarar er óskiljandi.
Samgongan valdi at geva landsstýrismanninum á fíggjar­lógini fyri 2013 heilar 6 mió. kr. til at fyrireika út­bjóð­ing av tunnlinum í 2013. Men hetta merkir tó ikki, at landsstýrismaðurin kundi undirskriva ein endaligan sátt­mála áðrenn dagført lógar­upp­skot við neyðugu materiellu heimildini varð við­­g­jørd og samtykt á Løg­tingi. Nakað, ið fleiri sam­gongu­ting­fólk, væntaðu fór at verða gjørt.
Hyggja vit nærri at við­merkingunum til játtanina á fíggjarlógini fyri 2013, so stendur: “Innlendismálaráðið er farið undir at fyrireika út­bjóðing av verkætlanini at gera Eysturoyartunnilin. Tað eru játtaðar 6,0 mió. kr. til endamálið í 2013.” Hetta merk­ir ikki, at heimild er til at undirskriva endaligan sátt­mála.
Tað er fullkomiliga óhald­bært, at hava ein landsstýrismann í Inn­lendis­mál­um, ið - sjálvt eftir alt tað, ið er komið fram í málinum - stað­festir, at tað einasta, ið hann­ angrar er, at hann ikki skriv­aði undir sáttmálan við CIP 27. juni 2013, áðrenn lógar­heimildin varð latin Løg­tinginum. Hetta sigur alt um, hvussu langt úti polit­iska leiðslan er í dag. Um hetta ikki verður steðgað, so fer søgan at endurtaka seg í nær­mastu framtíð.
1 mió. kr. í endurgjaldi til CIP, tí Løgtingi ikki sam­tykk­ir eina lóg?
Men landsstýrið hevur ikki bert undirskrivað ein sáttmála við onkrum treyt­um – nei, landsstýrið (lands­stýris­maðurin í Inn­lendis­mál­um og løg­mað­ur) hevur bund­ið landið til, at rinda pri­vata felagnum CIP 1 mió. kr. í endurgjaldi um so varð, at Løgtingið ikki samtykti lóg­ina, ið skuldi geva heim­ild til at undirskriva sjálvan sátt­­málan – áðrenn 1. sep­tem­ber 2013. Hetta ljóðar jú heilt “trage-komiskt” og full­komiliga umvent. Løg­ting­ið hevur jú ikki givið lands­stýris­manninum heimild til at undirskriva sáttmálan, og hóast hetta so undirskrivar lands­stýrismaðurin sátt­mála, ið bindur landið til at rinda út­lendskum felagi endur­gjald, um Løgtingið ikki ger sum landsstýrismaðurin og CIP vil?
Sjálvandi eigur Løgtingið undir ongum umstøðum at góð­taka hetta, og tað átti lands­stýrið heldur ikki. Ongin materiell lógarheimild er fyri at brúka hesa milliónina, og er tí sera ivasamt um lands­stýrismaðurin hevur heimild til at rinda 1 mió.kr. til CIP.

“Privat loysn uttan al­mennan váða” – Nei
Løgmaður og lands­stýris­mað­urin hava hartil verið alment frammi við, at við privata tunlinum verður onki alment veðhald og ongin al­mennur váði. Hetta er bara ikki rætt.
Landsverk hevur gjørt frágreiðing og mett, at av­leiddar verkætlanir mugu gerast báðumegin Eystur­oya­r­tunnilin fyri omanfyri hálva mia. kr. Løgmaður og lands­stýrismaður nevna onki um hetta.
Í lógaruppskotinum frá landsstýrismanninum skal landið eisini veita endur­gjald til CIP um so er, at felagið verður verri still­að komandi 30-50 árini, av at: 1) skattalóggávan við­víkjandi avskrivingum verð­­ur broytt, 2) um trygd­ar­krøv v.m. til tunlar í fram­tíð­ini verða broytt ella um 3) verkætlan verður framd, ið fer at kapp­ast við Eystur­oy­ar­tunnil­in. Hetta er sanni­liga ein stór­ur váði fyri land­ið. Men løg­mað­u­r og lands­stýris­mað­urin nevna onki um henda váða.
Løgmaður hevur hartil alment fegnast um, at “eisini føroyskir pensjónspengar eru við í verkætlanini”. Hetta tí almenna pensjónsfelagið LÍV hevur bjóðað seg at seta um 200 mió. kr. í privatu verk­ætlanina. Sum kunnugt veð­heldur landskassin fyri pen­sjónum teknaðar áðrenn 1. januar 2000 hjá LÍV. Um so er, at hesin partur av pen­sjónunum í LÍV ikki verð­ur hildin uttanfyri íløgu­na saman við CIP, so vil landskassin óbeinleiðis koma at veðhalda fyri parti av CIP-verkætlanini umvegis lands­kassa­veðhaldið hjá LÍV.
Eisini tryggjar lógar­upp­skotið frá Inn­lendis­mála­ráð­num, at CIP fær einkarrætt og møguleika at bíða heilt til 2021 áðrenn farið verður í gongd við tunnilin. Fram til 2021 vilja onnur ikki arbeiða við hesum, samstundis sum vandi er fyri, at CIP til ta tíð vel­ur at fremja aðrar íløgur í stað­in. Men hetta er ein váði, ið heldur onki verður nevnt um frá landsstýrisins síðu.
Hartil er tað ein váði fyri landið, at landið miss­ur ræðisrættin yvir týð­andi parti – enntá yvir­skots­gev­andi parti - av sam­ferðslu­kervi­num. Hetta avmarkar eitt nú møguleikarnar fyri eini samanhangandi og burð­a­­r­dyggari ætlan fyri, hvussu fram­tíðar inntøkur fáast skila­best til vega, til at fíggja útreiðslur til við­líka­hald og útbygging av sam­ferðslu­kervinum.

Politiskir rossahandlar í 100-millióna klassanum
Men málið er bara farið meira og meira av sporinum. Tí tá tað gjørdist greitt, at fleiri samgongutingfólk ikki fóru at taka undir við máli­num, so valdi løgmaður at fara al­ment út og bjóða and­støðu­ting­lim­um rossahandlar í 100-millióna klassanum, um hesir bert atkvøddu fyri lógini, ið skuldi heimila pri­vata sáttmálanum við CIP.
Kendist fullkomiliga óveru­ligt, at hetta kundi hen­da í okkara rætt­ar-sam­felagi.
Hetta eru ikki persónligir peng­ar, ið handlast skuldi við. Nei, skattgjaldarans pen­ing­ur.
Løgmaður tosaði alment um, at tað var í fínasta lagi, at nýta Landsbankafæið á 150 mió. kr. (peningur, ið sam­gong­an inntøkuførdið í 2013, tí Landsbankin varð avtikin) til politiskar rossahandlar. Um bert andstøðutinglimir úr Sandoynni atkvøddu fyri CIP-lógini, so skuldu hes­ir fáa 150 mió. kr. til Sandoyar­tunnil afturfyri. Ein sera ódám­ligur og óhóskandi fram­­ferð­ar­háttur.

Fyrst brúka Lands­bankafæið og síðan ognina hjá Samhaldsfasta?
Syrgiliga hugvekjandi er tað hartil, at bert 4-5 mánaðar eftir, at Landsbankin form­liga varð avtikin – 1. apríl 2013 – gjørdist forsøgnin um, at politiskar ætlanir vóru við Landsbankafænum til veru­leika. Eisini hóast hetta fæ eftir ætlan skuldi nýtast til framhaldandi at styrkja gjald­føri og fíggjarstøðu land­sins.
Tá samgongan avtók Lands­­bankan tók lands­stýr­ið samstundis ræð­ið á Sa­m­halds-fasta eftir­løn­ar­grunni­­num. Spurningurin er, um fæið hjá Samhaldsfasta á nærum 1 mia. kr. verður tað næsta, ið samgongan fer eftir. Við hesum landsstýri tyk­ist hetta ikki ómøguligt.
Hetta er nú enn nærri veru­leikanum, tí greitt er, at lands­stýrið longu hevur vent sær til Samhaldsfasta fyri at kan­na møguleikan. Nógv bend­ir sostatt á, at stendur tað til landsins leiðslu, so skal fæið hjá Landsbankanum og Samhaldsfasta nýtast til politiskar verkætlanir. Júst sum spátt varð, tá Lands­bankin varð avtikin og Sam­halds­fasti varð lagdur undir landsstýrismannin í fíggjar­málum. Syrgiligt, men satt.

Nýggj leiðsla má til sum skjótast
Tað er alneyðugt at vit sum skjótast fáa Føroyar úr hesi poli­t­isku undantaksstøðuni, ið er so sera skaðilig fyri okk­ara land og fólk.
Ein máti at fremja hetta í verki er at útskriva løg­tings­val, so vit fáa nýggja man­n­ing á Løgting og í landsins leiðs­lu – og fáa sett nøkur nýggj og savnandi mál fyri land og fólk. Men uttan mun til um val verður ella ikki, er neyðugt við nýggjari sam­gongu, so nýggj stjórn og leiðsla verður vald fyri land­ið. Hetta fyri at tryggja, at seinastu tvey árini av val­skeiðnum ikki verða eitt fram­hald av undanfarnu tveim­um árunum, men held­ur tvey ár við nýggjari sa­m­gongu, ið megnar at endur­r­eisa álitið á politisku skipan­ina – og vil fremja týð­andi og savnandi mál til frama fyri alt fólkið í Før­oy­um.